døtrinum hjá tær, Gunvør og Evu. Heim á sand og í fjøruna at leita eftir krabbum. Barnaárini í Árnafirði sum smádreingir gingu, sum tá var í einari bygd, við at spæla í fjøruni, fanga krabbar, sigla bát, rulla [...] havi verið í Klaksvík í nakrar tímar á fundi. Komin til hús aftur, má eg leggja meg. Tá ið eg vakni, taki eg fartelefonina og síggi at fleiri hava ringt. Ímillum annað Niclas, bróðir. Tá eg eri í ferð við [...] tað, eg kann minnast. Tað var eitt ár og tríggir mánaðir ímillum okkum. Vit ungu í bygdini, sum ikki vóru so nógv í tali í okkara aldri, fylgdust sera nógv. Serliga vóru Dávid og eg sjálvur, so at siga altíð
Vit seks sótu síðani og prátaðu. Altíð fall prátið inn á slekt, sum pápi var ógvuliga innaliga í. Pápi Freydis var úr Svínáum og pápi mín var av Oyrarbakka, og mamma Freydis var úr Oyndarfirði, jú tey høvdu [...] práta. Eg segði henni frá mínum áhuga í, at fáa skriva um øll fólkini og ætt teirra her í Haraldssundi. Freydis hevur verið mær ein góður stuðul. Um eg ivaðist í nøkrum, so var bara at fara inn á gólvið [...] mangt og hvat, men hvør skuldi vanta at fáa hesi sorgarboð, tveir dagar seinni. Freydis var lærari her í Haraldssundi frá 1960 til 64, hon búði hjá okkum hesi árini. Síðani hevur hon verið okkum ein góður
einum nýggjum lunga. Drúgt var at bíðja, í næstan eitt ár, men við tolni góðtók tú lagnu tína. Enn minnast vit kvøldið í oktober í fjør - stødd til landsdyst í Hannover - tá vit fingu gleðiligu boðini [...] loftinum og ljósini í býnum speglaðust á vánni. Tað var ein kensluborðin heimkoma hjá tykkum hettar kvøldið aftaná eitt heilt ár í Keypmannahavn. Pápi tín hevði tendra øll ljósini í húsum tykkara uppi Udir [...] við lítla Thór í Keypmannahavn Ja Bjarti, trúðfesti var eitt av tínum eyðkennum. Tað er við sorgblýdni, og einari undarligari kenslu, at sita her í kvøld og skrivið minningarorð um teg mín góði vinur. Vit
kenna teg. Mamma tín var deyð, og tað var pápi mín eisini, so at pápi tín og mamma mín funnu saman. Ì byrjanini var alt ikki so gott, tí at ein so stór broyting í lívinum er ikki so nemm at takla, men tá [...] okkum. Hevði tú verið á lívi í dag, so hevði dagurin í dag 22. septembur verið tín føðingardagur, og tú hevði ivaleyst hildið føðingardagin fyri øllum tínum floksfeløgum. Men í ár mugu vit so halda tín f [...] niðan í ein hyl, sum har lá, og tað vardi ikki leingi, fyrrenn tú vart útií og svam. Tú Birita, sum av øllum skuldi doyggja, er slett ikki til at fata, og tað klári eg heldur ikki at fata tann dag í dag
hevði ongin annar í bygdini. Longu sum smádrongur haldi eg, at Birgir í mangar mátar var øðrvísi en vit aðrir. Eg minnist at í tí eina stórkavanum sum var, gjørdu vit smádreingir ein bý úti í túninum hjá okkum [...] á Norðís at arbeiða. Seinni flutti hann so út í Turkihúsið á Skála og stóð fyri uppbyggingini av Vaðhorn. Har ífrá byrjaði menningin av saltfiskavirkunum í Føroyum. Hann bygdi upp og menti Vaðhorn, sum [...] ið hann fór á tekniska skúla í Havn, at hann var biðin sum avloysari hjá onkrum lærara og har úti gjørdi hann eisini ein ambolt, sum var latin sum gáva frá tekniska skúla í Havn til handilsskúlan, sum tá
búðu vit á Trøðni. Tú og pápi plagdu at fara í fjørðin at fiska í fjørðinum ta seinastu tíðina. So plagdu tit at fortelja, tá ið tit vóru við Fame í Fredrikshavn - jólatúrin í tveir mánaðir. Har motorurin [...] lívsins stormandi hav steðga tú vinur, tú veist ikki av fyrr enn teg deyðin kann taka í favn ov seint er tá at leita í havn. Tórhallur Andreasen
eldra beiggja mín, og meg inn í stovuna, setti seg við orglið og tók hendan sangin burturúr: “Glaður ungdómsflokkur til stevnu komin er...” . Henda sangin – bara fyrsta versið stendur í nótabókini - sum [...] og var ein tignarlig byrjan við jarðarferðina hjá organisti, ið trúgvur hevði tænt í 40 ár. Fyri okkum, sum koma í Christianskirkjuna mest til jarðarferðir og konsertir, og vitstu, tá orgulspælið vanliga [...] heilt nátúrliga at samtala nógv um orgulspæl og felagssang, av teirri orsøk at hann spældi í kirkjuni og eg í Betesda. Vit samtalaðu, tá vit ivaðust um løgini, tá jarðarferðir vóru, og fólk kanska ynsktu
Kommunuskúlan. Liðugur við Mellem- og Realskúlan fór tú í læru í Sjóvunnubankanum, eg fór í læru í Føroya Banka. Vit gingu í sunnudagsskúla í Ebenezer og í Bíbliuflokkinum fyri ung, har vit bæði komu til persónliga [...] líka heim í Konradsbrekkuna. Bilar vóru fáir, og møtti tú einum í Kinabrekkuni, har smalast var, so var bara at venda útav. Vit gingu bæði í Kommunuskúlanum á Vaglinum – í 1956 var farið niðan í nýggja gula [...] bøgarðarnar. Tá var langt heim í Havnina. Pápi okkara, Mikkjal Samuelsen, nevndur Mikkjal í Horni, var sonur bakaran í Horni, Andrias, sum tú var uppkallaður eftir, og mamma, Inga f. Simonsen, var ættað
tyngri í langa tíð framyvir, men latum okkum taka árar í hond og halda áfram. Mín bøn er, at vit minnast pápa mín fyri alt tað góða, sum hann var og gjørdi. Harrin gav okkum loyvi at kenna hann í eina tíð [...] hann, so koma orð til mín sum: gávumildur, vitugur, reiðiligur, framhugsin og áhaldandi. Fyri pápa mín var tað sera umráðandi at geva; at vera gávumildur. Ofta gav babba øðrum fisk ? í eitt so ríkt mát, at [...] sína orku og megi í tað, sum hann gjørdi; hansara partur lá ongantíð eftir. Millum annað hetta kendi eg hann fyri, og í øllum hesum fer babba altíð at standa sum ein fyrimynd fyri meg. Men í dag kennist, sum
hann aftur í teimum ævigu bústøðum. Jesuspápi styrki og signi tykkum. Æra verið minnið um mín elskaða pápa. Dóttir tín Maria. Sangur sum Jón yrkti til abba sín og sum hann sang við børðuna í kirkjuni. Tá [...] aftur einaferð. Í himlinum, har alt er gott. Eg gráti nú; men í vón. Alla tíð er sorgin við mær tó, at gleðin fyllir mína sál. Sjálvt um deyðin kom, so livir tú. Tú ert komin fram á mál. Í himlinum, har [...] Tað vóru tung boð at fáa, at tú góði pápi ikki longur vart okkara millum, enn einaferð mugu vit sannað, at Guds vegir ikki altíð eru okkara vegir. Tá tú vart her í Randers til konfirmatiónina hjá Róa,