Kyndil kann vissa sær finalusessin

Tapið hjá VÍF fyri Neistanum setti veruliga trýst á oddaliðið. Og lítið er at ivast í, at teir spentir fylgja við, hvussu leikur fer í dag.

Vinnur Kyndil heimadystin móti StÍF, so eru teir í finaluni. Strandingar kunnu hinvegin spæla sær øll kort í hondina, um teir taka stigini í Havn.

Kollfirðingar taka ímóti H71, og her er heimaliðið greiður favorittur. Og vinnur KÍF dystin, so hava teir enn møguleikan. Teir eru tá tvey stig aftan fyri VÍF, men við betri innan hýsis úrslitum, kunnu teir vóna, at Kyndil vinnur seinasta dystin í Vestmanna, samstundis sum KÍF tá skal vinna á StÍF. Men hevur StÍf tá eisini tey bæði stigini fyri dystin í dag við í skjáttuni, hava teir somuleiðis alt at spæla fyri tann dystin.

Dystirnir í dag byrja klokkan 16.