Norsk útgerðar- skip við í før- oyska oljuvinnu

Kemur ein oljuleiting í gongd verður brúk fyri bæði vaktar- hjálpar- og útgerðarskipum á føroyskum øki. Norðmenn eru tilreiðar at veita føroyingum ta neyðugu ekspertisuna, tí teir hava drúgvar royndir. Tað er enn ov tíðliga at byggja slík skip í Føroyum

Nú tað nærkast einum leitingarskeiði á føroyska landgrunninum verður brúk fyri serútgjørdum skipum til at taka sær av ávísum uppgávum. Hesi skip eiga føroyingar ikki í dag. Her er talan um bæði hjálparskip, standbyskip og supplybátar.

Kring okkum eru mong feløg, sum seinastu 20-30 árini hava specialiserað seg í at røkja hesar uppgávur. Hvør kennir ikki Mærsk, sum er ein av teimum heilt stóru á hesum øki!

Men norðmenn liggja sjáldan sjóvarfallið av sær. Nú um dagarnar vitjaði stjórin í einum av teimum stóru norsku reiðaríunum, sum hevur standbyskip, supplyskip ol.,í Føroyum. Tað er Solstad Shipping.

Johannes Solstad sigur, at hann er komin til Føroya fyri at lodda dýpið, nú oljuøldin stendur í durunum og bankar uppá.

Solstad Shipping eigur 18 skip, sum arbeiða í oljuvinnuni, frá teimum størstu til tey minstu.

Johannes Solstad vísir á, at teirra felag hevur verið bygt upp gjøgnum mong ár. Sjálvur heldur hann, at føroyingar hava brúk fyri rættiliga stórum skipum, tá hugsað verður um farvatnið.

-Vit eru sjálvandi áhugaðir at leiga skip til slík endamál.

Hann heldur ikki, at føroyingar nú eiga at byggja síni egnu skip, um hesi bert skulu brúkast her. Men uppá sikt eiga vit at gera tað. -Tá olja er funnin og tit vita nakað um framtíðina, eiga tit eisini at byggja tykkara egnu skip til hesi endamál sigur hann.

Sum ein sjófarandi tjóð er tað eisini møguleiki hjá føroyingum fyri at fara í samarbeiði við útlendsk reiðarí.

Annars er kappingin sera hørð í hesi bransjuni, nú tað eru so mong skip á marknaðinum.

Johannes Solstad heldur annars føroyingar vera væl útgjørdar til at taka ímóti eini komandi oljuvinnu.

-Tit hava sera góðar havnir og útbúnað og ikki minst góð sjófólk. Hetta átti at verið eitt sera gott grundarlag fyri at byrja eina komandi oljuvinnu.

Føroyingar eru annars ikki ókendir við hesa vinnuna. Eitt stórt tal av føroyingum siglir við útlendskum útgerðarskipum. Herfyri gjørdi eitt hálendsk felag sáttmálar við umleið 70 føroyingar, sum í dag manna fýra útgerðarskip. Hesi eru øll vaktarskip kring olju-pallar í hálendska partinum av Norðsjónum.


Grampian Frontier

Eitt hitt nýggjasta oljuútgerðarskipið í heiminum, Grampian Frontier, kemur til Føroya á vitjan hósdagin. Skipið, sum er bygt burturav til farvatnið millum Føroyar og Hetland, røkir í dag sera krevjandi uppgávuna at vera hjálparskip á Foinaven oljuleiðini skamt frá føroyska markinum.

Vitjanin er liður í eini røð av vitjanum til havnir, sum liggja nærhendis Foinaven feltið, ið er tað fyrsta og higartil einasta, sum framleiðir olju á Atlantsmótinum.

Skipið kemur á Havnina hósdagin 26. mars, og tá verður høvið hjá almenninginum at síggja skipið.