trupulleikar við at passa inn í teir heldur stirvni karmarnar í skúlanum. Eitt nú ganga lærararnir í skúlanum høgt uppí, at næmingarnir skulu duga at dansa klassiska ballett. Men Bartal tímir betur at skapa sín [...] sjónleik. Og hetta er nakað, sum vit kenna aftur í okkum sjálvum. Hvussu er tað at skula ímynda sær, at leikurin gongur fyri seg í 80´unum? Edith - Tað hava vit ikki merkt so nógv til. Tað er ikki fyrr vit [...] vit sóu búnarnar, at tað ordiliga gekk upp fyri okkum, at vit skulu ímynda okkum, at vit ferðast miðskeiðis í 80´unum. Og tað er næstan bara búnarnir sum vísa, at hetta fyrigongur í 80´unum. Sjálv søgan er
mett, at B36 var favorittur til sigurin, so í so máta var sigurin ikki nakað merkisverdur í sær sjálvum. Hinvegin hevði EB/Streymur ikki tapt nakran dyst undan hesum, og tí var einki at ivast í, at talan [...] EB/Streymur hevur longu í bólkaspælinum prógvað, at teir í ár ætla sær nógv meira enn bara ein leiklut í botninum, og hóast tapið mikukvøldið, so tykist hetta lyftið at standa við. Ikki minst um liðið framhaldandi [...] sannroynd, at tað ikki er sum spælskiparar, at teir skulu gera seg galdandi. Tí tykist liðið í løtuni at hava ovurstórar trupulleikar við at fáa nóg nógva ferð á spælið, og uttan hesa kann tað í øllum førum
hansara sálarligu sjúku, og taki eg tískil ikki í álvara, at Guð fekk hann at drepa. Eg vænti, at flestu kristin eru samd við mær í, at tað var skisofreni – og ikki hin Alvaldandi – ið kallaði Sutcliffe til [...] men í at trúgva upp á Guðs lyfti og í at vera hansara boðum lýðin.” Í verki sínum Frygt og Bæven hálovar gudfrøðingurin, Søren Kierkegaard, ikki bert tí, at Ábraham var Guði lýðin, men eisini tí, at Ábraham [...] Luther, hartar í sínum fyrilestrum um 1. Mósebók Ábrahams eftirkomarar fyri at hava skilt lýdni Ábrahams sum eina heimild til at drepa frá hond. “Fylgið Ábrahami,” segði Luther “ikki í at drepa tykkara
finnur úrslitini Tað hevur eydnast Suna at finna tilfar, sum ikki hevur verið frammi áður. – Eg var ikki so vísur í, at tað fór at eydnast mær at finna tilfar, sum ikki hevur verið frammi áður. Vit hava fingið [...] helt eg, at tað var sjálvsagt, at FSF gekk undan í hesari verkætlanini. Teir vóru skjótir at svara uppá fyrispurningin, og teir bóðu meg fara í gongd beinavegin, greiðir Suni frá. Fór undir at savna tilfar [...] – At tað skuldi gerast talan um trý bind, var heldur ikki nakað, sum var greitt beinavegin. Eg drálaði eitt sindur við tí. Eg hugsaði við mær sjálvum, at tað fór neyvan at bera til at savna alt í eitt
fingið tíð til at gjørt annað restina av lívinum. Hann helt, at eg kundi siga tað, sum sigast skuldi. Eg segði við hann, at hetta var so álvarsamt, at hann mátti ganga í seg sjálvan og gera vart við [...] samdust tó um, at tað sum kom burturúr, skuldi koma á prent. Bara at fara út á alnótina við slíkum ber ikki til, tí hetta stendur í eini bók, og tá útlendskir søgumenn um hundrað ár fara at skriva Føroya [...] trúligt. Hvussu sannlíkt er tað, at tað er satt, sum Poul sigur, at abbi sín var ein ættleiddur turkiskur sigoynari? Er hetta ikki satt, hví sigur Poul so hetta fyri einum havnardreingi? Her hevði
økjunum. Í heila tikið hevur tað gingist so væl higartil, at samt Løg-ting ikki ivaðist at samtykkja at stovna nýtt parta-felag, sum fær til uppgávu at gera tunnil undir Leirvíksfirði. Tvs. at halda fram [...] víðari, at so hvørt, sum komið varð út í seinnu helvt av nítiárini, og kreppan sjónliga var um at hæsa av, tók tosið seg alt meira upp um at fara í gongd við ar-beið-ið aftur. Í seinasta fíggjarárinum í farna [...] eru javnar við atliti at kostnaði og ikki minst viðv. ávirkanini á búskapin í síni heild. Tað er mín vón upp, at tað fer at eydnast at samskipa íløgurnar á teimum einstøku økjunum við undirtøku frá øllum
niðri í sjónum, men tá hann skal venda sær í sjónum, kennir hann at onkur hevur tikið í føturnar á sær, so hann fær ikki vent sær í sjónum. Danski apotekarin hevði misskilt støðuna, og ivaðist ikki í eina [...] upptøkuroyndunum til froskmannaprógvið var, at tú skuldi svimja í berum svimjibuksum í 15 minuttir í sjónum. Hetta kom væl í hesi hendingini. Heri var farin út at fiska við einum donskum apotekara og syninun [...] viðurkenning altjóða felagsskapi ? hetta var í felagsskapinum C.M.A.S. Hetta var áðrenn danir høvdu søkt um felagsskap í C.M.A.S. Tá danir so søktu um limaskap, varð talan um at hetta kundi verða sum deild av
Frýdal, sum herfyri í lesarabrævi vísti á sína ónøgd um samstarvið í býráðnum í Tórshavnar Kommunu. - At fara út og siga, at mann hevur eitt breitt samstarv í býráðnum, og so ikki tekur øll við, tá avgerðir [...] haldi eg ikki er nóg gott, sigur Marin Katrina Frýdal, sum ikki vil taka undir við umraðfestingini í íløguætlanini hjá kommununi. Hon heldur tað ikki vera í lagi, at umraðfestingar verða gjørdar í íløguætlanini [...] hon um, at arbeiðið við at byggja nýggjan musikkskúla og at gera brúgv um Sandá ikki er komið longri. - Alt ov lítið kom av skafti í 2013, og nú tykist tað mær, sum at borgarstjórin er farin í panikk,
forskalling í túninum. Í dag, nú umleið 30 ár aftaná, má eg bara staðfesta, at her var vinurin Sverri, sum í so mongum øðrum, góður í ráðum. Sverri hevði tað best, tá hann hevði nógv um hendi at gera, hann [...] so skuldi ikki blíva. Tá vit so koma oman í Tjarnargarð hetta kvøldið, sást skjótt, at her varð lítið eftir, og var tað við blandaðum kenslum, at síggja hesa kempu liggja til tað seinasta, troyttur og mettur [...] Palli hevði um hetta mundi íbúð í kjallaranum hjá Sverra, sum tá búði í Djóni Geilsgøtu, og nógvar vóru løturnar, ið eg hevði saman við feðgunum báðum, og eru hetta stundir, sum eg í dag minnist við takksemi
søguni. Satt at siga var dysturin í Sarpugerði í dag eitt vónbrot. Málið, sum HB fekk tíðliga í dystinum, tók beinini undan GÍ, sum ikki fótaði sær fyrr enn langt inn í fyrra hálvleik. Í seinna hálvleiki [...] dystin í Gøtu í gongd, tá havnarmenn fingu nakað at fegnast um. Ein bóltur varð sendur móti málinum, sum Sunvard ikki megnaði at halda. Bólturin datt fyri føturnar á Jón Róa Jacobsen, sum ikki ivaðist, og [...] eingin ivi um, at Sunvard verður noyddur at taka málið upp á sín kappa. Um tað var skelkurin av málinum, sum gjørdi, at GÍ ikki kom fyri seg, er ikki gott at vita, men veruleikin er, at meginparturin av