Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin á odda

Beint nú sær tað út til, at vit fáa tveir nýggjar menn á fólkating

 

Nú eru 52 valstøð tald upp. Tað sæst, at Sambandsflokkurin hevur gjørt eitt ordans hál og hevur lagt seg fyribils á odda við 3382 atkvøðum.

Fólkaflokkurin næstfremstur við 2599 atkvøðum, og Javnaðarflokkurin á triðjaplássi við 2321 atkvøðum.

Vinnararnir beint nú standa at vera Edmund Joensen (B) við 869 persónligum atkvøðum og Jørgen Niclasen (A) við 475 atkvøðum.  Tað vil siga, at um hetta er eftirfarandi, verður fólkatingsmanningin skift út.