kanska koyrir ov nógv í sama spori. Nú skal eg í øllum førum prógva í HB, at eg skal hava fast pláss á liðnum, og sjálvandi skal eg eisini prógva fyri B36, at teir burdu hildið betri fast í mær. Heit móttøka [...] vekir sterkar kenslur í báðum havnarlegunum, so var tað tó ein avkláraður Jákup á Borg, sum vit fingu orðið á, tá skiftið var veruleiki. Eitt skifti, sum merkir, at hann eftir 18 ár í B36 - harav átta á besta [...] royna seg í øðrum felagi. - Fyrst og fremst, so má eg siga, at eg ikki havi nakra ætlan um at klamsa við hurðini, nú eg havi valt at skifta felag. Eg havi havt nógv ótrúliga góð ár í B36, og í nógvar mátar
bíligari, tá tær keyptu í Rúsdrekkasølu Landsins. Tað, at matstovur skulu sleppa bíligari í innkeypi, ljóðar sjálvsagt gott í oyrunum hjá Jóhannesi Jensen, men hann ivast stórliga í, um nakrar spardar me [...] -Kundarnir í Føroyum fáa í nógvum førum ein skeiva fatan av, hvat tað er vit fáast við, eins og einkarrætturin í sambandi við keyp av víni, øli og sterkari rúsdrekka køvir allan dynamikk á økinum. Jóhannes [...] Jóhannes Jensen. -Eg ivist ikki í, at tey í Rúsuni royna at gera sítt besta, men alheims vínmarknaðurin er risastórur, og tað vildi tí verið ógvuliga natúrligt, um vit í vinnuni høvdu lættari atgongd til
KAUNAS: »Kalt í Kaunas« var ein av yvirskriftum okkara í fríggjadagsblaðnum, og kalt er kanska mest beinrakna orðið at lýsa fyrstu trý korterini av dystinum leygardagin. Veðrið var í øllum førum kalt, [...] minuttirnir av dystinum í Kaunas fara helst at standa í minninum sum løtan, har bara svartasta óhepni forðaði føroyingunum í at skora bæði eina og tvær ferðir. Startskotið var kanska í hinum endanum, tá Jákup [...] staðar. At kalla hvør tann einasti returbóltur í bæði miðju og verju endaði hjá einum gulum leikara, og tá litavar í fleiri førum skiftu spælið úr borð í borð var verjan oftani um ein háls. Ikki minst
er ikki nakað tit kundu funnið fram í eini handavending? Nei, ikki beinanvegin. Kunnu vit fáa hesar upplýsingar í dag? Nei, tað verður ikki í dag. Kunnu vit fáa tað í næstu viku ella aðru viku? Tað tori [...] gera kanningar í málinum, og í 262 dagar hevur ein maður sitið varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri at hava beint fyri Pidda. Síðani maðurin varð varðhaldsfongslaður hevur løgreglan arbeitt í tí dulda yvir [...] Morð í Føroyum er ein rár hending. Lukkutíð. Vit skulu 24 ár aftur í tíðina fyri at finna seinasta morðið, ið skrásett er, tá ein ungur maður á Tvøroyri skeyt og drap unnustu sína við byrsu. Síðani 1960
mest hugnaliga arbeiðspláss. Í heiminum hjá Kirsten Jacobsen við J.C. Svabosgøtu í Havn finst skrivstovan hjá Dveyluni. Dveylan er ein reingerðingsfyritøka, sum síðan stovnan í 2001, hevur vaksið seg frá [...] upprunaliga eitt kallkynsorð. Kirsten fann orðið í eini orðabók, tá hon leitaði eftir einum orði fyri moppu. Ein dveylur er ein kustur ella moppa, sum fyrr í tíðini vanliga varð brúktur umborð á skipi [...] uppi í høgum stilladsum og staðið fastar í skaktum. Vit kunnu ikki siga, at vit eru bangnar fyri hvørki hæddum ella trongum rúmum. Vit hava havt mangan góðan látur, meðan vit hava staðið og skorast í slíkum
nágreinliga skrivað um í halgu bók, at um so er, at tygum lesa nakað í henni, so vita tygum, hvat rætt er. Nú eg siti og hugsi um hetta mál, rennur mær í huga, hvat Kaj Munk sigur í lestrabók síni Ved Babylons [...] megu vera í ørviti. Tey hava púra mist jørðforbindilsið?« Nei, eg haldi meg ikki vera í ørviti; men hvussu er við tygum sjálvum, sum kann koma við so nógvum slutri og ljótum skuldsetingum?? Í brotinum: [...] ikki eru gift«. Hetta petti fellur í tveir partar. Tann seinri parturin er: »prestur hevur noktað at doypa børn«. Prestur her stendur í eintali, meðan børnini standa í fleirtali. Hvør er hesin prestur,
bæði hevur gjørt orð og lag, orðið. Hann greiddi frá søguni um sangin, hvussu hann fyri mongum árum síðani sat og tonkti um sundurlyndi í fólkinum, sum býtti tjóðina upp í tveir nærum eins stórar partar [...] bert sungin hendinga fer í veitslulag. Helst hevði hann farið í gloymskunar hav, um verðdótturin Varna ikki hevði tikið sakina í egnar hendur. Hon skipaði so fyri, at Árni og Marner sungu sangin inn á eina [...] onga løtu í iva um. Sangurin vísir til gudsótta og álit á hann sum øllum valdar, og er trygdin fyri eini framtíð, har føroyingar sjálvir taka róðrið í hond á føroysku skútuni og hevja flaggið í húnar hátt
høvdu foreldur, sum førdu tankarnar hjá Kristiani út í lívi - at fara til Froðbiar at fiska, at liggja í telti í Vatnsdali, at lesa eina bók av og á og samstundis vóru fyrimyndir, so børnini læra toleransu [...] nú á døgum í mun til fyrr, og tíðargreinina hjá Kristian Holbæk, sum er ein lýsing av familju - og samfelags-broytingum tey seinastu árini. Gleðin kemur av, at tað eru lærarar og foreldur í hesum nýggja [...] føroyska samfelagnum, sum traðka í karakter og vilja verða so beinasom at koma við teirra íkasti. So at tað blívur meiri sjónligt fyri øllum, at tann gongdin sum er í løtuni, ikki er ok. Um øll børn høvdu
tá hann legði meg undir at hava lýtt danska forsætismálaráðharranum í oyra, hvat hesin skuldu siga um ríkisstuðulin í skiftistíðini í samband við fullveldisætlanina. Antin leggur Heini mær ótrúlig evnir [...] sum stuðlaðu honum í tinginum handa dagin, mugu nokk læra seg at liva við, at hatta er ein vanlig donsk politisk uppfatan av hasum viðurskiftunum. Eg eigi so ongan lut í henni. Eg kann í hesum sambandi siga [...] Er kjakið í eini undantaksstøðu? Mangt er uppi í hesum døgum, sum ikki er, sum tað annars plagdi at vera. Mest av øllum minnir tað um støðuna, tá ið grindaboðini fóru um bygdina, og menn meira ella minni
-Tað er illa statt í Føroyum við rehabiliteringstilboðum. Økið hevur so at siga ligið í órøkt. Eingin viðgerð er uttanfyri sjúkrahúsið. Vit hava fysioterapi og ergoterapi, sum eru í trongum og óhóskandi [...] summum í at fáa tey tilboðini, sum øll hava rætt til, sigur Hans Pauli Strøm. Lars Ødegaard, aðalstjóri í Norska Handikapfelagnum, greiddi frá um diskriminatión av rørslutarnaðum. Hann situr sjálvur í rullistóli [...] Í gjár varð ráðstevna um rehabilitering hildin í Norðurlandahúsinum. MBF skipaði fyri ráðstevnuni, og var endamálið at lýsa rehabiliteringshugtakið, sum er eitt sera fjølbroytt hugtak. Ráðstevnan var serliga