Alt bendir á, at tað verður HB, sum fer at vinna stríðið um fótbóltsevnini hjá Magna á Lakjuni, tá hann seinni í summar flytir heim til Føroya, eftir at hava búð í Danmark í fleiri ár.
Magni á Lakjuni hevur tikið lut í venjingarleguni, sum HB hevur havt í Brøndby uttanfyri Keypmannahavn síðstu vikuna, og Gunnar Mohr, formaður í HB, váttar, at ætlanin er heilt skjótt at skriva sáttmála við Magna. Men tað er eisini greitt, at Magni á Lakjuni fer ikki at spæla við HB í Europa Cup í summar.
Gunnar Mohr dugir ikki at siga heilt neyvt, nær sáttmálin verður skrivaður, men hann sigur, at avtala er gjørd um, at Magni skal spæla við HB, tá hann um miðjan august flytir heim úr Danmark:
? Magni á Lakjuni hevur higartil spælt við føroyska felagnum í Keypmannahavn, og hann er tískil ikki eins væl fyri, sum spælararnir hjá okkum eru. Á venjingarleguni vandu hinir spælararnir tríggjar ferðir hvønn dag, meðan Magni vandi tvær ferðir, veit HB formaðurin at siga.
Tað kann væl hugsast, at Magni fer at vinna sær pláss á besta liðnum í heyst, men Gunnar Mohr sigur, at tað er serliga við atliti til komandi kappingarár, at teir fara at knýta Magna á Lakjuni at sær. Fleiri av hinum spælarunum hava gjørt avtalu fyri komandi ár, og tað hevur venjarin eisini gjørt.
Nógvir um boðið
Magni á Lakjuni hevur hesi seinastu árini búð í Keypmannahavn, har hann í summar hevur lokið maskinmeistaraprógv.
Nú hann skuldi flyta aftur til Føroya hava fleiri feløg viljað havt hann at spæla fyri seg. Magni hevur áður umframt fyri barndómsfelagið í Fuglafirði eisini umboðað B36, og ikki minst havnarfelagið hevur lagt nógva orku í at fáa fuglfirðingin í sítt felag.
At Magni alíkavæl hevur valt HB kunnu tað ivaleyst vera fleiri orsøkir til. Ein er, at HB maðurin Julian Hansen er venjari hjá føroyska felagnum í Keypmannahavn. Tað var hann, sum syrgdi fyri, at Magni á Lakjuni fekk høvi at taka lut í venjingarleguni hjá HB, og har hevur honum líkað venjaran og liðfelagarnar so mikið væl, at hann hevur gjørt av at taka av tilboðnum um at spæla saman við teimum, tá hann flytir aftur til Føroyar.
Seinast Magni á Lakjuni spældi í Føroyum, var tá hann fram móti kappingarenda í fjør kom heim at hjálpa fuglfirðingum. T.d. spældi hann við í Runavík ímóti NSÍ í 16. umfari. ÍF vann 4-2, og Magni skoraði trý mál. Plássið hjá honum er í álopinum ella sum framrættaður miðvallari.