Karsten Hansen:?Eg sigi mína hugsan

?Eg havi svarað íslendskum tíðindafólki upp á konkretar spurningar, og tað má eg hava loyvi til. Tað harmar meg, at løgmaður fer í fjølmiðlarnar við hesum, sigur Karsten Hansen, nú løgmaður hevur sent tíðindaskriv út viðvíkjandi úttalilsum hjá Karsten Hansen og Høgna Hoydal

Politikkur
Beint eftir middag fríggjadagin kom eitt tíðindaskriv frá Løgmanni, Anfinn Kallsberg, har hann hartar Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, og Høgni Hoydal, varaløgmann, fyri at hava úttala seg um, at Føroyar fáa fullveldi um fýra ár. Hetta hava teir gjørt við ávíkavíst íslendskar og føroyskar fjølmiðlar.
Karsten Hansen sigur seg harmast yvir, at løgmaður kennir tað vera neyðugt at fara í fjølmiðlar við tílíkum. Hann vísir á, at hann hevur havt fleiri fundir við Anfinn Kallsberg, men á hesum fundunum er einki komið fram um hetta.
Løgmaður hevur sent úr tíðindaskrivi í sambandi við, at tíðindi bórust í sambandi við íslandsvitjanina hjá Karsten Hansen fyri kortum, at Karsten segði við íslendskar fjølmiðlar, at verður talan um oljuframleiðslu í/undir Føroyum, merkir hetta, at fullveldi verður veruleiki innan fýra ár.
Karsten Hansen sigur seg, at hann varð spurdur ein konkretan spurning frá íslendskum fjølmiðlafólki, sum kendu til prátið um fýra ára skiftistíð.
?Eg havi svarað íslendskum tíðindafólki upp á konkretar spurningar, og tað má eg hava loyvi til. Eg segði teimum mína hugsan um málið, og tað kann ikki koma óvart á nakran, at eg sum tjóðveldismaður hava hesa hugsan, og at hendan er ein onnur enn tann hjá Fólkaflokkinum, sigur Karsten Hansen.
Hann undirstrikar, at hansara úttalilsir byggja á avtalir, ið eru gjørdar millum Føroyar og Danmark, og hann kann ikki ímynda sær ? um ein oljuvinna verður til veruleika ? at danir framvegis verða sinnaðir at gjalda blokkstuðul.
Fíggjarmálaráðharrin harmast um, at Anfinn Kallsberg kennir tað vera neyðugt at fara í fjølmiðlarnar við hesum, tá ið Karsten sjálvur metir seg hava sagt sína egnu hugsan, einki annað.
-?Eg greiddi teimum eisini frá samtyktiktini, ið samgongan hevur gjørt, sigur Karsten Hansen.

Svara aftur
Spurdur um, hví teir eisini hava valt at fara í fjølmiðlar við einum tíðindaskrivi og ikki bert loysa trupulleikan innanhýsis í samgonguni, sigur Karsten Hansen, at teir hava ikki gjørt annað enn at svara tíðindaskrivinum frá Løgmanni aftur, og tað má mann væl rokna við.
At hetta er nakað valupplegg frá teirra síðu, vil Karsten Hansen ikki hoyra talan um, men roknar samstundis við, at Løgmaður sum fólkafloksmaður roynist at tekkjast sínum egnu veljarum, sum í ein stóran part eru sambandsfólk.
Sum heild skilir Karsten Hansen ikki rættiliga, hví Løgmaður kennir tað vera neyðugt at senda út tíðindaskriv.
?Eg skilji ikki trupulleikan. Stevið í samgonguni ? í øllum førum í landsstýrinum ? hevur verið gott, og samstarvið hevur verið sera gott. Eisini tí kennist tað ørkymlandi, at Løgmaður nú kemur við hesum, sigur Karsten Hansen.
Í tíðindaskrivinum frá Karsten og Høgna verður millum annað sagt, at Løgmaður nýtir løgmansembætið til at reka partapolitikk og við skeivum upplýsigum.
Tá ið vit spyrja Karsten Hansen um hetta, vil hann ikki siga nakað um, at hetta nú merkir, at hann metir, Løgmaður misnýtir sítt embæti.
Karsten Hansen veit ikki siga, hvørjar fylgjur hetta fær fyri samgonguna ella samstarvið millum hann og Anfinn Kallsberg.