sostatt økja um egnu persónsmensku. Hetta er óivað ein av høvuðsorsøkunum til, at nútíðarmenniskja altíð er á ferð og roynir ótroyttar leiðir . Í hvussu so er vóru tað júst hesar áður nevndu orsøkir, ið [...] nakað. Sveis er sum kunnugt eitt ríkt land, og var hetta sera sjónligt fyri okkum ferðandi. Í hvussu so er frá norður til suður sást tú t.d. ein sera skipaðan infrastruktur, og at tað er so satt sum ofta [...] District" har skøkjulevnaður er sera umfatandi. Hetta var tann umvenda verð, vit vóru í hvussu so er ikki vanar við hetta umhvørvið, vit nú brádliga búðu í, men heilt vist er, at hetta var ein samansettur
tað er ikki ein spurningur um tú trýr upp á spøkilsir, tað er meira ein spurningur, um tey trúgva upp á teg. Jarnbreytin vit koyra á nú er óslættari og her er ringt at sita og skriva. Teldutøknin er frammalaga [...] roykivogni og her er væl av royki inni, fólk guva,sum tað er tann seinasti guvurin tey fáa. Ein situr beint yvir av mær. Hann hevur eina blikktubbaksdós uppi á sær. Hon er slitin og tað er neyvan sama merki [...] meira bakkut og enn vakrari. Nógvur seyður er at síggja og hann er nýroyttur í sólini. Tað er sunnudagur, sólin skínur, heiður himin og tað er friður yvir okkum her í Norðuronglandi, nú vit nærkast Newcastle
sál og likami er uttan iva gott fyri fólk. Samstundis sum ein livur í vónini um at fáa okkurt. Kanska fáa tað stóra síli fyri ikki at tosa um laksin. At tað at fiska er vorðið til ein sport er einki at undrast [...] Nú er aftur summar og sílatíð. Á hvørjum ári havi eg ætla mær at fiska síl av álvara, men tá árið er farið, so hevur sílafiskiskapurin verið so hissini, ella mest sum eingin. Komi eg framvið einum handli [...] at fiska liggur í hvørjum menniskja, uttan mun til, um tað er føtt í New York ella Vágum. Næstan øllum dáma at fiska og fáa okkurt á. Kanska er hetta ein partur av instinkti ella ein íløga í genum okkara
næturnar. Tað er fínasta slag, um man bara hevur seg sjálvan at hugsa um, men tað kann man ikki gera við einum barni. Men um tú skipar tað væl, so er eingin trupulleiki, heldur hann. Eitt annað ráð er ikki at [...] agent. Í stórbýnum ert tú nógv fríari, og eingin er sum slatrar, hvørjaferð tú flytur teg, sigur Nicolaj. Tey bæði staðfesta, at nógvu møguleikarnir er nakað, sum tey sakna nú, eftir at tey eru komin heimaftur [...] langt við einum so lítlum barni. Serliga ommurnar vóru keddar um, at tey ætlaðu at fara avstað við lítla ommusoninum, sum tá bert var tvey ára gamal. Men unga parið hevði tikið avgerðina. ? Eg veit, at eg
Sum nevnt omanfyri er tað ikki rætt, at grein 19 má skiljast sum ein forðing á hesum øki. Meiri sannlíka orsøkin til hesa donsku støðu er, at tað onga aðrastaðni enn á uttanríkisøkinum er av størri týdningi [...] týdningurin av henni sum hægri lóg er lítil og ongin. Danska grundlógin er aldri fatað so, at hon setir greið mørk fyri, hvat politiska skipanin kann og ikki, heldur er hon mett sum ein kámur karmur um politisku [...] tápulig og stuttlivað harðræði útinna nakið vald. Í so máta er støða Danmarkar móti Føroyum ikki nakað undantak. Í staðin fyri at siga sum er, at Danmark vil fevna um Føroyar, tí Danmark sum land og tjóð
Tittulin, »Dóttir av Proteus«, er ikki ein vanligur føroyskur bókatittul. Tað grikska navnið er sjálvandi rárt, men tað, sum ger vart við seg, er tann lítla fyrisetingin »av«. Hon er ikki vanlig í føroyskum, [...] kemur framvið, er so stutt, til hann er horvin við gentuni. Gustav er mótsetningurin hjá frásøgumanninum. Hann tekur sær av løttum og letur seg ikki darva av tilveruspurningum. Fyri hann er tilveran, og [...] óteljandi hamar og er tí hál at halda um. Tá ið náttin er av, er hon farin avstað við einum øðrum, og høvuðspersónurin má fara heim til gentu, ið bíðar eftir honum, men sum hann ikki er førur fyri at elska:
hjálpa? Samkensla, er tað sama sum ring samvitska..? ? Nei, tað er hvør sítt. Men, royna vit at káva útyvir samkensluna, kann hon koma undan aftur sum ring samvitska. Somikið grundleggjandi er hon, sigur Rói [...] Patursson verður spurdur, um tað er munurin á monnum og mentanum, ið skapar kreppur og ósemjur, ið elva til kríggj, er heimsspekingurin avgjørdur í svari sínum. ? Tað er ikki kríggj sumstaðni, tí tey fólkini [...] sjálvan er, um eg sjálvur eri vorðin ein av teimum, sum góðtekur yvirvald, sigur Rói, og hvørvur eini 30 ár aftur í tíðina. ? Tað er so stutt síðan, eg var ungur og mótmælti Vjetnamkrígnum. Er hetta sama
góðtaka, at hann var slólátin. Og løgtingsmaðurin helt fram: - Mær er sagt, at 5 nólsoyingar fórust undir krígnum. Tað, sum eg vil siga í dag, er, at vit skulu syrgja saman við teimum sum syrgja, men vit skulu [...] heimskenda. - Tað er hetta bragd hansara sum ger, at allir nólsoyingar og allir ova-gestir kunnu samlast her í dag. "Jeg tror på Gud" Síðan bar Kaj Leo fram eina stuttliga søgu: - Tað er mær fortalt, at [...] haðani stevnan vanliga verður sett. Ove fólkaogn Kaj Leo segði, at myndin av ferðini hjá Ova yvir hav, er jarnmaðurin í træbátinum, sum útlúgvaður kemur á mál við Longulinju í Keypmannahavn. - Tá ið eg varð
hon er skjót at svara. – Tað er hetta, at man allatíðina er »on«. Eg merki beinanveg stemningin, tá eg komi inn í eitt rúm, at har kanska er onkur, sum ikki hevur tað gott. Ella øvugt, at onkur er, sum [...] yrkingin LUDO er byrjanin til hugskotið til filmin. Ikki bara, sigur hon, men tað var útfrá yrkingini, at eg byrjaði at skriva víðari til tað sum í dag er filmshandritið. – Tað sum er hent hjá mær er, at eg [...] brúka tað. Tað er jú ikki nakað, sum er serstakt fyri meg. Ingmar Bergman hevur brúkt sítt, somuleiðis Lars Noren. Woody Allen brúkar sínar neurosur upp á sín máta, og arbeiðir útfrá tí. Tað er næstan eitt
búfólkunum eru avmarkaðar. Røktin kallar. Tung røkt Klokkan er 8 og í Miðstovu er starvsfólkafundur. Náttarvaktin, sum er einsamøll, er farin heim, og nú eru tey fimm røktarstarvsfólk til arbeiðis [...] eru dement. Tað er øgiliga tungt. Her eru fólk, sum hava brúk fyri persónligum stuðli. Her er tildømis ein kona, sum allatíðina spyr eftir manninum, sum langt síðani er deyður. Hon er djúpt ólukkulig [...] onkuntíð so flennur hon. Tað er tað vil leita eftir. Hanna harkar, og tað koma nøkur ljóð frá henni. Men tað er óskiljandi. Ruth kannar um Hanna kann hava fingið sár av sonduni. Tað er umráðandi, tí Hanna fær