Hava stolið pengar frá skótunum á Selatrað

Um vikuskiftið hevur innbrot verið í Skótahúsinum á Selatrað. Innbrotið varð meldað í gjáramorgunin og tey siga, at tað er hent í tíðarskeiðinum frá fríggjakvøldinum til tíðliga í gjáramorgunin.

 

Løgreglan sigur, at slakar 4.000 krónur eru stolnar, umframt nakað av sodavatni og kanska okkurt annað smávegis eisini. Men løgreglan hevur góðar vónir um at fáa greiði á innbrotinum, tí tey siga, at tey hava góð spor at fara eftir.