Tað er við gleði eg lesi meiningina hjá Tóru við Keldu, har hon lýsir skúlanæmingar nú á døgum í mun til fyrr, og tíðargreinina hjá Kristian Holbæk, sum er ein lýsing av familju - og samfelags-broytingum tey seinastu árini.
Gleðin kemur av, at tað eru lærarar og foreldur í hesum nýggja føroyska samfelagnum, sum traðka í karakter og vilja verða so beinasom at koma við teirra íkasti. So at tað blívur meiri sjónligt fyri øllum, at tann gongdin sum er í løtuni, ikki er ok.
Um øll børn høvdu foreldur, sum førdu tankarnar hjá Kristiani út í lívi - at fara til Froðbiar at fiska, at liggja í telti í Vatnsdali, at lesa eina bók av og á og samstundis vóru fyrimyndir, so børnini læra toleransu og at tað ber til at skemtast um alt, ja,- so hevði lærarin havt nógv betur tíð og frið til at undirvísa.
Eingin ivi er um, at børn skulu hava kropsligar aktivitetir, rúm fyri kenslunum, innlæring, stuttleika sær, heilsugóðan mat, svøvn..... o.s.fr.
Tóra! - lýsingin hjá tær av næminginum samsvarar við tað, vit hava upplivað tey seinastu árini á dagstovnaøkinum. Tað hevur undrað okkum í fleiri ár, at tað eru fleiri og fleiri foreldur, starvsfólk, leiðslur og lærarar, sum ikki traðka í karakter. Alt tykist samanskrúvað soleiðis, at onkur skal hava ábyrgdina av, at tað endar galið. Um tað ikki eru karmarnir, normeringarnar, ja so er tað børn, ið hava ein serligan tørv.
Eg haldi, at nú má tíðin verða komin til at gera støðuna upp! Fyri børnini er tað líka mikið hvør hevur ábyrgdina, bara onkur tekur hana! Vit hava øll skyldu yvir fyri børnunum at boða frá, tá barnið ikki trívist. Tá nøkur foreldur ikki røkka sína uppgávu, so mugu pedagogar og lærarar traðka til, - vit kunnu ikki halda áfram at siga, at uppalingin er foreldranna partur og so vóna tað besta.
Sjálvandi hava foreldur ábyrgdina av børnunum og hervið uppalingini, men pedagogar og lærarar hava skyldu at siga foreldrunum frá, at tað haltar, tá tað haltar.
Av tí at vit sum vaksin, sum eru rundanum børnini, ikki traðka í karakter gevur tíverri foreldrum tað uppfatan, at alt tað er ok, sjálvt um tað er átalu vert, so sum barnið uppførir seg.
Tað er nú einaferð so, at øll børn hava rætt til eitt gott og innihaldsríkt lív. Og tað inniber at vit í felag mugu lyfta tey børn, ið ikki fáa sínar fortreytir nøktaðar. Her haldi eg at politikararnir svíkja sína uppgávu!
- Tað er mangul upp á útbúnar pedagogar, eftirútbúgvingar og gransking á økinum. Lønin hjá pedagogum er so lág, at tað er láturligt at bjóða sær sjálvum hesa ábyrgd, sum starvið í nútíðar samfelagnum krevur. (Lønin hevur nógv at siga, halda okkara grannalond, tí er hækking upp á 3000 krónur uppá byrjunarlønina hjá pedagogum framd í Danmark)
Tað verður kravt av politikarum, at børn við serligum tørvi skulu hava eitt pedagogiskt tilboð inni á dagstovninum, og at vit skulu gera arbeiðsætlanir fyri tey seks ára gomlu. (Hóast grannalondini ganga burtur frá hesum, Grundin til tað er at tíðin gongur frá børnunum, og at tað gevur onga framgongd, tó halda føroyskir politikarar at hetta er loysnin)
Tá ið barnið er um trý ára aldur, er tað neyðugt at barnið dugir at skikka sær soleiðis, at tað kann góðtakast av øðrum, enn bert sínum nærmastu. Tá barnið kemur um skúlaaldur, skal tað kunna teir sosialu, spæli-, og samskiftis reglar har í so góðan mun, at barnið skal kunna góðtaka krøv, ávísingar og avvísingar! Barnið skal kunna taka tað til sín og gera tað, sum barnið verður biðið um at gera!
Hetta sær út til at mangla í stóran mun. Tað eru børn, ið ikki duga teir sosialu spæli- og samskiftis reglarnar og duga heldur ikki at málbera seg. Tey brúka ókvæmisorð og svara illa aftur! Hetta er ikki í lagi, og mugu vit í felag gera vart við at ósømiligur atburður ikki verður góðtikin.
Tað hevur stóran týdning, hvussu børn beganga seg. Um vit sum vaksin ikki læra børn, hvat góður siður og skikkur er, taka vit møguleikan frá børnunum, til at verða saman við øðrum.
Eg meini ikki, at tað er rætt at vit vaksnu allatíðina skulu átala børnini, men at tað er neyðugt at vit vísa á, at okkum dámar væl tann góða atburðin.
Um øll vaksin - foreldur, starvsfólk í Vøggustovum, barnagørðum, frítíðarskúlum, lærarar, grannar, ommur og abbar.- traðka í karakter, sum vaksin fólk og víst børnunum at vit vita, hvat tey hava brúk fyri og hvat er gott fyri tey. Tá trúgvi eg, at vit fáa børn sum duga at beganga seg, áðrenn tey fara í skúla.
Foreldur – ja - vit eru nakað kroyst ímillum playstasion, teknifilmar, góðgæti, arbeiði og ringa tíð.
Men fyrst og fremst er okkara ábyrgd børnini! - Vit hava ikki somu tíð til at útvikla okkum í, sum tá ið vit ikki høvdu børn. Tað er og skal altíð verið barnið, ið er nr.1 og nr.2 og nr.3 og so kanska vit. Summi halda tað verða strævið, ímeðan onnur halda, at tað er gevandi og uppaftur onnur hava ikki givið sær far um, at barnið er har.
Onkuntíð hoyri eg foreldur brúka orði kvalitetstíð. Kanska skilji eg ikki orðið, men eg veit at kvalitetur krevur tíð, og er tað nakað børn mangla er tað tíð saman við vaksnum positivum fólkum. Tað er alneyðugt at foreldur, lærarar og starvsfólk á dagstovnaøkinum eru glað, tíma og geva børnum innihald í gerandisdegnum.
Einki er so drepandi fyri menningina sum súr vaksin og tungur stemningur.
Hetta er ein áheitan á øll foreldur, starvsfólk á dagstovnaøkinum, lærarar og vaksin fólk annars, um at taka uppgávuna í álvara og við gleði, tí børn okkara eru sum Kristian sigur í tíðargrein síni, deiligastu skapningar á jørð.
Um uppgávan hjá okkum verður svikin viðvíkjandi okkara børnum, kann skapningurin skjótt gerast tað mótsetta. (upplivast sum ódjór)










