sambandi við, at tíðindi bórust í sambandi við íslandsvitjanina hjá Karsten Hansen fyri kortum, at Karsten segði við íslendskar fjølmiðlar, at verður talan um oljuframleiðslu í/undir Føroyum, merkir hetta, at [...] samgonguni ? í øllum førum í landsstýrinum ? hevur verið gott, og samstarvið hevur verið sera gott. Eisini tí kennist tað ørkymlandi, at Løgmaður nú kemur við hesum, sigur Karsten Hansen. Í tíðindaskrivinum frá [...] at fara í fjølmiðlar við tílíkum. Hann vísir á, at hann hevur havt fleiri fundir við Anfinn Kallsberg, men á hesum fundunum er einki komið fram um hetta. Løgmaður hevur sent úr tíðindaskrivi í sambandi
málningar við motivi frá grindadrápi. Í bókini »S. Joensen-Mikines, Færøernes maler, hans kunst og miljø«, sum Ernst Mentze skrivaði og gav út í 1973, framgongur, at longu í 1932 »fuldførte han et første mindre [...] motiv«, sum tó ikki hevur nakað tilknýti til teir stóru grindadrápsmálningarnar málaðir í 1942 í St. Kongensgade í Keypmannahavn: »Det første af disse billeder blev erhvervet af grosserer Jacob Dahl, i [...] djævelsk råhed og barbarisme?« Í bókini MIKINES, sum Emil Thomsen/Bárður Jákupsson góvu út í 1990, síggja vit (Hendingarøð 235/235), at grindadrápsmálningar koma fyri í 1942, 1944, 1945, 1946, 1956, 1958
Bókadeildin gevur út 6 bøkur í ársins øðrum bókaumfari. Her er fílur! Ver við, tá Fílur vaknar, etur, spælir, fer í bað – og tá hann ballar seg um kvøldið, tá dagurin er liðugur. Í bókini er nógv ymiskt, sum [...] hvønn dag, men ein dagin kemur hann ikki. Hvat er hent? Úti í garðinum, uppi í kastanjutrænum hjá Mallu, situr Kloddi við eini aðrari gentu. Og í tíðindunum brennur Amazonregnskógurin. Malla hevur IKKI tíð [...] sum fær gleði av einum vita langt inni í landinum? Hvat man fara at henda, tá ið Mimbo Jimbo tendrar ta ovurstóru elektrisku peruna? Og hvat er tað, sum fjalir seg í mjørkanum? Jakob Martin Strid hevur skrivað
Petur í Grund, er hampiliga væl nøgdur við úrslitið av samgongufundinum í gjár um ætlanin at leggja Landsverkfrøðingin og Strandferðsluna saman og uppsøgnina av Henningi Jacobsen. Sámal Petur í Grund sigur [...] fundinum, sum ætlanin var. ? Í fyrstu syftu fekk Finnbogi Arge eina ábreiðslu og mátti lova at taka betri partar fyri seg. ? Sostatt er hesin arbeiðshátturin, at seta politisk tiltøk í verk, uttan nakra sum helst [...] politiska viðgerð, ella kunning, steðgaður. ? í aðru syftu er arbeiðið at at leggja Landsverkfrøðingin og Strandferðsluna saman, steðgað. Sámal Petur í Grund sigur sostatt, at tað er beinleiðis skeivt
ábendingar um, at hon ikki kom í neyð av bankakanningini. Seinastur í røðini at siga frá sínum ábendingum í hesum máli, er so Jóanes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins, sum í seinnu helvt av vikuni ið fór [...] vitjanina hjá formanninum í danska javnaðarflokkinum, kemur við uppskot um at lata tað løgfrøðisliga í bankakanningini vera líka mikið, og heldur samráðast við donsku myndugleikarnar, í hesum føri við formanni [...] gerast niðurstøðurnar eisini skeivar. Men eingin ivi er um, at nú er vent í holunu. Tá vit eru tey somu, og eingin nýggj tíðindi, sum tala til hansara fyrimun eru komin fram, tvørturímóti, so má tað ivaleyst
fyrsta sinni sat í landsstýrinum frá 91 til 96. - Fjølmiðlarnir hava sera stóran týdning í dag, og týdningurin verður helst enn størri í framtíðini, sigur Jóannes Eidesgaard. Nýttu ráðgeva í valstríðið Ein [...] spurningur um at duga at leggja síni sjónarmið fram. Vit hava ongan áhuga í at manipulera við miðlunum, sigur Jóannes Eidesgaard. Í skrivandi stund er kunningarráðgevin ikki settur, men setanin er mestur [...] Eidesgaard ella Javnaðarflokkin. Við løgtingsvalið í ár nýttu flokkurin samskiftisráðgevara fyri betri at fáa sín boðskap fram undir valstríðnum. Formaðurin í Javnaðarflokkinum minnist serliga eitt dømi. -
Í Sigmundargøtu 5 í Havn, har landslæknin heldur til, hava fleiri stór og prýðilig trø prýtt økið rundan um stóra húsið. Landslæknahúsini vórðu bygd í 1913, og trøðini hava staðið har síðani. Í farnu viku [...] viku hvurvu hesi. Næstan øll trøini eru burtur, og har stendur í dag eittans træi eftir. Tað sær ógvuliga bert út, nakið og kalt, tá tú í dag gongur niðan eftir Sigmundargøtu. Uttan at taka munnin ov fullan [...] deyð Vit ringdu til landsarkitektin, Ole Jensen, og settu honum hesar spurningar, sum nógvir borgarar í høvuðsstaðnum hava sett sær sjálvum. – Har er eitt stórt øki, sum var tilgrógvið við sponskum hindberum
kenna seg aftur í. Valdi kvinnurnar World Online er ein hollendsk fyritøka, sum hevur deildir í 14 europeiskum londum. World Online er internetútbjóðari, og í løtuni starvast um 140 fólk í donsku deildini [...] deildini. Hetta er ein deild, sum er í støðugum vøkstri, og bara seinasta árið eru 100 starvsfólk komin afturat. Á heimasíðuni hjá fyritøkuni finnast tíðindi og upplýsingar um felagið og tað, sum felagið kann [...] internetinum áttu at tiltala kvinnur, men hóast hetta komu tær rættiliga seint í gongd á internetinum. Tað kann skyldast, at tað í byrjanini vóru fáar heimasíður, sum kvinnur høvdu áhugað fyri, men hetta vil
Nógvir suðuroyingar blivu mestsum ovfarnir, táið Sosialurin í gjár avdúkaði, at arbeitt verður við møguleikanum at seta Norrønu í siglingina ímillum Havnina og Suðuroynna ímeðan Smyril er til eftirlit [...] báði Strandferðsluna og Landsstýrið. Og tað fekk landsstýrismannin í samferðslumálum, sum er sjálvur Edmund Joensen, at stinga fingurin í jørðina og at hugsa seg um einaferð afturat. Og síðani hevur hann [...] hja Smyrli, men at landsstýrið arbeiðir við øðrum, fult forsvarligum loysnum. Og í gjár kundi Sosialurin bera tey tíðindi, at ein loysn, sum verður kannað, er at lata Norrønu røkja suðuroyarsiglingina henda
oljuheiminum við munnu bíða spenningi í hesum døgum at frætta meira frá boringini á landgrunninum. Tað eru nú góðir tveir mánaðir síðani, at borurin hjá Stena Don varð settur í undirgrundina. Nógvar hava gitingarnar [...] hetta í sær sjálvum er ein stórur sigur fyri leitingina um okkara leiðir, hetta er nakað, sum kann koma væl við, tá framtíðar brunnar skulu borast á landgrunninum. Fyri BP og ENI, sum skulu bora í 2007 [...] 2007 og 2008, og fyri Chevron, sum helst skal bora í 2008 ella 2009, eru hesi tíðindi sera kærkomin. Tað fer at minka um kostnaðin. Síðani borað varð gjøgnum tjúkku basaltfláirnar, sum eftir øllum at døma