Jan Müller
Hetta sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum í farnu viku hevði samráðingar við uttanríkisráðharrar úr nøkrum londum undir eini vitjan á ST-høvuðsborgini í New York.
Heimafturkomin úr amerikanska stórbýnum og ST-høvuðsstaðnum hevur løgmaður saman við embætisfólki sínum roynt at fáa niður á pappír uppskot til nakrar fríhandilsavtalur við onnur lond. Hann viðgongur, at tað er ein trupulleiki, at vit verða ikki prioriteraðir so nógv, men hetta mást tú so royna at stríðast fyri, og tað gerst ma. við at brúka allar hugsandi møguleikar at gera Føroyar áhugaverdar. Við hesum sipar løgmaður eisini til henda seinasta túrin í New York.
Hóast løgmaður ikki hitti so nógvar uttanríkisráðharrar so eydnaðist tað kortini at fáa samrøður við nøkur lond, eitt nú Turkaland, Letland, Chile og Slovakia. Tað eru uppskot til fríhandilsavtalur við hesi lond, sum arbeitt hevur verið við í Tinganesi seinastu dagarnar.
Løgmaður sigur, at hetta er so ein vegur at fáa økt um útflutningin til onnur lond enn tey vit í dag samstarva og hava handi.lsavtalur við. Eisini fær hetta týdning fyri innflutningin úr øðrum longum enn teimum vit í dag hava samhandil við.
Tað var danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Petersen, sum fekk í lag ferð løgmans. Eisini grønlendski landsstýrisformaðurin fekk sama høvi. Endamálið var at geva føroyingum betri møguleika at koma fram á altjóða støði. Spurningurin er so, í hvussu stóran mun tað ber til hjá einum føroyskum løgmanni at koma í samband við stjórnar-leiðarar hjá øðrum londum, tá hann er partur av ella hevur tilknýti til danska uttanríkisráðið. Og síðani er tað eisini ein spurningur um, hvussu nógv danska uttanríkisráðið kann ella vil loyva einum føroyskum løgmanni at fáa nakað sum líkist einum status sum stjórnarleiðari. Fáu fundirnir sum løgmaður hóast alt hevði í New York kundu bent á, at hetta er ikki so helt einfalt heldur. Og spurningurin tá er eisini, hvussu nógva orku embætismenn í danska uttanríkisráðnum leggja í at brúka til tess at fáa Føroya løgmanni samrøður við framstandandi leiðarar úr øðrum tjóðum.
Hoyrdi Clinton
Undir vitjanini í New York nýtti løgmaður eisini høvi til at lurta eftir setanarrøðunum hjá eitt nú ST-aðalskrivaranum og amerikanska forsetanum. Hetta var í sambandið við at ein nýggj seta varð sett. Í løtuni eru javnaðarting-maðurin Kristian Magnussen stæddur í New York, har hann sum partur av donsku sendinevndini fylgir arbeiðinum í hesum altjóða stovninum.