Eyðun Hansen, Regin Jacobsen, Jógvan Gregersen, Bergur Poulsen, Álvur Højgaard, Selinda í Heiðunum og Eli Lassen.

Øll nevndin afturvald

Herfyri hevði Eysturoyar Vinnulívsfelag aðalfund, har øll nevndin varð afturvald. Jens Pauli Petersen og Helgi Johannesen, sum vóru varalimir, valdu tó ikki at stilla upp aftur.

 

Eyðun Hansen, Regin Jacobsen, Jógvan Gregersen, Bergur Poulsen, Álvur Højgaard, Selinda í Heiðunum og Eli Lassen.

Eysturoyar Vinnulívsfelag er eitt áhugafelag fyri sjálvstøðug vinnurekandi og privatar fyritøkur í Eysturoynni.

 

Felagið hevur til endamál at skapa karmar, ið birta uppundir vitanardeiling og netverkan millum teir 116 limirnar, sum felagið fevnir um.

 

Skipað verður fyri fleiri árligum tiltøkum fyri limir, har aktuell evni fyri vinnulívið verða viðgjørd, og limir felagsins hava virksemisframløgur.

 

Vanliga eru tað bert limir felagsins, sum eru bodnir við til tiltøkini, men einaferð um árið verður skipað fyri einum størri almennum tiltaki.

 

Seinastu árini hevur fokus verið sett á kappingarføri og hvønn týdning, eitt gott kappingarføri hevur fyri føroyska samfelagið - fyri fólkið sum býr her og fyri føroyska vinnulívið.

 

Frágreiðingar frá ymisku tiltøkunum kunnu síggjast á https://evf.fo 

 

Herfyri hevði Eysturoyar Vinnulívsfelag aðalfund, har øll nevndin varð afturvald. Jens Pauli Petersen og Helgi Johannesen, sum vóru varalimir, valdu tó ikki at stilla upp aftur.

 

Í teirra stað vórðu Álvur Højgaard og Jógvan Gregersen valdir. Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

 

Bergur Poulsen, formaður, Selinda í Heiðunum, næstforkvinna, Eyðun Hansen, nevndarlimur, Eli Lassen, nevndarlimur, Regin Jacobsen, nevndarlimur, Álvur Højgaard, varalimur og Jógvan Gregersen, varalimur.

 

Eyðun Hansen, Regin Jacobsen, Jógvan Gregersen, Bergur Poulsen, Álvur Højgaard, Selinda í Heiðunum og Eli Lassen.