Reisigildi fyri fyrsta føroyska undirsjóartunlinum

-Gott undirstøðukervi er fortreyt fyri trivna og mentan, og at vit kunnu røka málunum, tá tað snýr seg um økis- og útjaðaramenning. Tí mugu vit eisini hugsa um at útbyggja undirstøðustøðukervið fyri landið sum heild, tað verið seg vegir, brýr, tunnlar, skip og kervið á samskiftisøk-inum segði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslumálum, tá hann í sambandi við reisigildið fyri fyrsta føroyska undirsjóartunlinum helt røðu í Miðvági.



Vágatunnilin


Saman við løgmanni var landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Bjarni Djurholm fyrsti at ganga ígjøgnum opið í Vágatunlinum, tá skotið varð ígjøgnum seinasta hósdag. Eftir hetta var stór samkoma í tunlinum, har m.a. Bjarni Djurholm og Jørgen Niclasen, landsstýrismenn fagnaðu hendingini og komandi fasta sambandinum millum Vágaoynna og meginøkið.

Undir samkomuni, sum varð í bygdahúsinum í Miðvági, seinni á kvøldið vóru mong fagnarorð borin fram og millum røðararnar var eisini landsstýrismaðurin í samferðslumálum.

Hann vísti á, at síðani føroyingurin setti búgv í Føroyum, hava náttúruskaptu fortreytirnar ella viðurskiftini gjørt, at møguleikarnir at samstarva við landsmenn ? ætt, vinir og kenningar, í øldir í stóran mun hava verið treytaðir av streymviður-skiftum og veðurvánum.

-Hóast tøknin og framburðurin so við og við hava betrað um ferðslumøgu-leik-arnar oyggjarnar millum, har dentur hevur verið lagdur á at betra um skipa- og havnaviður-skiftini, so hava avmarkingarnar framvegis verið eyð-sýndar.

Farnu árini er tað eisini vorðið alt meira sjónligt, at menningin av samfel-agnum verður tarnað, verður ikki betrað munandi um flutningskapa-si--te-tin tá ræður um samferðslu oyggjanna millum vísti landsstýrismaðurin á og helt fram:

-Samlaði politiski myndugleikin ásannar avbjóðingarnar. Tí hevur eisini ver-ið full semja um stigini, sum tikin eru farnu árini í útbyggingini av sam-ferðslukervinum, bæði á sjógvi og á landi.

Úr rúgvuni kunnu nevnast Sand---oy-ar-farleiðin, Suðuroyar-farleiðin og undir-sjóarsambondini.

Á skránni í mansaldur
Bjarni Djurholm vísti á, at fasta sambandið um Vestmannasund hevur verið á skrá seinasta man-saldurin. Undangongumenninir vóru tingmenninir Vilhelm Nielsen og Haldor Hansen sáli. Hóast talan tá var um brúgvasamband, so var hetta spírin til ferðsluleiðina, sum er veruleiki í dag. Í1988-89 skjøtil settur á gerð av undirsjóartunnli undir Vest--manna-sundi. Arbeiðið steðgaði orsakað av ringu tíðunum, sum tá tóku seg upp.

Bjarni Djurholm segði víðari, at so hvørt, sum komið varð út í seinnu helvt av nítiárini, og kreppan sjónliga var um at hæsa av, tók tosið seg alt meira upp um at fara í gongd við ar-beið-ið aftur. Í seinasta fíggjarárinum í farna valskeiði (1994/98) var so avgerð tikin um at byrja aftur og vóru fyrstu mio. settar av til verkætlanina.

Á eykajáttanarlógini oktober 1998 samtykti Løgtingið so, at Føroya Lands-stýri fekk heimild at stovna og seta pening í partafelag, hvørs endamál skuldi vera at stovna fast samband um Vestmannasund.

Leiðslan í felagnum arbeiddi víðari við ætlanunum, sum Landsverkfrøðing-urin í 1988-89 arbeiddi við, og víkur núverandi ætlan ikki stórvegis frá henni, hvat viðvíkur hvar vegir og tunnil eru løgd.

Eisini dagførdi og útbygdi Vinnumálastýrið tær kost-nyttu kanningar, sum í sínari tíð vórðu gjørdar, og vístu tær, at tað gav samfelagsligt avkast at gera hesa íløguna.

Nýggjur leistur
Leisturin, sum brúktur er at fremja ætlanina, er nýggjur í Føroyum, og elv-di hann til ávíst politiskt orðaskifti, men hevur tað víst seg, at hann hevur verið væl brúkiligur.
Tað hevur eydnast at finna eina dugnaliga leiðslu, sum hev-ur á-byrgd av ætlanini, men harum--framt er tað eydnast at fáa í lag gott samstarv millum partafelagið og tekniska stovn landsins, Landsverkfrøðingsstovnin, og hevur hetta samtarv verið ein av fortreytunum fyri góðu gongdini segði landsstýrismaðurin.

Eisini hevur leiðslan fyri felagnum havt eina hepna hond at finna sær en-tre-prenørar og ráðgevarar á ymsu økjunum. Í heila tikið hevur tað gingist so væl higartil, at samt Løg-ting ikki ivaðist at samtykkja at stovna nýtt parta-felag, sum fær til uppgávu at gera tunnil undir Leirvíksfirði. Tvs. at halda fram eftir sama leisti.

Fíggingin av verkætlanini er umframt tær 160 mió. kr, ið landið setir í fel-agið, upptøka av láni frá fíggingarstovnum.

Fíggingin er í tveimum pørtum. Byggifígging og endaliga fíggingin. Endaliga lánið verður afturgoldið við inntøkum, sum stava frá nýtslugjøld-um frá teim-um, sum nýta tunnilsanleggið. Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ogn-ar, og verður tá anleggið partur av landsvegakervinum.

Fortreyt fyri vinnuligari menning
Bjarni Djurholm vísti á, at ein av fremstu fortreytunum fyri vinnuligari menning í einum landi er, at undirstøðukervið er væl útbygt, og tá Norðoyatunnilin um eini fýra ár er liðugur, er vegasamband millum eini 85 % av føroyingunum.

-Gott undirstøðukervi er eisini fortreyt fyri trivna og mentan, og at vit kunnu røka málunum, tá tað snýr seg um økis- og útjaðaramenning. Tí mugu vit eisini hugsa um at útbyggja undirstøðustøðukervið fyri landið sum heild, tað verið seg vegir, brýr, tunnlar, skip og kervið á samskiftisøk-inum.

Fyri at fáa sum mest burtur úr okkara íløgukrónum og fyri at minka sum mest um vandan fyri upphiting av okkara búskapi, eiga vit gjølla at um-hugsa tær einstøku íløgurnar, at arbeiði verða boðin út og at gera langtíð-arætlanir.
Hetta er arbeiði, sum VMS tekur í stórsta álvara. VMS hevur í hesum sambandi uppskot um langtíðar-íløguætlan, har ein setningur er at íløgurnar frá ári til ár eru javnar við atliti at kostnaði og ikki minst viðv. ávirkanini á búskapin í síni heild.

Tað er mín vón upp, at tað fer at eydnast at samskipa íløgurnar á teimum einstøku økjunum við undirtøku frá øllum flokkum á tingi. Hóast langtíðar-íløguætlanir sjálvsagt javnan skulu korrigerast, so er neyðugt við tvørpolitiskum semjum, sum bera tvørtur um løgtingsval. Hetta er einasta gongda leið, skulu vit ikki enda í íløgusveiggjum, sum koma okkum aftur um brekku.

Hava vit ráð
Landsstýrismaðurin nam eisini við spuringin at hava ráð og segði: -Mangur man hugsa, um vit hava ráð at fremja íløgur av hesum slag. Tað kunnu vit altíð kjakast um. Politiski myndugleikin má tó hava fyri eygað, at tíðirnar broytast og krøvini herðast. Tí er áhaldandi neyðugt at taka støðu til útbyggingar í samferðslu-kervinum.
Umframt, at neyðugt er at gera raðfestingar, so er eisini neyðugt at velja mill-um sløg av samferðsluhættum.
Fyri at lýsa fyrimunir og vansar, verða ymiskar møguleikar settir upp móti hvørj--um øðrum.
Í samskiftinum oyggjanna millum stendur valið nú millum fast sambond ella fram-hald-andi sjógvegis sambond.
Orsakað av kreppuni og eisini, at vit annars ikki í langar tíðir gjørdu serl-igar íløgur í sjóvegissambondini, er strandfaraflotin nú so gamal, at mang-ar av neyðugu íløgunum í flotan skulu loysast komandi fáu árini.

Ikki bara tí, at samferðslukrøvini alsamt eru vaksandi, men eisini tí, at al-tjóða ásetingar gera, at skipini hjá SL skulu hava mun-andi dagføringar ella skiftast út. Verða nýíløgur gjørdar í skip, verður eisini neyðugt at taka støðu til um- og útbyggingar av havnaløgunum.

Kostnaðurin
Valið um Vestmannasund gjørdist so fasta sambandið. Vit kunnu saman-bera árliga kostnaðin av projektinum við støddina av fíggjarlógini fyri 2002. Tá síggja vit, at árliga avsetingin til hetta projektið bert er uml. 0.5 % av samlaðu fíggjarlógini árliga ella 8-9% av íløgunum.

Samanborið við annað virksemi, so ávirkar íløgan undir Vestmannasundi í byggifasuni, tvs. ringvirkningar á arbeiðsmarknaðin, umleið tað sama, sum eitt miðal føroyskt flakavirki.

Tá hildið verður fram undir Leirvíksfirði, so flyta vit v.ø.o. virksemið und-an Vestmannasundi undir Leirvíksfjørð.
Sostatt fer ávirkanin ikki at merkj-ast á samfelagsbúskapinum, eins og avsetingarnar á fíggjarlógini til hesa verk-ætlan næstu átta árini verða lítið størri enn avsetingarnar til fasta sambandið undir Vestmannasundi.

Landsstýrismaðurin segði at enda, at dagurin í dag kann samanmetast við eitt reisigildi. Hóast nógv arbeiði er eftir at gera, áðrenn farleiðin verður latin upp í fyrru helvt av 2003, nýtti hann høvi til at takka øllum, sum høvdu verið við til at gjørt hesa ætlan møguliga.