upp í Tjørnuvík til tess at forða fyri at grót og klettar rapa oman á vegin. - Fólkið í bygdini fekk at vita, at hetta skuldi vera ein fyribilsloysn. Men nú er meiri sannlíkt, at hetta verður ein varandi [...] áhuga hjá bygdarfólkið, uttan tó at hetta hevur verið málinum at bata higartil. Elsa Andreasen sigur seg hava skilt, at ymiskar royndir eru gjørdar í lendinum til tess at kanna, hvar ein tunnil best kann [...] eingin ivi um, at tað er forferdiligt at koyra eftir hesum vegastrekkinum, tí tað er so ótrygt, slær hon fast. Tað er nærum ikki dagur, at tað ikki rapar grót oman. Men tað er ikki altíð at teir hjá landsverki
førir við sær at ein verður troyttur og óupplagdur, og ein fær aftur trongd til at eta meiri søtt fyri at fáa blóðsukrið at hækka og geva kroppinum meiri orku. Nakrir føðsluserfrøðingar halda, at børn í fáa [...] Av tí at sukur serstakliga er í útvaldum matvørum, sodavatni og søtmeti, snýr tað seg stórt sæð bert um at lata vera við at koyra hesar vørurnar í innkeypsvognin - Hetta vísir seg tó at vera lættari sagt [...] hava tørv á, fyri at virka og mennast best møguligt. Samstundis hevur søtmeti ta óhepnu ávirkan á blóðsukrið, at tað søta skjótt fær blóðsukrið til at hækka, og hetta førir við sær, at ein følir vælveru
sær, at fara á fund við allar kommunurnar hvør sær. Eg kann tó ikki lata vera við at stúra fyri, at ein so stór odyssé ikki kann annað enn taka so nógva orku, at ov lítil orka verður eftir til at arbeiða [...] um at formaðurin skuldi við. Tað sum um ræður er, at kommunalu sjónarmiðini verða umboðað frá fyrsta degi. Hvør persónur ið er við hvar, tað hevur so nógv minni at siga. Eg ivist onga løtu í, at land [...] í § 28, ið er um, tá ið løgmaður verður tilnevndur. Tað er tí positivt skeivt at siga, at tað er móti stýrisskipanini, at umboð fyri kommunurnar vera við í arbeiðsbólkinum. Sjálvandi skulu vit vera við
er ikki stór, so tað er eingin trupulleiki at læna eitt sindur. Hinvegin, so eru hallini somikið stór, at tað verða ikki í nógv ár, at vit klára at lána til at gjalda hall við, sigur Sigurd Poulsen. Ein [...] tað vísir seg ikki at vera nokk. Tí má landið út at læna enn meira, og aftur til komandi ár, sigur Sigurd Poulsen. Klára ikki fleiri ár Í búskaparmetingini sæst, at landið í 2009 fer at hava um 700 milliónir [...] um frá at keypa inn í stórum, til at gjalda niður skuld og leggja til síðis. - Húsarhaldini hava reagerað upp á ein hvøkk, sum tey fingu av fíggjarkreppuni, og tí síggja vit hetta mynstrið, at fólk velja
kkin vísir tó, at tað hevur eydnast at fáa fíggjarmálaráðharran at skilja vandan við sínum upprunauppskoti, legði hann aftrat. Drúgt at bíða Jenis av Rana helt fyri, at tað er drúgt at bíða eftir veruligum [...] eisini, at landsstýrið skumpar nútíðina frammanfyri sær og vónar, at loysnirnar koma av sær sjálvum – og at kreppan fer lagaligari framvið okkum. - Sjálvandi vóna øll, at so verður, men kent er, at betri [...] tí, sum løgmaður sigur, tó at tað undrar okkum, at so lítið ítøkiligt er at lesa um hesi viðurskifti. Avgerandi er, sum eisini serfrøðingar hava víst á, at tann politikkur, ið førdur verður, ikki kvalir
eittans endamál: at tryggja, at tey, ið hava fingið hendan ovurstóra lætta, í minsta lagi skulu varðveita hann komandi árini. Helst hevur uppskotið um at prísjavna skattastigan tó við sær, at virðið á ska [...] skattalættanum fer at økjast komandi árini. Hetta mál hevði so stóran týdning fyri samgonguna, at tingfólk floytaðu á, at bæði umsitingin hjá løgtinginum og at embætisverkið hjá landsstýrismanninum í lógarmálum [...] frá samgongulimum er, at góða ískoytið tryggjar, at vit fáa bestu politikararnar. Álvaratos! Um hetta eru frægastu politikkarar, sum mynda samgonguna í dag, so er heldur at at velja hinar næstbestu p
nógv tað dýrasta landið í Evropa at liva í. Men tað er ikki tí, at flutningskostnaðurin til Føroyar er so dýrur, ella tí at avgjøldini eru so høg. Høvuðsorsøkin er, at kappingin er so lítil og hetta elvir [...] kanningini er, at sum heild er keypiorkan hjá føroyingum heili 14% lægri enn keypiorkan í Dan¬mark. Tað er áður staðfest, at Dan¬mark er dýrasta land í Evropa at liva í. Men nú er tað so prógvað, at tað er uppaftur [...] staðfestir eisini, at tað er ikki hvørki flutn¬ing¬ur ella av¬gjøld sum gera, at tað er so nógv dýrari at keypa vørur og tænastur í Før¬oyum, enn í Danmark. Heri á Rógvi sigur: Avgjøldini eru at kalla tey somu
kommununar hava ráð til at prioritera á hesum álvarsøki. At man torur at viðgera slíkt, meðan okkara fólkavaldu úti um landið stríðast og kempa ímóti, at landið liggur annaðhvørt og hóttur at koyra tey gomlu út [...] og segði, um samgongan fer at avseta 25 mió til eitt vaktarskip, so heiti eg á samgonguna, um at leggja frá sær og fara til hús. Og helt eg fram, at vit høvdu skert nær um so at fólk ikki høvdu mat í munnin [...] soleiðs málbar eg meg. Eg gjørdi mær sjálvum greitt, at um fíggjarnevndin fór at deila sól og vind og selja javnaðarpolitikk, so fór eg at atkvøða ímóti at leggja minstuløn og minstaforvinning út til partarnar
Ætlanin er í fyrstu atløgu at gera eina skipanarætlan fyri bygdagøturnar í allari kommununi. Síðani er mín vón, at tað fer at eydnast at fáa undirtøku millum býráðslimir at fáa ætlanina á langtíðar íl [...] ábyrgdina av at halda bygdagøturnar viðlíka, og løgfrøðiligt álit kom til ta niðurstøðu, at tað var ivasamt, um hetta var ábyrgd kommunurnar. Stígur kom í málið, og hildið varð, at býráðið átti at hugsavna [...] ábyrgd í hesum máli við at gera gøtur ímillum býlingar í býnum og í bygdunum, eins og súkklubreytir eru settar á dagsskránna í kommununi. Tað er at gleðast yvir, at fólk eru farin at virðismeta og geva føroysku
viðmerkingar á síðu 7 í dagsins blað. Hann heldur, at um løgmaður hevur nakran møguleika fyri at fáa ABC til at hanga saman í komandi valskeiði, fer hann at gera alt fyri troyta hendan møguleikan til fulnar [...] metir, at løgmaður skal satsa uppá eitt framhaldandi samstarv millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. ABC besta boðið Jóanes N. Dalsgaard ivast tí ikki í, at Jóannes Eidesgaard fer at leggja [...] leggja nógv fyri fyri at skapa semju millum sínar Javnaðarflokkin og teir báðar borgarligu flokkarnar. - Fyri mær at síggja er tann tryggasta strategiin hjá løgmanni í løtuni at halda fram í einari ABC-samgongu