Fiskavirkir liggja still

Fiskivinna

Ólagaliga veðrið í seinastuni hevur ført til, at fleiri fiskavirki liggja still í løtuni.
Í Miðvági hevur einki fiskaarbeiði verið seinastu dagarnar, og tá ið vit frættu í gjár, var heldur einki fiskaarbeiði á Fiskavirking í Vestmanna, Runavík og á Tvøroyri  og ivasamt var, um nakað var virkinum á Toftum og í Vági heldur.
Sum skilst, er tað ikki fiskaloysi, sum er atvoldin til, at gólvini eru turr, men í fyrsta lagi ólagaliga veðurlagið.
Haraftrat kemur, at nógvur fiskur framvegis fer óvirkaður av landinum, og her er tað serliga bretski marknaðurin, sum yvirbjóðar føroysku virkini.
Á virkinum hjá Fiskavirking í Miðvági, har hýsa er høvuðsrávøran, vænta tey, at fyrsti arbeiðsdagurin í hesi vikuni verður fríggjadagin.
- Vit hava keypt nakað av hýsu í vikuni, men talan er um smáar nøgdir higartil, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari.