uppi, og teir tóktust hava gummibein, nú avgerðin um FM heitið var komin undir land. Men hetta er bara annar ? og hin minni ? parturin av frágreiðingini um vónbrotið hjá KÍ. Fyrstu violinina spældi heimaliðið [...] heimamenninir at bróta ígjøgnum, um so tað var í eitt tvey samanspæli, yvirlappi og stingarum inn um annan var forstopparunum. Longu í 2. minutti var um reppið, at hetta gav úrslit. John Petersen kom ígjøgnum [...] hann hevði mett um KÍ uppstillingina og spælið, og tað var beinanvegin sjónskt, at taktikkurin hjá B36 gekk út uppá at trýsta veiku punktini hjá KÍ. Øssur Hansen var meiri vinstri vongur enn bakverji, og
skeivt skrivaðir, og um vit hava verið kunnaðir um tað, so hava vit sjálvandi tikið tað til eftirtektar. Tað er so ymiskt, sum fólk duga at siga frá tí, sum tey hava sæð, og soleiðis er tað eisini í fótbólti [...] uppflytingardystir. Um tað lagar seg soleiðis, at KÍ vinnur samantalt móti B68, so fer útsetti dysturin millum KÍ og TB leygardagin at gera av, hvør skal spæla móti AB um eitt pláss í 3. deild. Um tað verður [...] og tað er væl skiljandi, tá hugsað verður um, hvar á leið HB plagar at vera í røðini, uttan mun til í hvørjari deild, teir hava lið. Í síðsta umfarinum var HB á Toftum, og har var lítil ivi um úrslitið
arbeiði munandi lættari. Er tað kortini neyðugt hjá tykkum, sjálvir at hava góðskingar, ella er tað neyðugt, at hava fiskin í ringunum, um so er, at tit hava góðskingarvirkið? - Nei, tað er tað heldur ikki, men [...] munandi um. Teir vera ikki so bundnir, tá teir fara undir framleiðsluna. - Tað sigur seg sjálvt, at tað er ein fyrimunur, at so er, sigur hann. Ein styrki hjá virkinum Tá nýggja virkið í Fuglaf-irði er komið [...] til hann er pakkaður í portiónspakkar klárur at selja kundum á marknaðinum. Men er tað neyðugt, at hava alla framleiðsluna undir einum ?hatti?? - Eg sigi ikki, at tað er neyðugt, men tað er ein styrki
sigur, at hetta er so ein vegur at fáa økt um útflutningin til onnur lond enn tey vit í dag samstarva og hava handi.lsavtalur við. Eisini fær hetta týdning fyri innflutningin úr øðrum longum enn teimum vit [...] Fáu fundirnir sum løgmaður hóast alt hevði í New York kundu bent á, at hetta er ikki so helt einfalt heldur. Og spurningurin tá er eisini, hvussu nógva orku embætismenn í danska uttanríkisráðnum leggja [...] til nakrar fríhandilsavtalur við onnur lond. Hann viðgongur, at tað er ein trupulleiki, at vit verða ikki prioriteraðir so nógv, men hetta mást tú so royna at stríðast fyri, og tað gerst ma. við at brúka
vera meiri enn eitt hundrað prosent vendir ímóti ovur stóru uppgávunum. Eru teir ikki tað, so syrgja útlendingarnir eirindarleyst fyri at sekta føroyingarnar. Hetta eru dømini ikki so fá um, og seinnapartin [...] ið er tað sama sum klokkan tólv føroyska tíð, skulu Føroyar spæla ímóti Finnlandi. Finnararnir liggja til at vinna kappingina, hóast teir í fyrradagin ikki vunnu meiri enn 2?1 ímóti Albania. Tað er greitt [...] í hvussu so er tvær broytingar á føroyska liðnum. Súni Olsen, sum er besti føroyski spælarin, fór í gjár heim, tí hann í morgin skal spæla við GÍ í 1. deild ímóti B68, og Atli Gregersen er leikbannaður
íløgur enn teir hava framleitt. Hetta er eindømi í nýggjari búskaparsøgu Føroya, tí øll árini millum 1962 og 1989 hava føroyingar brúkt millum 12% og 15% meira enn teir hava framleitt. Her er talan um ógvuliga [...] tekur hetta sum tekin um, at búskapurin longu so at siga hevur lagað seg til at klára seg uttan ríkisveitingarnar, meðan aðrir siga, at hetta bert partvíst er galdandi. Allir eru tó samdir um, at her [...] Hvussu sterkur búskapur okkara er til at "klára" eina minking av ríkisveitingunum eru búskaparfrøðingar tó ikki á einum máli um. Hettar er ikki løgið, tí vissa er ikki um, nær, hvussu nógv, og hvussu skjótt
tekini um meistaraskapin vórðu handað, og tá teimum ikki er álagt, hvussu tað skal skipast fyri, so er tað kanska einki at siga til, at liðið, sum ikki er blandað uppí handanina, ikki hugsar so nógv um tað [...] gekk fyri seg, og hoyra tað, sum varð sagt, men hetta eydnaðist ikki. Ovurfegnu áskoðararnir vildu fegnir lyfta og lætta spælarunum og venjarunum, og hetta tóktist ongan enda at taka, og so vórðu steyp og [...] tað kundi gingið meiri skipað fyri seg, enn tað vísir seg at gera. Hetta hevði komið væl við bæði í feløgunum og hjá teimum í Fótbóltssambandinum: ? Í prinsippinum er tað heimaliðið, sum hevur ábyrgdina av
tað er hansara egna lið, sum hevur mist, so er Rápa kortini ikki bangin fyri at viðganga, at kappingin er vorðin javnari nú ein av hansara sterkastu spælarum hevur funnið sær annað felag. ? StÍF er ikki [...] ikki verri fyri í ár enn teir vóru í fjør og Neistin er eisini nógv sterkari í ár við tað at teir hava fingið fleiri leikarar uttanífrá, sigur Rápa. Tá hann verður biðin um at meta um hvørji lið fara at liggja [...] høpi. Tað er annars eitt sindur ivasamt nær Daniel sjálvur fer at spæla í ár, ella um hann fer. Tá VÍF var á venjingarlegu í Íslandi undan Evropa Cup kappingini fekk hann ein skaða, sum enn ikki er grøddur
eina nýggja góðkenning. Harumframt verður hetta tiltakið eisini hitt fyrsta, har vit fáa høvið at heilsa upp á nýggja føroyska bólkin, Dynamit 2000. Sum um alt hetta ikki var nóg mikið, verða teir í Alive-Music [...] fløgum. Hetta kann gerast við at taka niður sonevndar MP3-fílur, sum tú síðani kanst lurta eftir við hjálp av telduni. Er soleiðis statt, at tú ikki hevur neyðugu forritini til at lurta eftir hesum, er eisini [...] ikki goldin yvir alnótina, men verður hetta gjørt pr. postuppkrav. Kostnaðurin fyri atgongumerkini er 220 kr. Gestabók Kanska stuttligasti parturin av heimusíðuni er tann sonevnda gestabókin. Her ber til
Norðstreymoy er einki ellis- og røktarheim. Í Vestmanna er eitt sambýli, og har eru fyri tað mesta røktarsjúklingar. - Tann dagin vit verða sjúk, er eingin hjálp at heinta. Og er tað nakað eg ræðist, so er tað [...] fara til fótarøkt. Hetta snýr seg ikki um nógvar pengar, men hevur stóran týdning fyri tey gomlu. Eg havi áður heitt á kommununa um at fáa tilskot til hetta endamálið, men tað eydnaðist ikki. Eg fari tó [...] og trivna. - Tað er skammiligt, at pensjónin er so lág. Øll hava fingið meiri í løn, ikki minst politikararnir, meðan fólkapensjónin er undir alt lágmark. Teir kunnu saktans rópa upp um loysing, tí teir