ongantíð fyrr gjørd, áðrenn royndarboringar eru bjóðaðar út. Tiltakið í Føroyum fevnir um trý sjálvstøðug evni sum á enskum máli ganga aftur í navninum GEM (Geotechnical, Environmental, Metocean). Hesi evni [...] ella umhvørvi har í vanda undir boringararbeiði. Umhvørvisætlanin skal savna saman verandi data og gera nýggjar kanningar fyri at skapa eina fatan av lívlendum, plantu- og djóralívi í føroyskum sjógvi, [...] Operatørar, sum hava áhuga fyri føroysku undirgrundini, eru, stuðlaðir av Oljufyrisitingini, í felag farnir undir at gera sær eina mynd av hesum økinum viðvíkjandi umhvørvisspurninginum. Verkætlanin, sum
sjáldan sjóvarfallið av sær. Nú um dagarnar vitjaði stjórin í einum av teimum stóru norsku reiðaríunum, sum hevur standbyskip, supplyskip ol.,í Føroyum. Tað er Solstad Shipping. Johannes Solstad sigur, at hann [...] føroyingar, sum í dag manna fýra útgerðarskip. Hesi eru øll vaktarskip kring olju-pallar í hálendska partinum av Norðsjónum. Grampian Frontier Eitt hitt nýggjasta oljuútgerðarskipið í heiminum, Grampian [...] Hesi skip eiga føroyingar ikki í dag. Her er talan um bæði hjálparskip, standbyskip og supplybátar. Kring okkum eru mong feløg, sum seinastu 20-30 árini hava specialiserað seg í at røkja hesar uppgávur. Hvør
Magna á Lakjuni, tá hann seinni í summar flytir heim til Føroya, eftir at hava búð í Danmark í fleiri ár. Magni á Lakjuni hevur tikið lut í venjingarleguni, sum HB hevur havt í Brøndby uttanfyri Keypmannahavn [...] Føroyar. Seinast Magni á Lakjuni spældi í Føroyum, var tá hann fram móti kappingarenda í fjør kom heim at hjálpa fuglfirðingum. T.d. spældi hann við í Runavík ímóti NSÍ í 16. umfari. ÍF vann 4-2, og Magni skoraði [...] Gunnar Mohr, formaður í HB, váttar, at ætlanin er heilt skjótt at skriva sáttmála við Magna. Men tað er eisini greitt, at Magni á Lakjuni fer ikki at spæla við HB í Europa Cup í summar. Gunnar Mohr dugir
Rolling People Vit eru fimm í bólkinum. Tað vóru guitaristurin og sangarin, sum sluppu við til Prix Føroyar, og vit við byrjaðu í januar at venja í einum flottum høli á Tvøroyri og trupulleikar komu b [...] teori og venjing í 2. deild í fótbólti, so kvøldið vardi ikki longri enn 2 tímar. Vit hava tveir danskar spælarar við og teir stuðla okkum væl. Sangarin og restin hava spælt saman til konsert í TB húsinum við [...] sum spældi runt í Føroyum eina tíð. So vit eru væl blandaðir og vit eru klárir. Stainless Steel Bólkurin "Stainless Steel" er ein nýliga stóvnaður bólkur. Bólkurin er rótfestur í áttati-árunum, og spælir
grundstykkini í øðrum stigi koma at verða eitt sindur heimari enn tey í fyrsta stigi. Dýrt at stykkja út í Klaksvík Býráðsformaðurin í Klaksvík sigur, at tað er munandi dýrari at stykkja út í Klaksvík, enn [...] Talan er í fyrstu atløgu um 21 grundstykkir, ið skulu útstykkjast í ár, og kemur hetta arbeiðið at kosta kommununi einar 3 miliónir krónur. Byrjaðu í 1988 Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík sigur [...] Ætlanin er, at útstykkingararbeiðið omanfyri Helna-brekku í fyrstu atløgu skal gerast í tveimum stigum. Í fyrsta stigi verða 21 grundstykkir og í næsta stigi verða 24 grundstykkir. Men farið verður ikki
Í morgin verður nýggja fløgan hjá bólkinum, Sirmi, við Tór Verland Johansen, skaldi og tónleikara, at fáa í Føroyum. Fløgan er tikin upp í Danmørk, og margfaldað í Týsklandi. Við opna glastrevjabátinum [...] flutt til Føroya. Á leiðini varð lagt at í Noreg og Hetlandi, og í gjár varð fløgan handað Tór Verland, ið er oddamaður í Sirminum. Handanin fór fram uppi á turrum í Runavík, har Olga verður umvæld. Ein av [...] Danmarkar, í hvørt sítt herðashorn at búgva; Tór til Aarhus og Janus til Keypmannahavnar. Tór heldur, at tað hevði verið sera torført at gjørt eina aðrar fløgu í andanum á tí gomlu, tí fólk høvdu kanska í ov stóran
Shanghai í Klaksvík til viðgerðar á býráðsfundi í Klaksvík. Matstovan søkti um í fyrra lagi dansiloyvi við útskeinking og í hesum sambandi um at hava opið til kl. 04.00 í vikuskiftinum, og í seinna lagi [...] øvuta vegin. Vit hava í Føroyum enn ein stóran meirluta, sum virðir halgidagar. Í grannalondunum síggja vit ikki somu virðingina, sigur Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík. Í síðstu viku var umsókn [...] umsøkjaranum dansiloyvi við útskeinking og í hesum sambandi at hava opið til kl. 04.00 í vikuskiftinum. Men upplatingartíðirnar verða tó at halda innan fyri ásetingarnar í halgidagslógini. Tað vil siga náttina
at børn í Føroyum fáa spøl á føroyskum og úr føroyska umhvørvinum. Føroya Skúlabókagrunnur gevur nú út seks dygdarspøl til børn. Spølini eru vælegnað at spæla heima, tey kunnu nýtast í frálæruni í yngstu [...] verkfallinum. Í miðal gevur grunnurin millum 40-50 bøkur út um árið. Føroya Skúlabókagrunnur hevur 40 ár á baki í ár. Helmingin av tíðini hevur felagið ikki átt nøkur høli, men nú er bøtt um hetta. Í fjør keypti [...] spøl eru sera kærkomin í dag, tá ið vit vita, at børn brúka nógva tíð framman fyri sjónvarpi og teldu, og yvirhøvur hava ein ógvuliga samansettan gerandisdag, sigur Vár í Ólavstovu, útgávufólk á Føroya
Nógv vóru tey, sum í fagrasta veðri leitaðu sær í Føgrulíð á fólkafund seinasta leygardag. Fólkafundurin varð hildin í sambandi við, at tað í ár eru hundrað ár síðani, at Føroya Fólkaháskúli varð settur [...] hóast tú ikki var staddur í Norðoyggjum. Bussar koyrdu frá Dúgvuni niðan á Háls, haðani lætt var at ganga oman í líðina. Tey, ið kortini ikki hættaðu sær undir gongutúrin í brattlendinum, høvdu tó møguleika [...] Dvørgamoy og Greipi. Á sjálvstýrisleið Tá Føroya Fólkaháskúli varð settur á stovn í 1899 var eitt ávíst sjálvstýrisrák í Føroyum, og tey, ið stóðu aftanfyri stovnanini av háskúlanum vóru eisini sjálvstýrisfólk
nógv stór tøk í seinastuni, og fleiri standa fyri framman. Í summar tók kommunan í nýtslu eldrasambýlið niðri á Korndalsharmi, har 10 fólk búgva, og hetta er tað einasta av sínum slag í økinum. Fyri fáum [...] verðið bygd í felagsskapi við grannakommunurnar. Vit hava ein felagsskúla, sum kommunurnar í økinum eru í felag um, og tað er upplagt, at ein høll varð bygd har um leiðir, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi [...] annað uppskot í umbúna. - Bygdaráðslimirnir eru vanliga rættiliga samdir um, hvat skal gerast, men í hesum førinum eru vit ikki á einum máli. Eftir mínum tykki átti ein slík høll, sum er í umbúna, at verðið