royndir við at ættleiða og eru nú klár at royna einaferð afturat. Tey hava lært, at tað ongantíð ber til at fyrireika seg út í æsir uppá at taka ímóti einum ættleiddum barni, tí tað er ógjørligt at vita fr [...] við at missa vónina um, at hetta nakrantíð fór at ganga, sigur Anna Maria. Tað ringasta var kanska, at vit ongan høvdu at práta við. Vit vistu um onnur, sum høvdu ættleitt, men vit vistu eisini, at øll [...] veit, at hon eigur eina mammu í India, sum ikki kundi hava hana. Hon spyr eftir henni, og um vit halda, at mamman í India er góð við hana. Tað einasta, vit kunnu siga, er at vit eru púra vís í, at mamma
sigur við sjónvarpið CBS, at enn er ov tíðliga at siga nakað neyvari um hendingina og orsøkina til hana. Hann avsannar leysasøgur um, at Robert Bales var ávirkaður av rúsdrekka, og at hann hevði trupulleikar [...] John Henry Browne, eftir at hann hevur tosað við Robert Bales í Fort Leavenworth-fongslinum í statinum Kansas. Tann 38 ára gamli Robert Bales (myndin) er skuldsettur fyri at hava skotið 16 sivilfólk,
ta løtuna, at ætlanin var at vitja Skúvoy og Dímun, at tað ikki gjørdist veður at fara hagar. Hetta var sjálvsagt eitt vónbrot, tí í báðum plássum høvdu tey fyrireika seg væl og virðiliga at taka ímóti [...] sjálvur dottið oman bert fá ár eftir, at pápi mín var deyður. Eg var tá 3-4 ára gamal. Mamma hevði sagt við arbeiðsgenturnar, at hon fór at hvíla seg, og hon bað tær um at ansa eftir mær. Tá ið hon vaknaði [...] Tummas plagdi at koma til Dímunar at ferðast. Sofus var tann seinasti av teimum, sum varð sendur til Dímunar. Honum feilti ikki annað enn, at hann var nakað seint mentur. Hann dugdi at lesa og skriva
barnabók? - Sum barn minnist eg, at eg ofta gjørdi mær tankar um vaksin, og tað royni eg at mynda í mínum bókum. Fyri at børn skulu tíma at lesa er tað týdningarmikið, at søgan hongur saman og at hon er góð. Eg [...] barnabókahøvundar eiga at hava onnur fyrilit, enn at hava í huga, at ein barnabók altíð skal hava ein góðan enda. - Tá ið hugsi um tær bøkurnar, eg las sum barn, minnist eg, at mær dámdi ikki tær bøkurnar, sum [...] og fer burtur av at skriva. Hon hevur fingið uppgávuna frá Grímu at skriva ein leik, sum skal setast upp í vetur. Og hon hevur fingið ein mánaða at skriva leikin. - At seta seg niður at skriva soleiðis
gleði, at bara Várharra veit um hetta at siga. Kanska veit Várharra heldur ikki alt, ella hann sigur; Sumt lati eg fara aftur við borðinum. Tí teldustýrda medvit hansara goymir at so mongum, at hann má [...] frummmegi í hesum kroppi at fáa so stór kórverk upp at standa. Hetta hevur verið hansara hjartamál í ár so mong at birta upp undir kórsangin her á klettunum bæði á bygd og í bý, og at syngja kórverk, sum ikki [...] tíð, og hann lærdi okkum at syngja: Ach du lieber Augustin. Ja, eingin ánaði, at hesir knevlar skuldu koma at fáa so stóran týdning fyri okkara mentanarlív. Kanska var tað tí, at teir báðir høvdu staðið
prestur, men fór burtur fyri at forvinna nakað av peningi. Teir fóru niður at selja fiskin, men rendu á land í illveðri. Veðrið var so ringt, at tað slapst ikki til at bjarga teimum, og allir menninir umkomust [...] Trina fór niður uppá at vera barnagenta. Hetta var jú sera spennandi, eisini tað at búgva á einum hotelli mitt í býnum. Trina plagdi at fara túr við børnunum í býin. Her lá væl fyri at fara í Tivoli, men [...] Krossteig, Óli hjá Óla kallaður, og teir vóru systkinabørn. Nú mátti Trina eisini at fara út at arbeiða. Hon fór til Havnar at vera í húsi hjá eini abbasystir, sum var gift við Hans í Funningsstovu. Hon búði
verða skoytt uppí, at Móstøðan var eitt serligt øki har norðuri við nógvum kræklingi. Tað var gamalt, at hon var mett sum ein mørk í jørð. Tá ið mjólk var til avlops, plagdi hon at verða stoytt í opna [...] menn eisini fóru at nýta hana til agn, og menn fóru at óttast fyri, hvussu burðardygt hetta var. Var eisini motorpassari við slupp Eg beundri mangan pápa fyri, hvussu væl hann dugdi at manøvrera, og hann [...] gevast at sigla og royna okkurt annað. Føroyingar hava ofta víst seg at vera sera fjølbroyttir, tá ið tað snúði seg um arbeiði. Óla Jákup av Sandi var ein ógvuliga behagiligur maður. Lumpaði mammu at sleppa
haldi, at tað aftur skyldast, at tað stutt sagt ikki er nakar annar møguleiki í Føroyum. Vit eru teir einastu, og tá gerast fólk eisini minni atfinningarsom. Eg hoyri meiri enn so, at fólk siga ymiskt [...] upp til hvønn einstakan at uppliva og meta um, sigur Jákup Veyhe. Eftir at hava prátað aftur og fram um skemt sum sjangru, sigur Jákup Veyhe tó, at hann helst vil lata vera at práta um og lýsa skemt, tí [...] ramsu, sum Sjúrður plagdi at brúka, skeyt Per Zachariassen upp, at tær skuldu eita Pipar&Salt, so orsøkin til navnið var eitt meiri ella minni tilvildarligt uppskot, minnist Jákup Veyhe aftur. Herman Jacobsen
Funningur: - Eg dugi so illa at siga frá, júst hvussu eg hevði tað, tá eg var mest depressivur. Men tá tú ikki dugir at fáa 2 + 2 til 4, so skilir tú, at her stóð ikki væl til, greiðir John Reynbú frá [...] og umhugsi at fara aftur í ár. Eg haldi at tað er fantastiskt at kunna koma saman við øðrum sum eru í sama báti sum eg, og sum veruliga skilja ta støðuna sum ein er í. - Tey behøvast ikki at hava somu sjúkuna [...] kenna og vita hvussu tað er at vera sjúkur, og hava soleiðis eina felags grund at tosa út frá. - Jú, eg gleði meg til hetta skeiðið, sigur John, sum ætlar sær at taka útgerðina at mála við á skeiðið. Sum
varð endurgivin fyri at siga – undan valinum – at hann hevði vunnið, og so tapti hann, og Uffe Elleman Jensen varð í Ekstra Bladet á sjálvum valdegnum í 1998 endurgivin fyri at siga, at Den er hjemme. Hann [...] hevur ikki verið nógv at sæð til stjórnarleiðaraávirkanina, sum tað aðra staðni plagar at verða tikið til, tá ið flokkurin hjá forsætismálaráðharranum vinnur eitt val. Tølini siga, at tað hevur verið regulin [...] enn undantakið, at flokkurin hjá løgmanni hevur tapt, og at tað harvið heldur enn positiva ávirkan á valúrslitið hevur havt negativa ávirkan á úrslitið hjá løgmansflokkinum. Tað kostar at sita við landsins