Alt Føroya fólk og stórur partur av oljuheiminum við munnu bíða spenningi í hesum døgum at frætta meira frá boringini á landgrunninum. Tað eru nú góðir tveir mánaðir síðani, at borurin hjá Stena Don varð settur í undirgrundina. Nógvar hava gitingarnar verið, og herfyri skrivaði norskt blað, at borurin hevði rakt við olju.
Sosialurin veit frá álítlandi keldum at siga, at enn hevur Stena Don hvørki rakt við olju ella gass. Boringin er um at vera liðug. Borað verður eftir øllum at døma vikuna út. Statoil, sum er fyristøðufelag, vil als einki siga um úrslitið higartil, og sama er galdandi fyri Jarðfeingi, men kortini hevur tað eydnast blaðnum at fáa upplýsingar um boringina.
Líta vit eitt sindur aftur um bak, so gekk tað sera væl at bora gjøgnum basaltið, og hetta í sær sjálvum er ein stórur sigur fyri leitingina um okkara leiðir, hetta er nakað, sum kann koma væl við, tá framtíðar brunnar skulu borast á landgrunninum. Fyri BP og ENI, sum skulu bora í 2007 og 2008, og fyri Chevron, sum helst skal bora í 2008 ella 2009, eru hesi tíðindi sera kærkomin. Tað fer at minka um kostnaðin.
Síðani borað varð gjøgnum tjúkku basaltfláirnar, sum eftir øllum at døma vóru væl tjúkri enn mett frammanundan, hevur spenningurin verið ómetaliga stórur hjá teimum 8 oljufeløgunum, sum eru partur av boringini.
Eitt skifti mettu keldur hjá blaðnum, at tað sá sera áhugavert út undir basaltinum, tí jarðfrøðiligu viðurskiftini vóru rættiliga meinlík metingunum hjá jarðfrøðingunum hjá Statoil. Síðani er borurin tikin uppaftur fleiri ferðir, og herfyri varð ein steðgur uppá fleiri dagar við boringini, tá loggað varð í brunninum, tvs. serstakar kanningar vórðu gjørdar við ymsari framkomnari útgerð djúpt niðri í sjálvum holinum fyri at tulka bæði grótsløg og jarðfrøðina.
Eftir hetta er boringin so tikin uppaftur og verður borað framvegis. Sum skilst á keldum okkara er ikki troffið við hvørki olju ella gass, men víðari kanningar skulu greina hetta nærri. Tí fyri at fáa eitt neyvt úrslit er neyðugt at gera fleiri kanningar aftrat, eisini eftir at boringin er liðug. Tað er heldur ikki óvanligt, at kanningarnar, sum verða gjørdar av tilfari og upplýsingum eftir eina boring, kunnu vísa kolvetni, hóast hetta ikki kundi staðfestast í sjálvari tí fysisku boringini.
Hetta er eisini tað, sum er vanligt fyri nógvar aðrar brunnar, sum verða boraðir. Enn er so kortini eisini ein vón um, at okkurt skal henda teir seinastu metrarnar niður í undirgrundina. Og enn er sum skilst eisini ov tíðliga til at gera endaligar niðurstøður um, antin kolvetni er til steðar ella ikki, tí víðari kanningar kunnu koma til annað og harvið eisini meira positivt úrslit.
Samanumtikið er tíð ov tíðliga at koldøma eina boring sum hesa sum turra og miseydnaða. Tøkniliga sæð er hon longu ein succes. Og vitanin frá hesi boring kann so aftur verða hent hjá teimum, sum seinni fara at bora á landgrunninum.










