Lítlir trupulleikar av hálkuni

Tað er framvegis væntandi, at tað fer at vera hált summastaðni


Tað hevur verið avbera hált í nátt og í morgun, men tað hevur ikki elvt til nakrar serliga trupulleikar í ferðsluni.

 

Løgreglan sigur, at í nátt fór ein bilur runt á vegunum á veg til Eiðis. Hann hevði píkadekk undir, men tað var so krapi á vegnum, at førarin misti tamarhaldið á bilinum, so at hann fór runt. Men talan var bara um materiellan skaða.

 

Ringt varð eisini á løgregluna í nátt at ávara um, hvussu hált tað var á Sandavágshálsi, men løgreglan hevur ikki frætt um ferðsluóhapp har á leiðini.

Sum vit lósu á in.fo í morgun, fór ein bilur á glið í Vestmanna, men eisini har var talan um avmarkaðan skaða.

 

Tað er framvegis hált summastaðni. Eitt nú sigur Landsverk, at tað kann væntast atr verða hált at koyra á Gjáarskarði, á Kambsdali, í Runavík, Eystanfyri Norðskálatunnilin og á Sundi