Øll sleppa inn í Sparikassan

Føroya Sparikassi gongur undan og er ein fyrimynd hjá øðrum stovnum og fyritøkum, sigur Meginfelag teirra brekaðu, sum hevur handað MBF-viðurkenningina fyri í ár. Allar deildir hjá Sparikassanum kring landið verða gjørdar atkomuligar hjá brekaðum

MBF-VIÐURKENNING

Luttøka á jøvnum føti sýnist at vera málið hjá Sparikassanum. Bygningurin er lagaður so, at rørslutarnað kunnu arbeiða har uttan at verða darvað av fysiskum forðingum.
Millum annað við hesari grundgeving peikaði Rørslubólkurin hjá Meginfelag teirra brekaðu á høvuðsbygningin hjá Sparikassanum Yviri við Strond sum eitt fyridømi hjá øðrum stovnum og fyritøkum í landinum. Fyri tað fekk Føroya Sparikassi handað MBF-viðurkenningina 2002 á altjóða handikapdegnum týsdagin.

Ongin sjálvfylgja
Endamálið hjá MBF er at virka fyri, at øll í føroyska samfelagnum hava somu rættindi og somu skyldur uttan mun til førleika.
Tað er ongin sjálvfylgja í Føroyum, at rørslutarnað sleppa framat allastaðni, sigur Marjun Sigurðsdóttir, forkvinna í MBF. Eitt nú ber ikki til at sleppa á Fróðskaparsetrið, um tú hevur fysiskt brek, men hugburðsbroytingar eru um at henda og stór framstig eru framd. Sparikassin er eitt talandi dømi um tað.

Kring alt landið
Bogi Bendtsen, undistjóri í Sparikassanum, fekk handað viðurkenningina frá Marjun Sigurðsdóttir, forkvinnu í MBF. Og hann var sera fegin um herðaklappið.
? Vit eru ógvuliga tilvitað um atkomuvinsemi, tá vit byggja og umbyggja. Tí er tað sera fløvandi, tá MBF leggur til merkis, at vit royna okkara besta, sigur Bogi Bendtsen.
Tað er ikki bara Yviri við Strond, at Sparikassin hevur tikið gáttir burtur, keypt lyftir, sett elhurðar í og sett parkeringsøki av til brekað.
? Málið er, at allir okkara bygningar skulu vera atkomiligur hjá øllum. Vit royna at koma runt og gera allar deildirnar í landinum brúkaravinarligar og eru komin væl ávegis. Í onkrum gomlum húsum kann tað vera trupult, men har royna vit at byggja um og í øllum førum hava eina hædd atkomiliga hjá brekaðum, sigur Bogi Bendtsen.

Komandi allastaðni
Í sínum grundgevingum leggur Rørslubólkurin hjá MBF dent á, at komast kann í hvørt rúm í húsinum Yviri við Strond. Ongin fysisk forðing er nakrastaðni.
Longu tá komið verður inn á parkeringsplássið er merkt, hvar pláss er til koyristólar. Úthurðin er el-drivin og fer upp, tá tú nærkast. Inni í gongini er eisini el-hurð við kontakt í hóskandi hædd. Lyfta er í húsinum til allar hæddir.
Lagaligt hall er millum samanknýttu bygningarnar, so at koyristólur kann sleppa runt.
Eisini á fyribyrgjandi økinum er Sparikassin frammarlaga. Borðini eru el-drivin, so skiftandi arbeiðsumstøður eru gjørligar, og fólk við fysiskum breki bæði kunnu sita og standa, tá tey arbeiða.
Jákup Jacobsen hevur byggileiðsluna á Føroya Sparikassa, og Árni Winther arkitektur hevur staðið fyri prosjekteringini.



Fimm uppskot vóru til MBF-viðurkenningina 2002:

Sparikassin: Hugburðurin hjá Føroya Sparikassa sýnir, at onki verður spart fyri at laga bygningar og annað umhvørvi til tey, sum eru rørslutarnað. Luttøka hjá øllum á jøvnum føti tykist vera málið, og nýggi bygningurin Yviri við Strond er uttan fysiskar forðingar. Fyri tað fekk Sparikassin ársins herðaklapp frá MBF
Shell: Við umbyggingini í Gøtudali og á Hálsi hevur Shell fylgt einum konsepti, ið er handikalvinarligt. Rampa er løgd tvørtur um gáttina, skjótihurð er sett upp, støddin á WC er hóskandi til koyristólar og rúmsátt er inni í handilshølunum.
Svf: Deyvafelagið innstillaði stjóran í Sjónvarpi Føroya, Mikkjal Helmsdal. Hann hevur víst samstarvsvilja og góðan hugburð í sambandi við deyvasendingar. Serliga eru tey takksom fyri, at Dagur og vika vera teknmálstulkaðar
Býlingshús: Ein pápi hevur innstillað starvsfólk og húsavørð á Býlingshúsinum undir Fjalli, tí tey av sínum eintingum hava gjørt eina rampu, so hann kann sleppa inn og eins og onnur foreldur heinta síni børn og vera við til foreldrafundir.
Mentanarhúsið: Fleiri uppskotstillarar hava víst á Mentanarhúsið í Fuglafirði fyri góðan atkomumøguleika. Koyristólsbrúkari vísir á, at nógv er gott, men at tað framvegis vantar okkurt í. T.d. ber bara til at sleppa inn á niðaru hæddina.