ABC er besta boðið

- Tann tryggasta strategiin hjá løgmanni í løtuni er at syrgja fyri, at ABC-samgongan heldur fram. Um Jóannes Eidesgaard ikki megnar at skapa grundarlag fyri framhaldandi samstarvi millum ABC- koalitiónina, missir hann intiativið og kann skjótt enda á síðulinjuni. Hetta heldur Jóanes N. Dalsgaard, samfelagsfrøðingur og viðmerkjari til valið

Sambært stýrisskipanarlógini fær løgmaður fyrst møguleika at skipa samgongu eftir val. Jóannes Eidesgaard fær tí møguleikan at skipa eitt samstarv, áðrenn hinir flokkarnir sleppa framat. Spurningurin er, hvør besta strategiin hjá løgmanni er, um hann skal halda fram sum landsins leiðari.

Jóanes N. Dalsgaard, samfelagsfrøðingur, hevur verið viðmerkjari til løgtingsvalið hesuferð, og hann metir, at løgmaður skal satsa uppá eitt framhaldandi samstarv millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.


ABC besta boðið

Jóanes N. Dalsgaard ivast tí ikki í, at Jóannes Eidesgaard fer at leggja nógv fyri fyri at skapa semju millum sínar Javnaðarflokkin og teir báðar borgarligu flokkarnar.

- Fyri mær at síggja er tann tryggasta strategiin hjá løgmanni í løtuni at halda fram í einari ABC-samgongu. Um løgmaður missir tamarhaldið á støðuni, kann Tjóðveldi taka intiativið við at lokka aðrar flokkar í samstarv. So stendur Javnaðarflokkurin brádliga á síðulinjuni og hevur mist kontrollið, sigur Jóanes N. Dalsgaard, sum harvið er beinleiðis ósamdur við Gesti Hovgaard, sum ger sínar viðmerkingar á síðu 7 í dagsins blað.

Hann heldur, at um løgmaður hevur nakran møguleika fyri at fáa ABC til at hanga saman í komandi valskeiði, fer hann at gera alt fyri troyta hendan møguleikan til fulnar.

Samfelagsfrøðingurin metir, samstarvið millum hesar tríggjar flokkarnar hevur verið gott, hóast kuril kom á tráðin ímóti endanum av hesum valskeiðnum, tá Sambandsflokkurin ikki vildi leingja freistina at skriva út val vísandi til tey uppskot, sum lógu uttanfyri tað, sum samgongan hevði avtalað.

- Man fer ikki at skifta út á einum liði, sum spælir væl. Eg havi ikki sæð nakrar indikatiónir á hesum valinum, sum ger tað neyðugt at fremja tær stóru broytingar í samgonguni. Hetta er tí tann trygga loysnin hjá løgmanni, sigur Jóanes N. Dalsgaard.


Javnaðarflokkurin slitin

Spurningurin er tó, um Javnaðarflokkurin heldur til enn eitt samgongusamstarv við tveir borgarligar flokkar. Tað er eingin loyna, at hendan samgongan hevur slitið hart uppá Javnaðarflokkin. Flokkurin hevði sera stóra afturgongd Suðuroy, ið vanliga plagdi at vera háborgin hjá Javnaðarflokkinum, har flokkurin serliga misti nógvar atkvøður til Fólkaflokkin og nýggju suðuroyarkometina, Jacob Vestergaard.

Javnaðarflokkurin misti ein tinglim og hevði tað vánaligasta valúrslitið síðan 1932, um vit hyggja burtur frá 1994, sum var eitt sera óvanligt val í einum sera turbulentum tíðarskeiði.

- Javnaðarflokkurin er sjálvandi slitin av samstarvinum við ABC, men hetta bakkastið er neyvan nóg mikið til at Javnaðarflokkurin fer at venda ABC-samgonguni bakið, sigur Jóanes N. Dalsgaard, sum samstundis tekur tey fyrivarni, sum hoyra einum slíkum kjaki til, nevniliga at vit ikki kenna til tær tingingar og samrøður, sum fara fram handan leiktjaldið.

Spurningurin er síðani, hvat ein ABC-samgonga kann samstarva um, og sum Javnaðarflokkurin kann marknaðarføra sum socialdemokratisk virðir á einum komandi vali.

- Eg meti, at fyri Javnaðarfloksins viðkomandi má ein møguligur skattalætti leggjast á hillina fyri at flokkurin ikki skal gera av við seg sjálvan. Hinvegin er møguleiki fyri at lækka avgjøld og gera reguleringar í MVG-skipanini, sigur Jóanes N. Dalsgaard, sum harvið óbeinleiðis ávarar Javnaðarflokkin ímóti at ganga ynskinum hjá Fólkaflokkinum á møti um at veita enn fleiri skattalættar, tí at hetta kann føra til enn eina afturgongd á komandi vali.


Tjóðveldi liggur uppá lúr

Ein annar týðandi faktorur í øllum prátinum um samgongumøguleikar er stóri andstøðuflokkurin, Tjóðveldi.

- Tjóðveldi fer at gera ein sera stóran innsats fyri at koma í samgongu. Strategiin er sjálvandi at koma við tilboðum til Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, sum teir ikki siga nei til, sigur Jóanes N. Dalsgaard.

Hann vísir á, at Tjóðveldi og Sambandsflokkurin kunnu samstarva um ávís aspekt í búskaparpolitikkinum, meðan Fólkaflokkurin og Tjóðveldi kunnu samstarva um sjálvstýrispolitikk.

Tað at Javnaðarflokkurin hevur mist ein tingmann, meðan hinir báðir varðveita sítt tingmannatal, broytir maktbalansuna í samgonguni, og tað kann fáa týdning, heldur Jóanes N. Dalsgaard.

- Um Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin fara at krevja løgmanspostin, er støðan brádliga ein heilt onnur, men tað er als ikki óhugsandi, at hesir báðir flokkar kunnu fara at kroysta Javnaðarflokkin, sum nú er tann minsti flokkurin í samgonguni, sigur Jóanes N. Dalsgaard.

Harvið verður tað torførari hjá Javnaðarflokkinum at gera krav uppá mest týðandi sessin í landsstýrinum.

- Hinvegin hava hinir báðir flokkarnir einki upplagt løgmansevni og tey persónligu leiðsluviðurskiftini kunnu tykjast heldur ógreið. Hinir báðir formenninir gjørdust ikki toppskorarar í sínum flokki, og tað er eitt keðiligt útgangsstøði hjá Jørgen og Kaj Leo, um teir vilja gera krav uppá løgmanspostin, sigur Jóanes N. Dalsgaard.

Hann rør framundir, at bæði Jacob Vestergaard og Magni Laksáfoss eru seriøsir avbjóðarar, av tí at hesir báðir persónliga fingu sera góð úrslit á valinum.

Hetta krevur tó eina innanhýsis uppgerð í flokkinum, og tað er sera ógreitt, hvørjum ein slík uppgerð kann enda.

Mangir leikir eru í longum talvi, og í løtuni eigur Jóanes Eidesgaard næsta leikin. Spurningurin er, um hann velur at spæla trygt og satsa uppá eitt framhaldandi ABC-samstarv, ella um hann torir lata upp fyri øðrum møguleikum.

Ímeðan ABC-flokkarnir tingast, stendur Høgni Hoydal á síðulinjuni, altráur eftir at sleppa á vøllin.