somu skyldur uttan mun til førleika. Tað er ongin sjálvfylgja í Føroyum, at rørslutarnað sleppa framat allastaðni, sigur Marjun Sigurðsdóttir, forkvinna í MBF. Eitt nú ber ikki til at sleppa á Fróðskaparsetrið [...] tilvitað um atkomuvinsemi, tá vit byggja og umbyggja. Tí er tað sera fløvandi, tá MBF leggur til merkis, at vit royna okkara besta, sigur Bogi Bendtsen. Tað er ikki bara Yviri við Strond, at Sparikassin hevur [...] og vera við til foreldrafundir. Mentanarhúsið: Fleiri uppskotstillarar hava víst á Mentanarhúsið í Fuglafirði fyri góðan atkomumøguleika. Koyristólsbrúkari vísir á, at nógv er gott, men at tað framvegis
í Slái Ring sipa til, er, at tað stendur at børn kunnu sleppa undan at dansa føroyskan dans, tá ið foreldrini krevja tað og tað halda tey er niðrandi mótvegis teimum, sum dáma føroyskan dans og føroyska [...] dans. Tað halda tey í felagnum Slái Ring, sum er landsfelagið hjá teimum, sum dansa føroyskan dans. Tað stendur í fólkaskúlalógini, at børn skulu hava føroyskan dans og kvæði í skúlanum. Men tað, tey í [...] at verja siðaarvin settan í gildi fyri Føroyar. tey vísa á, at sum eitt tað fyrsta verða føroyski dansurin og kvæðini nevnd, so tað sampakkar ikki við, at børnini kunnu sleppa undan føroyskum dansi í skúlanum
hesi tøl eisini, at ein av hvørjum 10 sjúklingum er ikki nøgdur, ella 11 prosent. Og tað er sjálvandi ikki so gott, tí umráðandi er jú, at fólk við ørindum í sjúkrahúsverkinum kenna seg væl har og fáa [...] eru før fyri at taka við teimum avbjóðingum, ið koma. Javnaðarflokkurin vil virka fyri, at tað er trygt og gott hjá bæði sjúklingum, starvsfólkum og øðrum, ið hava nakað við sjúkrahúsverkið at gera. Eingin [...] verða gjørt fyri, at allir sjúklingar hava orsøk til at vera nøgdir við ta hjálp, teir fáa har. Skal hetta eydnast, er eisini neyðugt við bestu umstøðum til starvsfólkini, sum fyri stóran part eru ovbyrjað
Umleið 2.500 fólk eru á bíðilista til leigubústað hjá Bústøðum. Bústaðir hava 380 leigueindir og 146 eru í gerð. Hjá Bústøðum merkja tey stóran eftirspurning eftir íbúðum, serliga frá yngri og eldri føroyingum [...] føroyingum. Eftirspurningurin og tørvurin hjá hesum aldursbólkum er tó ikki tann sami, og tað er serliga eftirspurningurin hjá teimum yngri eftir smærri íbúðum, sum ikki verður nóg væl møttur. Nógvar kommunur [...] vælvirkandi lutaíbúðarmarknaði. Gevur tú mær títt álit á valinum 8. Desembur fari eg at virka fyri hesum. Gott val – X við A Fía Selma Nielsen
hendur, tað er ríkiligt til av pengum og allir búskaparligir pílar peika rættan vegin. Men tað merkir ikki at alt er gott. Vit hava tørv á at gera samfelagið munandi grønari, javnari og meira sjálvberandi [...] lykilin til meira vælferð. Men hetta tykjast fleiri at hava tveitt fyri borð í valstríðnum. Boðskapurin er, at øll skulu fáa, men ongin skal betala. Tað gongur væl í Føroyum. Vit hava arbeiði til allar hendur [...] stressa for nógv. Tað noyðast tey flestu, fyri at fáa endarnar at røkka saman. Fyri nógv smábørn merkir hetta at tey eru til arbeiðis – á dagstovni – í 9 tímar um dagin. Og so halda vit at tað er nógv at arbeiða
at ferðast í Føroyum - tað er tað einasta rættað. SSL er nú gott nokk ikki eitt alment partafelag, tað eru tunnlarnir báðir, men landið eigur øll trý og eigur tí at viðvirka til at vit sum liva í Suðuroynni [...] fær, so er tað ikki ov lítið at krevja, at vit eisini sleppa at ferðast hesa einu vikuna til og frá oyggjum okkara, fyri at hava møguleika eisini at uppliva og royna at koyra frá Havnini til Viðareiðis [...] prísur at gjalda, og er tað eitt sum eigur at verða rættað í nærmastu framtíð og vóni eg at fyrispurningur Óla Breckmans til Bjarna Djurholm kann verða við at seta hol á just tað orðaskifti sum snýr seg
sum svarar til samlaðu elnýtsluna hjá øllum privatum húskjum í Føroyum. Vindmyllulundin í Húsahaga framleiddi 5031,48 MWh í oktober 2018. Hetta er nýtt met, gamla metið er frá desember 2014. Tað er tó ikki [...] Nógva regnið og vindurin í oktober í ár mundi vera summum til ampa, men tá ið ræður um elorku er regn og vindur kærkomið. Elorkan í Føroyum royndist sera væl í oktober. Sonevndi grøni parturin av samlaðu [...] 8 prosent. Vindorka stóð fyri 23,3 prosentum, meðan 44,5 prosent komu frá vatnorku. Hetta er sera gott samanborið við undanfarin ár. Í oktober 2017 var grøni parturin 64 prosent, og í 2016 var grøni parturin
Grønlandi boðað frá luttøku. Hugskotið til tiltakið eigur Ólavur á Heygum, sum ognaði sær gamla kappróðarbátin á Tvøroyri, 10 mannafarið Tvørabátin. Hann vendi sær til Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, sum er [...] at skipa fyri slíkum stevnum í onkrum av hinum londunum eina aðru ferð, um hugur er til tess og at gera hetta til ein fastan tátt í norðurlendska samstarvinum, kanska annaðhvørt ár. Norðurlendingarnar, sum [...] frammanundan hava føroyskar bátar, men ikki øll. ?Í hinum norðurlondunum er tað ikki søret áhugi fyri føroyska bátinum og tað eru feløg í ymsum londum, sum eiga føroyskar bátar. Nógvir av luttakarunum á
vinnulívið verða viðgjørd, og limir felagsins hava virksemisframløgur. Vanliga eru tað bert limir felagsins, sum eru bodnir við til tiltøkini, men einaferð um árið verður skipað fyri einum størri almennum tiltaki [...] er eitt áhugafelag fyri sjálvstøðug vinnurekandi og privatar fyritøkur í Eysturoynni. Felagið hevur til endamál at skapa karmar, ið birta uppundir vitanardeiling og netverkan millum teir 116 limirnar, sum [...] tiltaki. Seinastu árini hevur fokus verið sett á kappingarføri og hvønn týdning, eitt gott kappingarføri hevur fyri føroyska samfelagið - fyri fólkið sum býr her og fyri føroyska vinnulívið. Frágreiðingar
hava vit skyldu til at taka hetta í størsta álvara, so skúlatilboðið ikki bara verðu traditionell innlæring, men eisini eitt tilboð til tað heila menniskja, sigur Asta í Toft. Hon heldur, tað vera umráðandi [...] hevur sum so onki ímóti forskúla, men hon heldur, at vit eiga at bíða í nøkur ár, til vit hava snikkað tað rætta tilboðið til tey 6 ára gomlu saman. Ikki minst í dag, har foreldrini í alt størri mun eru burtur [...] umráðandi at fáa pedagogarnar við, so innskúlingin verður eitt gott upplivilsi fyri allar partar. Eitt innskúlingstilboð, sum fevnir um børn úr 5 upp í 11 ár – ella úr barnagarði og nøkur ár inn í skúlan, har