HVUSSU leingi skulu vit bíða , til vit fáa eina heiðurliga og virðiliga loysn á tí kreppu, sum hevur tikið seg upp millum Danmark og Føroyar - í kjalarvørrinum á bankakanning og annars øllum teimum sk [...] enn at slaka og byrja ein uppbyggjandi dialog við føroyskar myndugleikar. VIT siga ikki, at ein nýggj kanning skal gerast. Vit siga, at danska stjórnin má viðganga, at her er so nógv skeivt farið fram [...] góðtrúgvin sum vit vóru eydnaðist tað hesum stovnum eftir resept frá donskum embætismonnum og Fíggjareftirliti at lokka føroyingar út í eina kreppu, sum somu føroyingar í dag mugu gjalda fyri - til danska
eftir við, nú vit hoyrdu, hvussu debattin á fólkatingi gjørdist ein uppgerð við føroyskt oysl og yvirforbrúk. Ja ein moralskur peikifingur. VIT føroyingar eiga ikki at vera undirbrotligir. Vit eiga heldur [...] avgjørdan hátt men eisini við virðing. Vit eiga at krevja rætt okkara men samtíðis røkja okkara skyldur. Danir skulu gjalda fyri sítt svik - og tá tað er gjørt - eiga vit og danir at stinga út í kortið av nýggjum [...] tó siga - við m.a. fólkatingsdebattini sum grundarlag - at tekin eru ikki til, at vit fara at fáa tað afturgoldið, sum vit hava rætt til eftir donsku svikagerðina. Tí jú nærri nærkast vali í Danmark tess
TAÐ er at fegnast um, at vit hava fólk í landinum, sum tora og duga at siga sína meining. Ein av teimum er Birgir Danielsen, sum Sosialurin hevði eina samrøðu við mikudagin. Umframt at vera stjóri í F [...] áttatiárunum. SOSIALURIN spyr Birgir Danielsen um tað ikki hevði borið til at stýrt búskapinum betur, um vit høvdu havt ein landsbanka í áttatiárunum, tá heimastýrið misti tamarhald á búskapinum. Gamli sjóvi [...] kunnað stýrt búskapinum betur, og hann leggur afturat, at teir vóru ímóti landsbankanum, tí teir vildu ikki hava politiska valdið inn í bankarnar. LÍKT er til, at Birgir Danielsen hevur misskilt okkurt
og tað kann henda, at rentan hækkar aftur. Harafturat er heldur ikki lagt upp fyri, at vit skulu fara at gjalda uttanlandsskuld aftur næsta ár. V.ø.o. sýnir borgarliga landsstýrissamgongan einki annað [...] nýtsluna og brúka arbeiðsmegina aðrastaðni. Fleiri áhugafeløg gera vart við ónøgd sína, og í SvF síggja vit syrgiligar myndir, tá fólk flyta út. Úrslitið er, at Løgtingið játtar 300.000 krónur, so fólkini kunnu
er tá, um vit klára at gjalda eitt tvey-oyra av uttanlandsskuldini? TÍ eiga vit eisini at seta spurnartekin við, um tað er rætt at gjarða so nógv út, tí val er næsta ár, og eisini eiga vit at seta sp [...] hava, líka mikið hvørja politiska áskoðan vit hava. Tí er spurningurin, hvønn fíggjarpolitikk skulu vit reka? SKULU vit lata skattalætta ? m.a. til sjófólk ? og skerja meirvirðisgjaldið fyri ávísar tænastur [...] peningin? Ella skulu vit lata vera við at skerja inntøkurnar hjá landskassanum, og hava verandi tænastustig á t.d. heilsuøkinum? Vit kunnu jú ikki bæði blása og hava mjøl í munninum! VIT kunnu nú ímóti ársenda
undirskot nú, men hyggja vit frameftir, so eru útlit til, at henda sigling landsbúskaparliga kann geva okkum stórar fyrimunir, her verður m.a. hugsað um útflutningin av feskum fiskafløkum. Vit hava so oftani nevnt [...] útbyggingini av flogvøllinum! Hvussu við undirsjóvartunnlinum! Hvussu við Skotlandssiglingini og hvussu vit tippingini fyri bert at taka nøkur av málunum fram. TAÐ er einki dulsmál, at løgmaður ikki er lættur [...] útbyggingina av flogvøllinum í Vágum. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa hann at svara hesum spurningum. VIT skulu tí gera eina roynd á hesum stað at seta løgmanni hesar spurningar: Hvussu ber tað til, at einki
vinna nakran sum helst frama. Tí komu teir við einum nýggjum uppskoti, sum føroyingar kortini ikki vildu tosa um. Harvið steðgaði málið upp og nú kemur so nýggjasta stigið í málinum. ÁHUGAVERT kundi verið [...] okkara fólk í samráðingarnevndini taka fult undir við, ella um løgmaður ger hetta ímóti teirra ráðum! Vit halda tað vera rætt at fyritaka sær okkurt, so tá løgmaður ikki vil leggja nakað nýtt uppskot fram [...] Skotlandssiglingina á einum heilt øðrum støði. Kanska hetta var vert at nevna, tá løgmaður fer til London. VIT seta okkara álit til, at løgmaður og tey fólk, sum hann fer at hava við sær til London - um nakað verður
skipaeigarar, sum annars vildu vent fólkaflokkinum bakið, nú eru nøgdir, tí tað kortini var ein fólkafloksmaður, sum talaði teirra søk. HETTA er einki nýtt fyri fólkaflokkin. Vit minnast frá undanfarnum [...] NÚ kenna vit hann aftur ? fólkaflokkin. Tann bólkurin av einstaklingum, sum hevur valt at kalla seg flokk men sum í veruleikanum eru einstaklingar, sum virka og arbeiða politiskt fyri seg og sínar. Floksheitið [...] partamaður, Jógvan við Keldu vil hava sín undirsjóvartunnil um Lorvíksfjørð. Hetta er so nakað, sum vit líkasum hava lært av liva við ? hetta at áhugamálini hjá teimum fólkavaldu í miðstaðarøkinum og teimum
ORÐASKIFTIÐ á tingi um uppskotið til sosialar pensiónir avdúkaði til fulnar, at vit hava ongan samanhangandi eftirlønarpolitikk. FLESTU flokkar ásannaðu fyri nógvum árum síðani, at fólkapensiónin er ikki [...] SKIPANIN er góð, og var inngjaldið hækkað upp í eini 5-6 prosent, ella meiri, sum er tað vanliga, fólk gjalda til eftirlønarskipanir, so hevði útgjaldið verið hægri. Hevði peninganøgdin í grunninum verið størri [...] størri, hevði verið meiri peningur at arbeiða við. Orsøkin til, at Havnar Arbeiðsmannafelag kann gjalda sínum limum upp í 3.500 kr. um mánaðin er, at grunnurin lænir pening út og á henda hátt hevur góðar
fyrst børn og evnaveik og nú eisini kvinnur av døgum. VIT liva í einum demokratiskum samfelag, har vit øll hava loyvi at halda og siga tað vit vilja. Vit hava sagt hetta áður og fara at endurtaka tað her: [...] - nú vit nærkast ár 2000 - við statsins góðkenning, drepa sínar egnu borgarar. JAMEN siga tey, sum taka undir við hesum - talan er jú um fólk, sum hava tikið onnur av døgum, og tí mugu tey gjalda við sínum [...] GUDS OWN COUNTRY. SOLEIÐIS dámar amerikanarum at kalla sítt egna land. Guds egna land. VIT vóru mong, sum komu til hugs alt annað enn Guds egna land, tá boðini frættust tíðliga mikumorgunin um, at staturin