Enn einaferð borðreiddu StÍF og H71 við einum spennandi dysti sínamillum. Tað hevur víst seg fleiri ferðir í ár, at dystirnir millum júst hesi bæði lið, bæði í lands- og steypakappingini, eru sera javnir og spennandi.
Tætt allan dystin
Dysturin sunnudagin mundi verða ein tann javnasti leingi. Illa bar til hjá áskoðarunum at meta um, hvønn veg tað fór at ganga, tí liðini skiftust um at hava leiðsluna. Eitt skifti var tað heimaliðið, ið var á odda, men so tóku H71 yvir og legði seg á odda, og soleiðis skifti tað allan dystin.
Fyrstu løtuna av dystinum hevði heimaliðið munin, men tað var skjótt, at tað javnaði seg aftur, og so gekk javnt á restina av dystinum.
Stóri spælarin hjá StÍF sunnudagin var Leivur Justinussen, sum skeyt ikki færri enn 12 mál. Leivur vísti enn einaferð, at hann og bróðurin Sveinur eru av alstórum týdningi fyri liðið hjá strandingum. Teir báðir skutu tilsamans 19 av teimum 30 málunum, ið StÍF fekk í dystinum.
Hjá strandingum var tað eisini ein missur, at hvørki Alexandur Johansen, Jón Rasmussen ella Pauli Hansen vóru við á liðnum. Hoyvíkingar hava framvegis ikki Levi Nybo aftur á liðnum, tí at hann er burturstaddur í arbeiðsørindum.
Bjóða av í kappingini um bronsuna
Eitt skifti í seinna hálvleiki lá tað líkasum í luftina, at H71 fór at vinna dystin, tá ið teir løgdu seg á odda við tveimum málum, men strandingar bardu seg upp á javnt áftur. Og so tá ið einir seks minuttir vóru eftir at spæla, kom StÍF upp á javnt 26-26, og samstundis fekk H71 við stuttum millum bili tveir mans útvístar. Men við einum manni minni eydnaðist tað tó hoyvíkingum at koma frá at verða aftan fyri 26-27 til at leggja seg á odda 28-27.
Men so svaraðu strandingar aftur, og tá ið ein minuttur var eftir at leika, stóð á jøvnum 29-29. Bæði liðini høvdu møguleika at fáa mál í seinasta minuttinum, men tað var bert veteranurin hjá StÍF, Artur Johansen, ið megnaði at fáa mál, og tá var stór frøði á teimum allarflestu av teimum gott 400 áskoðarunum, ið vóru til dystin á Skála.
Við sigrinum hevur StÍF lagt seg rættuliga væl fyri í kappingini um bronsumerkini. Nú KÍF snávaði móti Kyndli, hava strandingar lagt seg á triðjaplássið, og um teir megna at halda fast í tí, eru teir óivað vælnøgdir. Teir hava hóast alt longu vunnið steypakappingina, so árið í ár er ikki so galið hjá strandingum kortini, hóast tað ikki sá alt ov gott út tíðliga í kappingarárinum.
Hinvegin eru hoyvíkingar óivað eitt sindur misnøgdir við enn einaferð at hava tapt tepurt móti strandingum, og teir fara óivað at leggja høvdið á blot, so at teir kunnu fyrireika seg enn betur til komandi ár, har teir óivað ætla at gera seg galdandi eitt sindur longri upp á stigatalvuni, enn teir eru í løtuni.
StÍF-H71 30-29 (15-14)
StÍF: Leivur Justinussen 12(4), Sveinur Justinussen 7(1), Artur Johansen 6, Bárður Danielsen 3, Rúni Nicalsen 1, Bent Djurhuus 1
H71: Esbern Patursson 9(5), Halgir Dahl Olesen 8, Olaf Vesturgarð 3, Niels Viggo Niclasen 3, Piti Negru 2, Johnny Durhuus 2, Sigtór Andreasen 2
Brotskøst: StÍF 6(5), H71 6(5)
Útvísingar: StÍF 5, H71 6
Dómarar: Kári og Dánjal Hansen










