Borgarstjórin ikki tíð til politikk

- Eg eri sannførd um, at borgarstjórin tekur ikki alt býráðið við upp á ráð, tá stórar avgerðir skulu takast, tí hann gevur sær ikki stundir til tað fundar og fyrireikingararbeiðið, sum stóru avgerðirnar hava við sær. Ístaðin vil hann møta borgarunum allastaðni og vera sjónligur, og tað gongur út yvir politiska gerningin. Soleiðis sigur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, sum enn einaferð hevur sett seg upp ímóti borgarstjóranum

- Heðin Mortensen er fittur og blíður, ja meinlíkur Bastian, politimeistara í Kardamummubýnum. Hann vil gera øll glað, og glæstriborgin skal glitra allatíðina, men at útinna tær politisku avgerðirnar í verki, tað ger hann ikki nóg gott, sigur Marin Katrina Frýdal, sum herfyri í lesarabrævi vísti á sína ónøgd um samstarvið í býráðnum í Tórshavnar Kommunu.

- At fara út og siga, at mann hevur eitt breitt samstarv í býráðnum, og so ikki tekur øll við, tá avgerðir verða tiknar, tað haldi eg ikki er nóg gott, sigur Marin Katrina Frýdal, sum ikki vil taka undir við umraðfestingini í íløguætlanini hjá kommununi.

Hon heldur tað ikki vera í lagi, at umraðfestingar verða gjørdar í íløguætlanini, uttan at allir býráðslimirnir verða tiknir við upp á ráð.

- Nógvar av umraðfestingunum hava ikki fingið ta viðgerð, tær eiga. Hvørki politiskt ella fakliga. Tær eru gjørdar í óðum verki, hetta er ósaklig, og hetta kann eg ikki taka undir við.Tað hendir ov nógv aftan fyri tjøldini, sjálvt um tað skal eitast, at vit hava eitt breitt samstarv í býráðnum, sigur Marin Katrina Frýdal.

Marin Katrina Frýdal er ónøgd við, at hon herfyri fekk eitt skjal frá fíggjarnevndini, sum vísti tær umraðfestingar, sum eru gjørdar í íløguætlanini hjá kommununi, sum annars bleiv samtykt í desember í fjør.

- At broytingar verða gjørdar, uttan at øll vita av tí, tað haldi eg sera harmiligt, staðfestir Marin Katrina Frýdal.


Vantar stýring
Tað eru tvær høvuðsorsøkir til, at Marin Katrina Frýdal ikki trívist í selskapinum í býráðnum og tí ger vart við sína ónøgd.

- Tað er fyrst og fremst vantandi stýring, sum er orsøkin, men eisini at tað, sum skuldi verða so gott, er farið fullkomiliga av leið, sigur Marin Katrina Frýdal og greiðir nærri frá:

- Eg sakni ein skipara á brúnni. Heðin er eitt arbeiðsgrev, hann vil øllum tað besta, og hann velur eisini at brúka tíðina upp á at hitta borgararnar. Alt gott um tað, men ein av fremstu uppgávunum hjá einum borgarstjóra er at útinna tað í verki, sum politiskar samtyktir eru gjørdar um. Og tað er júst tað arbeiðið, hann eftir míni meting, ikki ger nóg gott, sigur Marin Katrina Frýdal.

Hon finst at, at tað kemur ov lítið av skafti hjá borgarstjóranum og vísir á árið í fjør sum dømi.

- Seinasti veruligi arbeiðstøksáttmálin, sum bleiv undirskrivaður, var Boðanesheimið í 2010, og tað stóð liðugt í 2012. Síðani er eingin stórur sáttmáli undirskrivaður, og tað hendi akkurát einki í fjør. Tað er nakað, sum eg finnist at, sigur Marin Katrina Frýdal.

Eitt nú harmast hon um, at arbeiðið við at byggja nýggjan musikkskúla og at gera brúgv um Sandá ikki er komið longri.

- Alt ov lítið kom av skafti í 2013, og nú tykist tað mær, sum at borgarstjórin er farin í panikk, og nú skal alt henda. Tí tekur mann nakrar skjótar avgerðir uttan at taka alt býráðið við upp á ráð.

Ivingasom um breitt samstarv
Marin Katrina Frýdal heldur ikki, at tað breiða samstarvið, sum skal eitast at vera í býráðnum, riggar sum ætlað. Tvørturímóti heldur hon, at júst manglandi breitt samstarv er nakað, sum er gjøgnumgangandi í býráðssamstarvinum-

- Heðin Mortensen hevði eitt gott val og hevði einsamallur meiriluta, men valdi ikki at brúka tann meirilutan. Ístaðin blivu vit øll bjóðað til borðið, og alt skuldi verða so gott. Vit settu okkum so niður at gera eina raðfesting við íløgunum, sum vit blivu samd um. Brádliga blíva umraðfestingar gjørdar, har bara fíggjarnevndin verður tikin við upp á ráð, og vit onnur hava ikki verið partur av arbeiðinum við broytingunum í íløguætlanini. Tað virkar, sum at fíggjarnevndin verður brúkt sum samgonga nú, greiðir Marin Katrina Frýdal frá.

Hon vísir á, at hon frá fyrsta degi, ivaðist í, hvussu tað breiða samstarvið fór at rigga í praksis.

- Eg var ivingarsom beinanvegin, og eg sá fyri mær, at tað fór at verða drúgt, tá vit 13 fólkini altíð skuldu verða samd um einhvørja avgerð. Eg sakni kjakið, sum er so sunt fyri allar avgerðir, har øll sjónarhorn eru umboðað, sigur Marin Katrina Frýdal.

Sjálv hevur hon eitt boð uppá, hví hon ikki altíð verður tikin við upp á ráð sum til dømis nú, tá íløguætlanin verður broytt.

- Borgarstjórin velur sjálvandi lættastu loysnina, hann leggur ætlan og ger umraðfestin saman við hinum fýra monnunum í fíggjarnevndini, sum í stóran mun eru meinlíkir í hugsunarháttir. Tað er jú so nógv lættari og sparir tíð hjá borgarstjóranum sjálvandi, sigur Marin Katrina Frýdal og heldur fram:



- Eg haldi, at tað hevur nakað at gera við, at borgarstjórin tímir ikki at taka tað arbeiðið við, sum tær ymsu avgerðirnar krevja. Hann velur at brúka tíðina upp á onnur ting enn tað, sum eftir mínum tykki er umráðandi fundarvirksemi, heldur Marin Katrina Frýdal fyri.

Hon leggur dent á, at hon ikki ger vart við sína ónøgd bara fyri at gera uppreistur.

- Als ikki. Sjálvandi mást tú fara á kompromis, tá tú ert í politikki og skalt vera partur av semjum, men henda umraðfestingin av íløguætlanini er gjørd aftan fyri mín rygg, og tað haldi eg, er at fara ov langt og sera óvirðiligt fyri restina av breiða samstarvinum, tað vil siga teimum, sum ikki eru í fíggjarnevndini.

Tekur seg ikki úr
Hóast Marin Katrina Frýdal týðiliga er ónøgd við samstarvið í býráðnum, hevur hon ongan ætlanir um ikki at vera partur av selskapinum.

- Eg eri limur í teknisku nevnd og í trivnaðarnevndini og eri eisini í nevndini um brúnna við Sandá. Fari eg útum, havi eg als onga ávirkan. Eg haldi avgjørt, at eg geri ein mun í býráðnum, og míni sjónarmið eru eisini við til at ávirka og broyta avgerðir, sigur Marin Katrina Frýdal og heldur fram:

- So leingi eg føli, at eg geri ein mun, so haldi eg, at tað er tað vert. Enn føli eg, at mín ávirkan er galdandi í hesum starvinum, sigur Marin Katrina Frýdal og vísir á, at hon kennir eina ábyrgd yvir fyri teimum omanfyri 400 fólkunum, sum valdu hana inn í býráðið.

- Hesar útsagnirnar koma frá mær og ikki flokkinum, men eg veit, at nógv eru samd við mær, bæði úr mínum egna flokki og øðrum flokkum, sigur Marin Katrina Frýdal.

Hon er tó tilvitað um, at hon kann blíva sett uttanfyri til ein og hvørja tíð.

- Borgarstjórin hevur makt til tað, um tað er tað, hann vil. Eg havi áður kent fylgirnar av at tala borgarstjóranum ímóti, ella tá eg havi talað ímóti onkrum av tí, sum fer fram í býráðnum. Men eg kenni eina stóra ábyrgd yvir fyri mínum veljara skara, og tí vil eg ikki bara geva skarvin yvir uttan víðari, sigur Marin Katrina Frýdal.