JÓLAPRÁT
Edvard Joensen
Petur Martin Rasmussen, fyrrverandi sóknarprestur, sigur hava frætt, at tað er komið so vítt, at fólk eru farin at taka lán at keypa jólagávur fyri.
? Tað er rættiliga óhugnaligt, heldur hann, men undrast kortini ikki. Tað kann ikki vera øðrvísi við øllum hesum handilslýsingunum, sum gera fólk í ørviti. Tað byrjar longu fyrst í november, ella fyrr, og heldur á til jólaaftan.
Jólini eru mestsum vorðin »business« burturav. Eini friðalig kirkjujól eru ikki at finna longur, heldur Petur Martin Rasmussen um alt rokilsið, sum í dag stendst av jólunum.
Petur Martin Rasmusesn vísir á, at tað er so nógv, sum komið er uttan eftir inn á jól okkara, at tað vendist nokk ikki aftur til eini friðalig, føroysk kirkjujól, sum hann minnist og kundi hugsað sær.
Tað er eitt sovorðið rokilsi jólaaftan, at fólk sita bara og gapa, tá kvøldið kemur, heldur hann. Eitt sindur frægari er kanska jóladag. Og so er aftur ball beinanveg annan dag, og tað heldur so bara fram við umbýti av jólagávum og øllum tilhoyrinum.
? Jú, jólini eru farin at snúgva seg mest sum bara um pengar, staðfestir prestur.
Og so argar tað hann eisini, at sjálvt føroyska málið er ávirkað av jólastákan uttaneftir. Í dag ynskja fólk hvørjum øðrum »góð jól«. Tað er púra skeivt, tí tað eitur einki annað enn: »Gleðilig jól«.
EISINI Í KIRKJUNI eru jólini broytt, sigur Petur Martin Rasmussen.
Gamalt var ikki at halda jólaaftan, og langt upp í hansara tíð sum prestur, varð heldur ikki farið í kirkju jólaaftan. Eisini í bygdum, hann hevur verið prestur í.
Tann stóri høgtíðsdagurin var jóladagur. Nú eru allir dagar líka, so ein kennir ikki mun. Tað tekur eisini eitt sindur av tí serliga dámi, jóladagur hevði, og eftir prestsins meting eisini framhaldandi átti at havt.
Hetta skilið hevur bara vundið upp á seg, sum tíðin er farin. Petur Martin Rasmussen sigur, at hann líka síðan hann gjørdist prestur fyri meira enn 40 árum síðan, hevur hann tosað um hetta, men eingin hevur lurtað. Nú gerast alt fleiri greið yvir, hvussu vorðið er, men nú vendist nokk ikki aftur, óttast prestur fyri.
Men tað er ikki bara jólini, sum eru broytt, sigur hann, Tað er so galið, at eisini sjálv kristniboðanin tykist vera farin av lagi.
?Mær dámar einki talebanar, sigur Petur Martin Rasmussen, men tað er ikki langt frá, at vit eisini hava onkrar her hjá okkum.
Í øllum førum tykir tað honum, sum fólk eru, ið gera sær sínar egnu metingar av, hvussu boðskapurin skal leggjast út.
Fyrr var tað so, at vit høvdu tríggjar trúargreinir. Faðir, Son og Heilagan Anda. Tað vóru alt persónar, sum vit trúðu uppá.
Men í dag er ein fjórða grein komin afturat hjá summum. Tað er skriftin sjálv. Fólk eru farin at trúgva upp á bók, sum menniskju hava skrivað. Soleiðis leggja tey tað út heldur enn at trúgva orðinum, sum skrivað er upp og honum, sum givið tey hevur.
? Fólk hava gloymt Jesus. Og alt skal lesast út frá honum, ella verður alt ein vavgreytur, sigur Petur Martin Rasmussen, fyrrverandi sóknarprestur, sum nú hevur lagt frá sær vegna aldur.
ØÐRVÍSI JÓL
Jólini í ár verða øðrvísi, enn tey vanliga hava verið, sigur Petur Martin Rasmussen. Í ár fer hann ikki at prædika nakrastaðni á jólum, og tað er óvanligt. Tað kenst eitt sindur løgið, og ein skal venja seg við tað, sigur hann.
Petur Martin Rasmussen fer í ár at halda jól hjá dóttrini í Danmark. Og hann fer í kirkju á jólum, sum hannn plagar, hóast hann nú bara fer at lurta.
Hann sigur, at honum altíð hevur dámt sera væl at ganga í kirkju í Danmark.
? Mær dámar væl danskar sálmar, sigur hann og heldur tað koma av, at tá hann vaks upp á Skála, varð bara donsk sálmabók nýtt í Føroyum, og tað situr eftir sum eitt serligt minni at syngja danskt í kirkjuni.
At hann so metir donsku sálmarnar sum nakað heilt serligt í altjóða skaldskapi yvirhøvur, ger tað ikki verri. Hann heldur tað vera rættiliga sjáldsamt, at eitt lítið land sum Danmark skal hava fostrað menn sum Kingo, Brorson og Grundtvig.
Hesum seinasta er hann ikki einki ávirkaður av, sigur Petur Martin Rasmussen. Tann ávirkanin stavar frá lestrartíðini í København, har serliga ein professari, Hal Koch, var, sum var bergtikin av Grundtvig. Tað smittaði so av aftur á studentarnar, greiðir Petur Martin frá.
Hesin Hal Koch æt veruliga Hans Harald Koch og var giftur við Bodil Koch, sum onkuntíð var kirkjumálaráðharri í Danmark.
Ein annar, sum hann varð ávirkaður av uttan nakrantið at hava sæð hann, var týski professarin í Nýggja Testamenti, Rudolf Bultmann, greiðir Petur Martin Rasmussen frá.
EITT SINDUR GAMAL man hann vera vorðin, heldur Petur Martin Rasmussen, sum nú er farin frá sum 70 ára gamal. Hóast 70 ár í dag ikki verður roknað fyri so nógv, staðfestir hann tó, at hann er einasti núlivandi persónur, sum hevur verið prestur í gomlu Klaksvíkar Kirkju.
Hann kom til Klaksvíkar í 1960 sum persónligur hjálparprestur hjá Johan Nielsen, sum var fólkatingsmaður. Tað var ein sera góð tíð, greiðir Petur Martin Rasmussen frá.
? Eg plagi at siga, at eg var arbeiðskona hjá Johan Nielsen, flennir hann.
Síðan hevur hann verið prestur í Havn, á Eiði og á Tvøroyri, til hann gavst 1. oktober í ár. Hann var eitt skifti dómpróstur, áðrenn hann fór til Suðuroyar.
Inn í millum prestastørvini hevur hann verið lærari á Studentaskúlanum í Hoydølum, eins og hann eisini hevur undirvíst og granskað á Fróðskaparsetrinum í átta ár. Serliga var tað kirkjusøgu, hann granskaði og undirvísti í, greiðir Petur Martin Rasmussen frá.
Meðan hann var á Fróðskaparsetrinum skrivaði hann »disputats« um politiska stríðið um føroyskt kirkjumál, nevnt »Den færøske sprogrejsning«, ið varð vard sum doktararitgerð í Lund í 1987.
Sjálvur hevði hann ætlað sær frá sum 67 ára gamal. Men um tað mundið var hann prestur á Tvøroyri, og illa gekk at manna prestaembætini í Suðuroy tá, so hann játtaði at halda fram, til hann gjørdist 70 ár.
Tað verður ikki neyðugt at ganga fyri einki, hóast ein er pensioneraður, heldur Petur Martin Rasmussen. Bara tað at hava hús og urtagarð krevur nógva tíð.
So er tað eisini tað, greiðir hann frá, at heitt er á meg saman við øðrum um at vera við til at skriva Skála søgu. Eg eri jú uppvaksin har, so tað var so sjálvandi.
Hann heldur, at tað er rímiliga lætt at skriva søgu í Eysturoy, tí har ganga kirkjubøkurnar so langt aftur. Líka til 1687, veit hann at siga. Fyrsta skrásetta barnadóp í Føroyum finna vit í Skálafirði, greiðir hann frá.
Jú, Petur Martin Rasmussen, fyrrverandi sóknarprestur, metir, at hann nokk fer at finna okkurt at taka í, hóast hann er pensionistur. Men hann hevur ikki hugsað um at skrivað nakrar endurminningar, leggur hann afturat.