hetta er batnað nógv tey seinastu árini. Tað var serliga síðst í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum, at tað gjørdust nógvar eftirstøður í skatti. Mest var í partafelagsskatti, men eisini nógv í B-skatti [...] hesum eru 130 mill. kr. rentur. Írestandi A-skattur eru í løtuni tær størstu eftirstøðurnar. Hesar eru 116 mill. kr. Eftirstøðan í B-skatti er 46,4 mill. kr, meðan 54,7 mill. kr. eru eftir í partafelagsskatti
stytta um flutningstíðina. Harafturat varð ansað eftir, at køliketan var óbrotin frá tí, at fiskurin var pakkaður í Føroyum, til hann var borin inn á matstovuna í New York. Nakað, ið ikki bar til, tá ið laksurin [...] frá flutningi til marknaðin við flogfari. Tí var tað púra greitt fyri okkum, at vit skuldu gevast við loftvegis flutningi,” Dagurin fyri kollveltandi átakið var settur til 10.10. 2020, og tíðina fram til [...] góðar matstovur – skuldu sannførast um, at tey fingu eins góðan laks, hóast hann ikki var flogin á marknaðin. Skiftið var tungt í byrjanini, men Hiddenfjord hevði tikið stig, sum kundu menna og betra um tøkuna
millión. Tá Malta var á Svangaskarði 8. juni var áskoðarafjøldin metstór, 6.642, og tað er størsta orsøkin til góðu framgongdina á hesum posti, sjálvt um dystartalið var lægri, enn tað var árið frammanundan [...] úrslitið av øllum virkseminum hjá FSF í 1997 var eitt hall upp á 231.834 krónur, og av hesum áttu unglingalandsliðini 950.377 krónur. U-16 landsliðið var í kapping í Fraklandi á páskum, í NM í Finnlandi [...] Árið frammanundan vóru pengar eisini fluttir úr hesum grunninum. Tá var talan um 379 túsund krónur. Landskassastuðulin til henda grunnin var bæði árini trý hundrað túsund krónur. Í kassan Inntøkurnar hjá FSF
at fjala yvir tað, sum gekk fyri seg: ? Hatta var ein stór skomm. Eg vildi ynskt, at tað var sunnudagur aftur í morgin, so næsti landskappingardysturin var á skránni, og vit harvið fingu møguleikan at fara [...] 1 til 3?2 og í staðin fekk eitt mál ímóti sær, so B36 var frammanfyri 4?1, tá ið teir sunnudagin vitjaðu í Klaksvík, lá tað í kortunum, at tað var B36, sum skuldi verða annar parturin í ólavsøkufinaluni [...] Og tað var um reppið, at KÍ metið fyri heimatapi í nýggjari tíð fall. Men málið hjá Hjalgrími bar sama úrslit við sær, sum í minniliga landskappingardystinum á Norðoyastevnu í 1989, tá ið tað var HB, sum
dyst 2-0. Settmunurin var 21-15 og 21-10. Sigrun Smith vann sín dyst 2-0. Settmunurin var 21-6 og 21-9. Aksel Poulsen og Bjartur Lamhauge vunnu tvímansleikin 2-0. Settmunurin var 24-22 og 21-16. Føroyar [...] Settmunurin var 21-18, 19-21 og 21-14. Sigrun Smith tapt 0-2, støðan er 1-1. Settmunurin var 11-21 og 17-21. Aksel Poulsen og Bjartur Lamhauge vunnu tvímansleikin, støðan er 2-1 til Føroyar. Settmunurin var 21-14 [...] á Grønlandi. Settmunurin gjørdist 25-23, 25-22 og 25-23. Grønland pressaði føroyska liðið væl, og var væl frammanfyri bæði í øðrum og triðja setti. **** FIMLEIKUR Føroyar hava vunnið bronsu í liðkappingini
Eitt skifti var tað heimaliðið, ið var á odda, men so tóku H71 yvir og legði seg á odda, og soleiðis skifti tað allan dystin. Fyrstu løtuna av dystinum hevði heimaliðið munin, men tað var skjótt, at tað [...] minuttur var eftir at leika, stóð á jøvnum 29-29. Bæði liðini høvdu møguleika at fáa mál í seinasta minuttinum, men tað var bert veteranurin hjá StÍF, Artur Johansen, ið megnaði at fáa mál, og tá var stór [...] tað javnaði seg aftur, og so gekk javnt á restina av dystinum. Stóri spælarin hjá StÍF sunnudagin var Leivur Justinussen, sum skeyt ikki færri enn 12 mál. Leivur vísti enn einaferð, at hann og bróðurin
vóru heilt ótrúliga nógv spældar í mínum bláa kamari. Eg var heilt vekk í Mark Owen og hevði 70 plakatir av honum í kamarinum... Og jú, jú, eg var orduliga so »forelskað« í Mark Owen... :) Frændur: Svart [...] Svart Gull Eg eri vaksin upp við Eyðuni, Rana & Steintór. Tað var tónleikur, sum var sungin til øll ballini í Hoydølum, til »vennindukvøldh og sjálvandi til hvørja einastu konsert, teir høvdu. Tá dámdi mær [...] sindur um, so hann passaði til mín góða flokk í Hoydølum, 95B. Tónleikurin hjá Frændum verður enn spældur, tá vit hittast. Danse med Drenge Í 1995 var eg á eftirskúla í Norðurjútlandi. Tá gjørdist eg ein reiðulig
bátarnir eru longu givnir og fara nú aðrar leiðir. Ein bátur var á Havnini mánadagin og setti føroyingarnar av og fekk proviant umborð og ein var á Havnini í gjár. Tilsamans hava trý japans tunfiskaskip loyvi [...] fingið. Fyrra partin av tunfiskatíðini var harafturat lítið at fáa. Tað, sum bátarnir hava fingið, hava teir fingið nú í seinast í september og í oktober. -Tað var ikki fyrrenn um mánaðarskiftið septem [...] Føroyum í ár vóru annars góðar áðrenn tunfiskatíðin byrjaði. Í fjør byrjaðu bátarnir í august, men tá var so nógv at fáa, at hildið varð, at tað loysti seg at byrja fyrr í ár, tí roknað varð við, at tunfiskatíðin
hesum sambandi slóðar Atlantic Petroleum fyri. Hví skrásetast á einum virðisbrævamarknaði Ætlanin var frá byrjan, at felagið einaferð í framtíðini skuldi skrásetast á einum virðisbrævamarknaði. Eftir at [...] samstarvsavtalan millum VMF og ICEX varð undirskrivað, metti leiðslan í Atlantic Petroleum, at tíðin var búgvin at skráseta Atlantic Petroleum á marknaðinum. Felagið sær fleiri fyrimunir við at vera skrásett [...] num er føroyskar fyritøkur og privatpersónar. Aktiv felagsins høvdu 31. mars 2005 eitt virði uppá 111 milliónir krónur. Atlantic Petroleum luttekur í leiti- og útbyggingar loyvum í Føroyum og Bretlandi
maskinmeistari og hev-ur t.d. sjálvur yvirhálað motorin og nógv annað á bilinum. Chrysler Imperial Crown var stóri luksusbilurin hjá Chrysler, sum tá í tíðini kappaðist við Cadillac hjá General Mot-ors og Lincoln [...] Føroyum. Í dag eru akførini 41 ferðir so nógv í Føroyum. Hagtøl frá Akstovuni frá 1960 vísa, at tá vóru 111 persónbilar í Føroyum. Hýruvognarnir vóru tá fleiri í tali enn persónbilarnir. Tá vóru 208 hýruvognar [...] tali. Næststørsti bólkur er vørubilar, sum eru 4.843 í tali. Sum tað sæst í stubbanum høgrumegin, so var bara ein brandbilur skrásettur í 1960, sum helst er gamli Bedford Brandbilurin hjá Tórshavnar Sløkkiliðið