Veruligur áhugi er í Sundalagnum fyri at varðveita gamla Deksbátin Reynir. Fundur varð á Oyrarbakka í gjárkvøldið. Ikki so nógv fólk møtti, men tey, sum vóru á fundinum, vóru sinnað at luttaka í arbeiðinum at [...] at seta bátin í stand. Sunda kommuna hevur sagt seg vera sinnað at gjalda fyri at flyta Reynir úr Vestmanna í Sundalagið, men vildi við fundinum hava trygd fyri, at álvari er i ætlanini. Áhugafelagið Reynir [...] møguligt at arbeitt upp á bátin alt árið. Reynir sigldi í sínari tíð við fólki og farmi millum Havnina og bygdirnar í Sundalagnum. Hann varð smíðaður í 1920.
Fiskivinna Ólagaliga veðrið í seinastuni hevur ført til, at fleiri fiskavirki liggja still í løtuni. Í Miðvági hevur einki fiskaarbeiði verið seinastu dagarnar, og tá ið vit frættu í gjár, var heldur einki [...] Fiskavirking í Vestmanna, Runavík og á Tvøroyri og ivasamt var, um nakað var virkinum á Toftum og í Vági heldur. Sum skilst, er tað ikki fiskaloysi, sum er atvoldin til, at gólvini eru turr, men í fyrsta lagi [...] Á virkinum hjá Fiskavirking í Miðvági, har hýsa er høvuðsrávøran, vænta tey, at fyrsti arbeiðsdagurin í hesi vikuni verður fríggjadagin. - Vit hava keypt nakað av hýsu í vikuni, men talan er um smáar
færri enn tvær ferðir nýggjársaftan. Fyrru ferð í Vestmanna kl 21.15, tá fólk, ið vóru stødd niðri við sjóvarmálan, hildu seg síggja eld í vindeygunum í einum húsum longri uppi. Sløkkiliðið varð boðsent [...] flammurnar av bálinum speglaðust í rútunum á húsunum. Tey, sum boðaðu eldin, sóu ikki sjálvt bálið, bert speglingina av tí í vindeygunum, og tí ivaðust tey ikki í, at eldur var komin í, Júst tað sama hendi á Argjum [...] Argjum kl. 21.30, tá sløkkiliðið eisini varð boðsent, eftir at eitt bál speglaðist í vindeygunum í einum húsum. Í báðum førum kom sløkkiliðið á staðið og staðfesti, at talan var um falskan alarm.
Í dag landar Vesturleiki í Sørvági. Vesturleiki partrolar saman við Sjagakletti, sum landar í Hvalba. Skipini hava verið úti í einar 12 dagar og hava umleið 180.000 pund í part ? ella eini 360.000 pund [...] fleiri ymiskir keyparar eru til lastina hjá Vesturleika. Landingarmiðstøðin í Sørvági fer eisini at landa línubátin Havbúgvan í morgin. Havbúgvin hevur verið undir Íslandi og hevur fingið eini 120.000 pund [...] landa fríggjadagin. Vesturtúgvan partrolar saman við Grønanesi, sum plagar at leggja veiðina upp í Vestmanna.
verða hildnar í Vági, Tórshavn, Runavík og í Klaksvík. Í Vági verða tað fleiri enn 300 luttakarar, í Tórshavn fleiri enn 500, í Runavík, har eystanstevna eisini er, verða tað fleiri enn 200 og í Klaksvík fleiri [...] fleiri enn 100, sum øll fara at seta sín dám á leikirnar. Í talvuni síggjast, hvørjar ítróttagreinar eru í hvørjum øki. Stað Vágur Tórshavn Runavík Klaksvík Kappingar Bogaskjóting Dart Svimjing ½ Maraton [...] Seyðahundar Súkkling Styrki Tennis Fimleikur Rógving Taekwondo Súkkling Judo Triatlon Skjóting verður í Vestmanna, Norðskála Leirvík Hetta tí at skjótibreytin á Sandvíkum ikki er tøk. Setanir: Marghøllin Hós.
barna- og ungdómsárunum í Vestmanna og á Tvøroyri, áðrenn hann leggur til brots. Í bókini greiðir Heini Olsen frá, at longu sum smádrongur fekst hann við at penta søgur saman í hugaheiminum, sum tó ongantíð [...] Byrjanin av mongu ferðunum hjá ævintýraranum hjá Heina Olsen er komin út í bókini ?Meg minnist - og ørminnist? Heini Olsen hevur strokið víða í sínum lívi og hevur stóran part av ævini virkað millum fólk, sum [...] sæð og hoyrt mangt forvitnisligt og skemtiligt. Nú hevur hann í hyggju at taka okkum við sær og endurliva sínar mongu ferðir kring knøttin í orðum og myndum. Meg minnist - og ørminnist er fyrsta bind av
eykabýráðsfundur í Havn. Tólvta og síðsta málið á skránni var at seta starvið sum trivnaðarstjóri. Sekstan umsóknir komu inn, og Gunnleyg Durhuus, ættað úr Vestmanna, men búsitandi í Havn, varð sett. Talan [...] bygnaðarbroytingunum, ið eru farnar fram í Tórshavnar býráð síðan síðsta kommunuval. Hetta er síðsta av trimum stjórastørvum, ið er sett. Broytingarnar í bygnaðinum merkja í høvuðsheitum, at øki eru løgd saman [...] arkitektur og NLP-ráðgevi. Hon hevur í tjúgu ár virkað sum arkitektur, harav tey seinastu 11 árini sum landsarkitektur í landsstýrinum. Seinasta hálva árið hevur hon verið í farloyvi úr tí starvinum.
Kyndil er á odda 1-0 í FM hálvfinaluuppgerðunum móti VÍF í SMS-deildini. Kyndilskvinnur vunnu í kvøld 26-20 á VÍF í høllini í Vestmanna. Í steðginum var Kyndil á odda 13-11. Tá sjey minuttir vóru leiktir [...] sjey málum. 2. FM hálvfinalan verður leikt í høllini á Hálsi í Havn komandi leygardag klokkan 17.30 Um VÍF vinnur tann dystin verður 3. FM hálvfinalan leikt í høllini á Hálsi komandi týskvøld. Vinnur Kyndil
dystin í Vestmanna, samstundis sum KÍF tá skal vinna á StÍF. Men hevur StÍf tá eisini tey bæði stigini fyri dystin í dag við í skjáttuni, hava teir somuleiðis alt at spæla fyri tann dystin. Dystirnir í dag [...] lítið er at ivast í, at teir spentir fylgja við, hvussu leikur fer í dag. Vinnur Kyndil heimadystin móti StÍF, so eru teir í finaluni. Strandingar kunnu hinvegin spæla sær øll kort í hondina, um teir taka [...] taka stigini í Havn. Kollfirðingar taka ímóti H71, og her er heimaliðið greiður favorittur. Og vinnur KÍF dystin, so hava teir enn møguleikan. Teir eru tá tvey stig aftan fyri VÍF, men við betri innan
Tað hevur verið avbera hált í nátt og í morgun, men tað hevur ikki elvt til nakrar serliga trupulleikar í ferðsluni. Løgreglan sigur, at í nátt fór ein bilur runt á vegunum á veg til Eiðis. Hann hevði [...] løgregluna í nátt at ávara um, hvussu hált tað var á Sandavágshálsi, men løgreglan hevur ikki frætt um ferðsluóhapp har á leiðini. Sum vit lósu á in.fo í morgun, fór ein bilur á glið í Vestmanna, men eisini [...] . Eitt nú sigur Landsverk, at tað kann væntast atr verða hált at koyra á Gjáarskarði, á Kambsdali, í Runavík, Eystanfyri Norðskálatunnilin og á Sundi