Asta í Toft, leiðari fyri Miðstovnin í Gundadali, mælir staðiliga frá, at senda 6 ára gomlu børnini í skúla. Hon hevur sum so onki ímóti forskúla, men hon heldur, at vit eiga at bíða í nøkur ár, til vit hava snikkað tað rætta tilboðið til tey 6 ára gomlu saman.
Ikki minst í dag, har foreldrini í alt størri mun eru burtur frá børnunum, sum so verða latin upp í hendurnar á profesionellum pedagogum og lærarum.
- Sum samfelag hava vit skyldu til at taka hetta í størsta álvara, so skúlatilboðið ikki bara verðu traditionell innlæring, men eisini eitt tilboð til tað heila menniskja, sigur Asta í Toft.
Hon heldur, tað vera umráðandi at fáa pedagogarnar við, so innskúlingin verður eitt gott upplivilsi fyri allar partar.
Eitt innskúlingstilboð, sum fevnir um børn úr 5 upp í 11 ár – ella úr barnagarði og nøkur ár inn í skúlan, har pedagogar og lærarar eru saman um børnini.
- Traditionella skúlatilboðið tekur hvørki atlit til tey 6 ella 7 ára gomlu. Tí skulu pedagogar fylgja við og leiða børnini yvir um ta djúpu gjønna, sum tíverri er millum stovn og skúla í løtuni, sigur Asta í Toft.
Í skipanini ímyndar hon sær, at lærararnir taka sær av sjálvari undirvísingini, meðan pedagogarnir eru har til tann menniskjaliga partin. At vera tann vaksni, sum hevur tíð at lurta, práta við, at troysta og at leiðbeina børnunum í sínamillum samskiftinum eisini.