Eg minnist tá ið tú róði út við Erik, saman við Alexandur Kristiansen, sum Sámal Petur Petersen átti. Vit kallaðu keiina fyri Pidda'sa kei. Eg og Franklin bróður plagdu fáa fisk til mammu Hertu og Ingjald, tá búðu vit á Trøðni. Tú og pápi plagdu at fara í fjørðin at fiska í fjørðinum ta seinastu tíðina.
So plagdu tit at fortelja, tá ið tit vóru við Fame í Fredrikshavn - jólatúrin í tveir mánaðir. Har motorurin var høvuðsumvældur, sum Sigurd Simonsen átti. Har ímillum var Gordon Midjord, var við Fame, til at keypa sandgrevstur úr Fredrikshavn.
Friður yvir minni tínum Solberg Kristiansen.
Siglur tú lívsins stormandi hav
steðga tú vinur, tú veist ikki av
fyrr enn teg deyðin kann taka í favn
ov seint er tá at leita í havn.
Tórhallur Andreasen