Her arbeiði eg
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Dveylan er uttan iva Føroya mest hugnaliga arbeiðspláss. Í heiminum hjá Kirsten Jacobsen við J.C. Svabosgøtu í Havn finst skrivstovan hjá Dveyluni. Dveylan er ein reingerðingsfyritøka, sum síðan stovnan í 2001, hevur vaksið seg frá at hava eitt fólk til at hava ikki minni enn 27 fólk á lønarlistanum.
- Tað byrjaði við, at eg varð biðin um at koma at renovera linoleumsgólv við nýggjum reingerðingsvørum úr Noreg. Vit reinsaðu eisini teppi. Eftir eina tíð tók hin parturin seg úr samstarvinum, og eg stóð einsamøll, greiðir Kirsten Jacobsen frá.
Hon hevði kortini ongan hug til at venda aftur til gomlu tilveruna, har hon hevði skift millum ymisk arbeiði sum at passa børn, arbeiða í handli, skrivstovu og so framvegis.
- Eg valdi í staðin at halda fram, og so havi eg stríðst og knoklað, og við tíðini hevur tað bara vundið upp á seg. Nógv høvuðsreingerðing kom afturat, og eg havi fingið nógv føst viðskiftafólk, bæði millum privat og fyritøkur, sigur Kirsten Jacobsen.
Junglutrummurnar besta lýsing
Dveylan er upprunaliga eitt kallkynsorð. Kirsten fann orðið í eini orðabók, tá hon leitaði eftir einum orði fyri moppu. Ein dveylur er ein kustur ella moppa, sum fyrr í tíðini vanliga varð brúktur umborð á skipi.
- Eg broytti tað so bara til eitt kvennkynsorð, og gav fyritøkuni navnið Dveylan. Tað ljóðar meir feminint, heldur Kirsten fyri.
Dveylan hevur ikki brúkt nógvan pening til marknaðarføring..
- Tað hevur ongantíð verið neyðugt. Vit hava bara brúkt junglutrummurnar, og tað hevur víst seg at vera ivaleyst, sigur Agnas T. Olsen, sum fyri einum ári síðan varð settur sum dagligur leiðari í fyritøkuni.
Tað kemst av, at arbeiðið var vorðið so rúgvismikið, at tað gjørdist ov nógv fyri Kirsten Jacobsen. Hon vildi eisini hava frí onkuntíð, og avgjørdi tí at seta eitt fólk afturat. Agnas T. Olsen fekk ábyrgdina av at taka sær av øllum samskifti í samband við bílegging av vaskiarbeiði. Tær eru kortini felags um at taka sær av vaskiarbeiðnum sjálvum, og hava ein stóran hóp av fólki at heita á tá srørri arbeiðir skulu gerðast. Størsti parturin er konufólk, men mennirnir eru eisini raskir at taka eina hond í, tá tungt arbeiði skal gerast.
- Til dømis at dustsúgva, vaska loft, kjallarar, flyta tungt og at vaska har tað er ringt at koma framat, greiðir Kirsten Jacobsen frá.
Ræðast hvørki hæddir ella rúm
Og tað er ongantíð til at vita, hvat Dveylan hevur í væntu, tá hon verður tilkallað. Tað kemur meir enn so fyri, at tær verða uppringdar og bidnar um at koma beinanvegin.
- Kunnu vit leypa avstað, gera vit tað. Ein stórur partur av okkara arbeiði er uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Gólvini á stovnum skulu til dømis gerast, tá eingin er har, sigur Agnas.
Hon heldur fram.
- Eg haldi tað vera spennandi at fara út til eina uppgávu. At koma inn og hyggja eftir hvat skal gerast. Og uppgávurnar kunnu vera sera ymiskar. Tað kann vera alt frá at vaska umborð á skipum, vit hava til dømis verið uppi í høgum stilladsum og staðið fastar í skaktum. Vit kunnu ikki siga, at vit eru bangnar fyri hvørki hæddum ella trongum rúmum. Vit hava havt mangan góðan látur, meðan vit hava staðið og skorast í slíkum støðum, sigur hon og flennir.
Stjórin kann ikki annað enn geva sínum leiðara rætt, og sker út í at flenna sjálv.
- Fyri meg kennist tað bara sum at eg datt í hetta arbeiðið, og mær hevur dámt sera væl at byggja fyritøkuna upp. Tað bleiv spennandi fyri meg, sigur Kirsten við einum smíli.
Sum nevnt hevur Dveylan út við 30 fólk í starvi. Uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar, og til tað er neyðugt við nógvum røskum hondum. Tað vera sum so ongar treytir settar við, tá tær seta fólk í starv.
- Okkum dámar best tilkomið fólk, og vit vilja sjálvsagt vita hvørji fólkini eru, men annars skulu tey bara vaska væl og ordiligt.
Fyritøkan hevur sum so ongan annan reingerðarpolitikk enn at tað so vítt gjørligt verður roynt at brúka natúrlig reingerðarevni. Men ynskir okkurt viðskiftafólk, at tað skal vaskast við onkrum serligum, er tað til at finna út av.
24 tímar um døgnið
Agnas hevur líka sum Kirsten fingist við ymiskt áðrenn hon kom at arbeiða í Dveyluni. Eitt nú í mótahandli og flakavirki. Hvønn dag fer hon úr Skálavík klokkan 7.30 og fer sjáldan úr Havn aftur fyrr enn klokkan 18.30. Ofta seinni, og ikki sjáldan noyðist hon at sova í Havn. Hon hevur altíð telefonina hjá sær, og er tískil á vakt 24 tímar um døgnið. Arbeiðstíðirnar hjá Agnas og Kirsten vera lagdar til rættis, sum arbeiðið er. Onkuntíð taka tær bara longri vikuskifti, so tað merkist, at vikuskifti er.
- Vit arbeiða skjótt og hart. Men vit vita eisini nær ein steðgur er neyðugur. Vit eru sum so ikki bundnar at klokkuni.
Dveylan er ein sera mobil fyritøka. Ein vøruvognur hevur tað mesta av útgerðini, ið skal nýtast. Uppi á loftinum hjá Kirsten er eitt rúm sett av til skrivstovu, har pappír liggja í ymiskum bunkum. Tað hevur eydnast Kirsten Jacobsen at byggja upp eina sterka fyritøku, ið kann løna hvørjum starvsfólki sítt, og kann senda álítandi og røsk fólk út til ymsu uppgávurnar.
Hóast arbeiðið kann vera strævið, duga Agnas og Kirsten væl at hugna sær uttan fyri arbeiðið. Tær hava verið úti og etið saman nakrar ferðir, og tá dystir eru í Vodafon deildini fara tær til dyst. Kirsten eigur ein son og ein ommuson, ið spæla við EB/Streymi, og Agnas eigur ein son, ið spælir við B36, og tveir við B71. Hendingarnar á vøllinum kunnu sum einki fylla prátið yvir einum koppi av kaffi í hugnaligu skrivstovuni í J.C. Svabosgøtu.