Sosialt skeivar avgerðir mugu endurskoðast

- Nakrar av teimum avgerðum, sum løgtingið hevur tikið, elva til kreppur í mongum føroyskum húsarhaldum, og tí er tað ikki so einfalt, sum mong vilja vera við, og sum løgmaður eisini segði í síni røðu á ólavsøku, at kreppan einans kemur uttanífrá, segði formaður Miðfloksins undir viðgerðini av løgmansrøðuni

Løgmansrøða

 

Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, segði, tá hann umrøddi røðu løgmans á ólavsøku, at røðan bygdi á hugleiðingar heldur enn á visjónir.

- Okkara flokkur hevur greiðar visjónir fyri tí landi, sum løgmaður lýsir so vakurt. Høvuðsvisjón okkara er ein tjóð, har tey ómetaligu virðir, sum skaparin hevur signað okkum við, koma øllum landsins borgarum javnt til góða. Øll skulu hava nógmikið til dagsins tørv, øll skulu kunna kenna seg trygg, eins vird og á sama støði. Okkara oyggjar eru nóg ríkar til at metta allan tørv. Eingin føroyingur eigur at líða neyð ella kenna seg trongstaddan – líka lítið, sum nakar føroyingur eigur sjálvsagdan rætt til marglæti bygt á herðar annara, sum formaðurin tók til.

Jenis segði, at tey, sum eru á niðastu rókum í samfelagnum, skulu eftir politikki Miðfloksins kenna seg eins trygg og hava somu livi-og trivnaðarumstøður, sum tey á ovastu rókum.

- Tann ójavni, sum er í dagsins samfelag, og sum tíverri verður hildin viðlíka við avgerðum á løgtingi, er hvørki virðiligur, sosialur ella moralskt og etiskt rættur, legði hann aftrat.

Jenis reisti eisini spurningin, hvør høvuðsuppgávan hjá politikarum er og vísti í sama viðfangi á, at fólkið hevur givið teimum 33, sum manna løgtingið, eitt stórt álit.

- Tað er fólkið, sum hevur givið okkum loyvi til at sleppa á hægsta avgerðarstað samfelagsins at virka. Vit hava fingið rættin til at áleggja skyldur, eitt nú at taka av teirra inntøkum í landskassan fyri síðani at býta hetta útaftur. Hetta forpliktar meir, enn vit óiva mangan geva okkum far um. Við okkara avgerðum stýra vit gerandisdegnum hjá mongum – bæði teimum, sum liva á sólarsíðuni, men eisini degnum hjá teimum, sum liva á skuggasíðum samfelagsins.

 

Neyðug endurskoðan

Formaður Miðfloksins vísti á, at nógvar av teimum avgerðum, ið tiknar eru, meðan hann hevur sitið á løgtingi, kann hann gleðast yvir, men tað eru eisini tær avgerðir sum níva, tí fylgjurnar hava verið so stórar.

- Nakrar av teimum avgerðum, sum løgtingið hevur tikið, elva til kreppur í mongum føroyskum húsarhaldum, og tí er tað ikki so einfalt, sum mong vilja vera við, og sum løgmaður eisini segði í síni røðu, at kreppan einans kemur uttanífrá.

Jenis nevndi í hesum sambandi støðuna hjá teimum sjúku, avlamnu og pensjónistunum, sum í hesum døgum fara á apotekið eftir heilivági.

- Dagliga berast frásagnir um kreppur, sum raka hesi, tá tey í staðin fyri at gjalda sítt vanliga egingjald fyri heilivág uppá einar 200 krónur, nú bráddliga verða kravd eftir eini 600, 800 og upp í einar 2000 krónur, tí ein meiriluti í løgtinginum í desember gjørdi av at broyta eina almannalóg. Henda avgerð saman við fleiri, ið raktu veikasta føroyingin meint, má endurskoðast, legði hann aftrat.

Formaður Miðfloksins vísti á, at løgmaður í síni røðu tosar

so vakurt um ábyrgdina fyri teimum veiku samfelagsbólkunum.

- Men skulu orð hansara takast í álvara, krevur tað, at vit endurskoða fleiri av teimum sosialt skeivu avgerðunum, ið vórðu tiknar um ársskiftið. Vit hava longu lagt fyri løgtingið fyrsta broytingaruppskotið og vóna, at løgtingið tekur undir við hesum, segði hann.

 

Arbeiðsloysi

Mong hava mist sítt arbeiði seinastu mánaðirnar, og nøkur hava einki starv funnið sær aftur.

- Ein maður lýsti kensluna, tá slíkt hendir, sum tað ringasta, honum hevði verið fyri. Hann ynskti ongum at uppliva tað, hann hevði verið ígjøgnum upp á lutfalsliga onga tíð. Í síni røðu segði løgmaður, at arbeiðsloysi er 3,4%, og rætt er, at hetta er lágt í mun til støðuna, sum onnur lond eru í, men hvør einasti arbeiðsleysur er ein ov nógv, segði Jenis.

Hann vísti á, at tá løgmaður umrøddi arbeiðsloysi, nevndi hann eisini ætlanirnar um menning av vinnulívinum kring landið og eina endurskoðan av teimum íløguætlanum, sum eru samtyktar.

- Vit velja at trúgva tí, sum løgmaður sigur, tó at tað undrar okkum, at so lítið ítøkiligt er at lesa um hesi viðurskifti. Avgerandi er, sum eisini serfrøðingar hava víst á, at tann politikkur, ið førdur verður, ikki kvalir, men stimbrar samfelagið. Fyrsta uppskot fíggjarmálaráðharrans bendi á vantandi innlit í júst hendan vanda. Famlagdi ólavsøkupakkin vísir tó, at tað hevur eydnast at fáa fíggjarmálaráðharran at skilja vandan við sínum upprunauppskoti, legði hann aftrat.

 

Drúgt at bíða

Jenis av Rana helt fyri, at tað er drúgt at bíða eftir veruligum ætlanum, og hann helt eisini, at landsstýrið skumpar nútíðina frammanfyri sær og vónar, at loysnirnar koma av sær sjálvum – og at kreppan fer lagaligari framvið okkum.

- Sjálvandi vóna øll, at so verður, men kent er, at betri er at fyribyrgja enn viðgera, legði hann dent á.

Í síni røðu viðgjørdi Jenis av Rana, formaður Miðfoksins, eisini mong onnur mál, sum eru frammi í føroyskum politikki, men ov drúgt verður at taka øll hesi fram í hesi grein.

Vit fara tó at taka tann partin við í aðrari grein, har Jenis av Rana, ið sum kunnugt eisini er lækni, viðgjørdi nógv umrødda svínakrímið.