Frá smolti á pannuna

Aling: Við stovnsetanini av góðskingarvirkinum í Fuglafirði hevur alifyritøkan East Salmon latið ringin aftur, so at siga. Teir fylgja nú fiskinum frá smoltkarinum í kølidiskin, og tað metir Líggjas í Bø, sum er ein av ánarunum verða ein sera góðan fyrimun

Tað gongur ikki altíð sum ætla. Við hvørt gongur eftir hali, og tá eru tøkini sera tung. Hetta máttu teir tríggir Grímur Rasmussen, Símun Pauli úr Konoy og Líggjas í Bø sanna í 1995. Alifyritøkan, sum teir tríggir høvdu stovnað í 1990 varð rakt av sjúku á smoltsstøðini, so har var einki annað at gera enn at snara lykilin um.

Men sum so mangan tá tað sær svartast út, so fer at ganga hin vegin. Saman við nýggjum eigarum gjørdu teir eina roynd at keypa fyritøkuna aftur, og tað eydnaðist. Nýggju viðánararnir vóru Vestlax og Havsbrún, og tað var góður styrkur at hava í rygginum.

Vestlax gjørdi eftir stuttari tíð at selja sín part av partapeninginum, og tá stóð Fiskasølan til reiðar at keypa.

Síðani tá hevur fremsta mál hjá fyritøkuni verið at konsolidera fyritøkuna, og at økja um framleiðsluna, soleiðis at fyritøkan ikki skal vera so viðbrekin.

Og sambært Líggjasi í Bø er tað eydnast teimum.

- Vit vóru í tí óhepnu støðu í 1995, at vit ikki hóraðu undan. Aðrar fyritøkur gjørdu tað, men av tí vit fingu sjúku í smoltliðnum, so var einki at gera. Síðani vit byrjaðu aftur hava vit verið varnir, og vit hava eisini verið hepnir í so máta, skilt á tann hátt, at vit hava ongar sjúkur havt í smoltinum.

Tá fyritøkan fór á húsagang í 1995 vóru teir komnir so langt áleiðis, at teir høvdu bygt virkið út til at umfata smoltstøðina, sum liggur á Norðtoftum, alstøðina, sum liggur beint sunnanfyribyrgingina í Hvannasundi, kryvivirki í Klaksvík og so ein brunnbát, sum bæði sigldi við fóðuri og við fiski.

Tí var fyritøkan ógvuliga væl fyri í so máta, og í veruleikanum var bara ein ?missing link? frá smolti til kølidiskin. Tað var góðskingarvirkið, sum so nú fer í gongd ein av fyrstu døgunum.


Framleiðslan nógv økt

Hóast tað var tungt fyrstu tíðina at fáa raksturin at hanga saman, so gjørdi hann tað kortini, og við tí fingu nýggju eigararnir hildið fast í málsetningin um at økja um framleiðsluna, samstundis sum fyritøkan skuldi konsoliderast.

- í 1995 var framleiðslan 1000 tons, men nú eru við komnir upp á 3000 tons. Á smoltstøðini framleiða vit nú 1,5 mió. smolt, móti 600 túsund í 1995, so framgongd hevur verið, sigur Líggja í Bø.

Brúka til so alt smoltið sjálvir?

- Nei, ikki alt, men ein stóran part av tí. Vit selja eisini til aðrar, men tað er í minni mun, sigur Líggjas í Bø, sum uttan at lata væl at, kann staðfesta, at tað gongur rættan veg.

Men var tað so eitt ynski frá tykkum, at fáa góðskingarvirkið eisini?

- Ja, vit hava havt tað í huganum í longri tíð, men hava ikki gjørt meiri við tað enn sum so. Fyri einari tíð síðani vendi havsbrún sær til okkara og spurdi, um vit høvdu hug, at leiga virkisbygningin teir hava keypt til góðskingarvirkið, og vit avgjørdu at taka av, sigur Líggjas í Bø.

Hann leggur afturat, at teir eru í tí hepnu støðu, at teir ikki eiga bygningin, og tí heldur ikki skulu gjalda teir stóru kapitalkostnaðirnar í sambandi við nýggja virkið, og tað lættir munandi um. Teir vera ikki so bundnir, tá teir fara undir framleiðsluna.

- Tað sigur seg sjálvt, at tað er ein fyrimunur, at so er, sigur hann.


Ein styrki hjá virkinum

Tá nýggja virkið í Fuglaf-irði er komið í gongd kunnu eigararnir av East Salmon fylgja fiskinum frá tí hann gongur í smoltkørunum á Norðtoftum, til hann er pakkaður í portiónspakkar klárur at selja kundum á marknaðinum.

Men er tað neyðugt, at hava alla framleiðsluna undir einum ?hatti??

- Eg sigi ikki, at tað er neyðugt, men tað er ein styrki hjá virkinum. Tað ger tað munandi lættari at planleggja alt sum tað er. Tá virksemið í Fuglafirði kemur í gongd, fer søluliðið at gera avtalur við kundarnar. Hesar avtalur ganga í eitt longri tíðarskeið, og tað merkir, at vit vita rímuliga væl hvussu nógv vit fáa inn av pengum, og tað ger arbeiði munandi lættari.

Er tað kortini neyðugt hjá tykkum, sjálvir at hava góðskingar, ella er tað neyðugt, at hava fiskin í ringunum, um so er, at tit hava góðskingarvirkið?

- Nei, tað er tað heldur ikki, men veruleikin er, at tað er munandi meira torført, at reka eitt góðskingarvirkið tá ein ikki sjálvur eigur fiskin. Tá er trygdin fyri at tú til eina og hvørja tíð, hevur rávøruna tøka, ikki til staðar, og tað kann vera beinleiðis orsøkin til at kundin ikki vil gera avtalu við teg. Rávørutrygdin er so ótrúliga týdningarmikil, tí tá vit gera eina avtalu um at lata vøruna, so skulu vit lata hana. Kunnu vit ikki lata, so fáa vit eina rimmar bót, sigur Líggjas í Bø.

Hann vísir á, at fleiri fyritøkur eru farnar av knóranum júst av somu orsøk, tí tey ikki hava havt trygdina fyri rávøruni


Meginparturin til egna góðsking

Sum støðan er í løtuni, so framleiðir East Salmon upp ímóti 3000 tonsum av aldum fiskií sínum alibrúki. Væntar Líggjas í Bø, at øll teirra framleiðsla fer til góðskingarvirki í Fuglafirði?

- Nei, alt fer neyvan. Sum er, sum ikki kann skerast í portiónir, tí tað er uttanfyri stødd, men kortini rokni eg við, at meginparturin av framleiðsluni fer til Fuglafjarðar. Virkið í Fuglafirði hevur størri kapasitet enn sum so, og tí kann meira fara handa vegin, um vit meta tað vera neyðugt, og tá so er, er ikki neyðugt, at fiskurin bara kemur frá okkara alibrúki, men tann tíð er ikki beint fyri framman.

Annars greiðir Líggjas í Bø okkum frá, at umroknað til heilársstørv starvast eini 50-55 fólk í fyritøkuni, sum eitur East Salmon. Men við góðskingarvirkinum í Fuglafirði sær út til at tað talið fer at økjast munandi innan alt ov langa tíð. Í fyrsta umfari við 20 fólkum, men seinni við uppaftur meir.

Tað sær út til at gongur sum eftir ánni at fáast við laks ...