Alive-Music, sum standa aftan fyri allar fyrireikingarnar at fáa danska bólkin Shu-bi-dua hendanvegin at spæla, mugu av sonnum sigast at vera nýskapanarhugaðir.
Fyri tað fyrsta eydnaðist tað teimum at fáa Shubbarnar at koma hendavegin. Hetta hevði verið roynt fleiri ferðir áður, men hesa ferð eydnaðust royndirnar so.
Síðani gjørdist greitt, at júst henda konsertin verður hin fyrsta, har vit í Ítróttarhøllini á Hálsi kunnu vera eini 2.000 fólk, uttan at fyrireikarar og ábyrgdarahavarar skulu ganga við ringari samvitsku, við tað at høllin nú hevur fingið eina nýggja góðkenning.
Harumframt verður hetta tiltakið eisini hitt fyrsta, har vit fáa høvið at heilsa upp á nýggja føroyska bólkin, Dynamit 2000.
Sum um alt hetta ikki var nóg mikið, verða teir í Alive-Music teir fyrstu her heima, sum selja atgongumerki til konsertir um alnótina.
Egna heimasíðu
Hevur tú atgongd til alnótina, kanst tú fara inn á heimasíðuna hjá fyrireikarunum, hon eitur WWW.Alive-Music.com. Her kemur tú beinanvegin inn á eina valmynd, har tú so kanst velja, hvussu leiðin gongur víðari fram.
Til ber at hyggja eftir, hvørjar fløgur Shu-bi-dua hevur givið út, og sjálvandi ber eisini til at hoyra eitt sindur av tí tónleiki, av hesum fløgum. Hetta kann gerast við at taka niður sonevndar MP3-fílur, sum tú síðani kanst lurta eftir við hjálp av telduni. Er soleiðis statt, at tú ikki hevur neyðugu forritini til at lurta eftir hesum, er eisini hjálp at heinta, við tað at eisini ber til at taka niður hesi forrit.
Atgongumerki
Sum nevnt omanfyri, so ber eisini til at bíleggja sær atgongumerki á hesa heimasíðu. Atgongumerkini verða tó ikki goldin yvir alnótina, men verður hetta gjørt pr. postuppkrav. Kostnaðurin fyri atgongumerkini er 220 kr.
Gestabók
Kanska stuttligasti parturin av heimusíðuni er tann sonevnda gestabókin. Her ber til hjá vitjandi at skriva eina viðmerking um konsertina, heimasíðuna ella okkurt heilt annað. Eisini ber til at fara inn at lesa, tað ið onnur hava skrivað. Nógvar viðmerkingar eru, og her verða prentaðar nakrar av teimum.
?Mær dámar sera væl, at tit hava dirvi til slíkt í hesum døgum. Eg fari í øllum førum á konsert, tí eg havi mangan hoyrt teir niðri. Tað er eitt upplivilsi. Teir duga so væl at upptraðka, og øll fólkini kunnu ikki halda sær, men mugu tralla afturvið vuffilivov, kære lone og øðrum slagarum? sigur ein, sum nevnir seg, argjafrensur.
Ein, ið nevnir seg Durita sigur:?Eg má skriva nakrar reglur og fortelja tykkum, at tað má verða fyrstu ferð, at eg, sum eri 25 ár, beiggi 31 ár og foreldur okkara øll fara á konsert saman?
Sanniliga orð, sum gera, at vónirnar til konsertina gerast enn størri enn tær hava verið frammanundan.
Selja nógv
Frá fyrireikarunum frættist annars, at sølan av atgongumerkjum gongur við fullari ferð, og at tað eru fólk í øllum aldursbólkum, sum keypa hesi. Tískil ræður helst um at tryggja sær atgongumerki í góðari tíð, soleiðis at tú ikki verður við sviðið soð hin 5. november.
Bundesen gleðir seg
Annars hevur ein av fyrireikarunum júst verið niðri í Danmark, her seinastu smálutirnir vórðu fingnir upp á pláss. Í hesum sambandi varð prátað við Michael Bundesen, og skulu vit lata heilsa, og siga at hann gleðir seg at koma henda vegin at hava konsert fyri føroyingum.










