serliga í teimum báðum fyrstu - er ein kensla av at vera uttanfyri; ikki beinleiðis av at vera hatifuglur, men ikki at hoyra til sum onnur og sum tey at vera ein partur av tí dagliga samfelagsumhvørvinum [...] hátt verður víst á, at hóast tú ikki skalt gloyma tín uppruna, so er tað vandamikið at floyma seg burtur í fortíðini, tí lívið hjá tær er nú og komandi. Best er ikki at fara longri enn at droyma um ta farnu [...] fyrru søguni sigur hann við hana, hvussu vøkur hon er, og hvussu hann elskar hana. Her verður hann við sviðið soð, men kann tó gleðast um at hava hitt hana, og bara tað at hava møtt henni gyllir hansara tilveru
ikki sluppu at spæla við. Til dømis var so at siga ógjørligt tá hjá sakførarum at gerast limir í Klubbanum. Klubbin hevði tá somu skipan sum nú, at nýggir limir skuldu balloterast inn, t.v.s., at limirnir [...] nevndina og dámdi lítið, at bridgefelagið skuldi leiga spælihøli frá Klubbanum. Hann skrivar m.a., at hann hevur ikki hug at vera klubbalimur fyri at spæla, vil ikki útseta seg fyri at verða feldur í ballotatión [...] nógva orku í at læra frá sær. - Eg visti, at tað vóru fleiri, sum høvdu hug at spæla, og eg fór tí undir at hava undirvísing her heima hjá mær sjálvum í nøkur ár. Tað var fyrst í 1960-árunum, at hann legði
Lisberg sigur, at hann er púra sannførdur um, at tað eisini fer at føra við sær, at tað fer at verða enn truplari at keypa virki ur Fiskavirking. Tað er ikki vist, Fiskavirking fer at halda tað verða [...] Tað merkir, at hesar fyritøkur fara at gera, sum teimum lystir. Fiskavirking fer at lata flakavirki aftur, um tað hóvar teimum best, og teir fara at sýta fyri at lata virki upp, ella at selja tey, um [...] Framtaksgrunninum, men hann sigur, at hann fer ikki at taka avgerð um nakað sum helst, av tí at støðan er so ógreið. Marner Lisberg sigur, at tað er væl skilligt, at formaðurin í Framtaksgrunninum hevur
siga, at henda stevna, eg havi sett mær, er so stór, at eg má hava góðar vónir. Við at gevast fært tú onki á skaftið. Emil sigur, at tá ið hann hevur givið bøkur út, hevur hann altíð lagt dent á, at bøkurnar [...] Emil Thomsen dylir ikki fyri, at hann er serstakliga fegin um, at tað untist honum at geva bókina ?Frælsmannamál3 út. ? Bókin vísir okkum, hvussu teir menn hugsaðu, sum royndu at leggja lunnar undir frælsið [...] Thomsen sigur, at kreppan neit so fast, at tíðirnar vóru ikki til at geva bøkur út. ? Kreppan var eitt øgiligt bakkast fyri samfelag og fyri einstakling, og í nøkur ár skerst ikki burtur, at fólk hava verið
stóð nógv á, men endin var, at Reimar harvið vann stórt. - Tað er ógvuliga stuttligt at hava henda møguleikan at ferðast og samstundis hava møguleikan at spæla. Við tað at vit spæla koma vit eisini í sambamnd [...] so teir noyddust at læra seg eitt sindur av fronskum fyri at kunna spæla og siga síni meld. Reimar kom tá heilt í neyð, tí hann hevði gloymt, hvussu ?seks? æt á fronskum og kom tí at melda sjey kleyvarar [...] á føroyskum liðum. Haraftrat hevur hann luttikið í fleiri norðurlendskum kappingum. Hugin at fara burtur at spæla hevur Reimar ikki lagt av, og seinastu árini hevur hann gjørt fleiri bridgeferðir, einamest
høvdu um ferðslu. Tey lærdu m.a. at ganga úti í ferðsluni og høvdu súkluroynd í fimleikarhølluni. Løgreglan var og vitjaði, og greiddi teimum frá, hvussu ein skal bera seg at úti í ferðsluni. Eisini høvdu [...] hugdu at brotnum rútum. Tey vístu fram, hvørjum mest varð stolið av, úr handlum í SMS. Eisini høvdu tey vitjan av løgregluni. Av tí at 6. flokkur skal spæla sjónleik á jólum, nýttu tey høvi til at byrja [...] byrja venjingina. Tey avgjørdu at spæla ein sangleik, av tí, at tað eru fleiri góðar røddir í flokkunum. Tey fingu eisini málað bakgrund til leikin. 7. og 8. flokkur høvdu um rúsdrekka, fjølmiðlar, Havnina
Sølvi, at Landssjúkrahúsið neyvan fer at kunna brúkast sum útbúgvingarstað, tá virksemið verður so skert, tí hvørki ein ella annar kann læra nakað á einum slíkum sjúkrahúsi. Ingun gremur seg um, at allur [...] vant um jólini, og longur eisini enn vanligt. Men tað fløvaði sjúkrasystrarnar í hvussu er, tá tær í gjár í Sosialinum lósu, at Sølvi Winther Olsen, kommunulækni og formaður í Læknafelag Føroya, ávaraði ímóti [...] við tað at bæði sjúkrahússtjórin er fyribilssettur og fyristøðukvinnan er fyribils sett, og hvørki yvirsjúkrasystirin ella sjúkrasystrastjórin eru sett enn. Leiðslan má setast fyrst fyri at kunna taka
gøtunum, ella liva av at stjala. Skøkjulevnaður og misbrúk av ymsum slag merkir samfeløgini. - Breið semja var um, at vit frá Norðurlanda síðu eiga at gera okkurt munagott fyri at hjálpa teimum í Baltisku [...] kanning er gjørd um. - Allir politisku flokkarnir tóku undir við at vit skulu tryggja vælferðarsamfelagið, og at tað pliktar londini at sýna solidaritet mótvegis teimum í limalondunum, sum ikki hava eins [...] londunum. Eitt nú við at vísa teimum, hvussu tey kunnu byggja samfelagið uppaftur, sigur Marita Petersen. Annars varð ein samtykt um Nordplus, sum loyvir ungdómi undir útbúgving at flyta millum londini
metingarnar, men staðfestir, at málið skal kannast sera gjølla, áðrenn tað kemur uppá tal at fara undir tunnilin. Kynstrið at áseta rætta gjaldið Búskaparfrøðingar eru samdir um, at ein alment fíggjaður tunnil [...] í frágreiðingini. Kynstrið verður tá at áseta gjald, sum ikki hevur við sær, at ov nógv lata vera við at brúka tunnilin, altso eitt gjald, sum fær raksturin at bera seg og minkar sum minst um samfelagsliga [...] gini verður víst á, at í Noregi er dømi um ferðslulop uppá 86% í Ålesundstunnlunum. Munur millum metingar Landsverkfrøðingurin hevur við fyrivarni mett um, hvat tað fer at kosta at gera undirsjóvartunnil
garnir gjørdu at at lata peningin til AIDS -Ráðið í Føroyum. Tá Anna Samuelsen var í Danmark í øðrum ørindum, fór hon at tosa við umboð fyri AIDS- grunnin í Danmark, fyri at vita, hvussu tey har høvdu [...] Føroyum, er stovnaður við tí fyri eygað, at veita upplýsing um HIV og AIDS, og at stuðla sjúklingum. Tað vóru nakrir sjúkrasystranæmingar, sum gjørdi sítt til, at AIDS-grunnurin varð stovnaður. Tær gjørdu [...] fundin fríggjadagin, boðaði stigtakararnir frá, at fólk ístaðin fyri at gjalda atgongumerki, kundu lata AIDS-grunninum eina peningagávu. Anna Samuelsen sigur, at tey ikki enn hava gjørt upp, hvat av peningi