Soleiðis sum lógin um fólkaskúlan er orðað, er hon ikki sørt niðrandi og happandi ímóti teimum, sum dáma føroyska kvæðamentan og føroyskan dans.
Tað halda tey í felagnum Slái Ring, sum er landsfelagið hjá teimum, sum dansa føroyskan dans.
Tað stendur í fólkaskúlalógini, at børn skulu hava føroyskan dans og kvæði í skúlanum. Men tað, tey í Slái Ring sipa til, er, at tað stendur at børn kunnu sleppa undan at dansa føroyskan dans, tá ið foreldrini krevja tað og tað halda tey er niðrandi mótvegis teimum, sum dáma føroyskan dans og føroyska kvæðamentan.
Tey hugsa um at Føroyar vilja altjóða sáttmálan um at verja siðaarvin settan í gildi fyri Føroyar. tey vísa á, at sum eitt tað fyrsta verða føroyski dansurin og kvæðini nevnd, so tað sampakkar ikki við, at børnini kunnu sleppa undan føroyskum dansi í skúlanum.
Undirvísing í kvæðamentan og føroyskum dansi eigur at verða javnsett við undirvísing í øðrum lærugreinum, halda tey í Slái ring. Tey vísa á, at innihaldið í kvæðum, sangum og vísum, er sera fjølbroytt og geva nógvum eina góða barlast, gott hugflog, og ikki um at tala tað stóra orðatilfeingi, sum er at heinta haðani.
Tey halda eisini, at tískil eigur størri dentur at verða lagdur í at undirvísa og at granska í kvæðamentan og føroyskum dansi á Fróðskaparsetri Føroya. Tá ið lærarar og námsfrøðingar fáa prógv á Setrinum eiga tey at vera før fyri at geva børnum og ungum nøktandi undirvísing í føroyskum dansi og kvæðamenstan, halda tey.
Tey vísa eisini á, at ein spurningur, sum kann stinga seg upp, er, hvør eigur ábyrgdina av kvæðamentaninini. Tey siga, at hettar er ein sera viðbrekin, viðkomandi og kann tykjast fløktur spurningur, men tey í Sláið Ring halda, at tað er uppgávan hjá tí almenna, Løgtinginum og Mentamálaráðnum at taka sær av hesum.