Sløkkiliðið 2 ferðir boðsent nýggjársaftan

Vakthavandi sigur, at eldur varð fráboðaður ikki færri enn tvær ferðir nýggjársaftan.
Fyrru ferð í Vestmanna kl 21.15, tá fólk, ið vóru stødd niðri við sjóvarmálan, hildu seg síggja eld í vindeygunum í einum húsum longri uppi. Sløkkiliðið varð boðsent alt fyri eitt, men tíbetur var tað, tá avtornaði, ikki so álvarsamt hóast alt.
Eitt bál var nevniliga kynt nakað frá húsunum, og flammurnar av bálinum speglaðust í rútunum á húsunum. Tey, sum boðaðu eldin, sóu ikki sjálvt bálið, bert speglingina av tí í vindeygunum, og tí ivaðust tey ikki í, at eldur var komin í,
Júst tað sama hendi á Argjum kl. 21.30, tá sløkkiliðið eisini varð boðsent, eftir at eitt bál speglaðist í vindeygunum í einum húsum.
Í báðum førum kom sløkkiliðið á staðið og staðfesti, at talan var um falskan alarm.