av høvuðsorsøkunum til hetta var, at ungi Hallur Danielsen nú var komin í Kyndlamálið at standa. Hann byrjaði við eini framúrskarandi dupultbjarging, og so var hann longu inni í dystinum, sum hann slapp [...] øðrum landi hetta kappingarárið. Og sunnudagin var eingin ivi um, hvør av hesum fór at stjala yvirskriftirnar í dag. Meðan VÍF-venjarin Daniel Rapa bert var inni seinastu tjúgu minuttirnar av dystinum og ikki [...] dystinum endaði við, at Kyndil skeyt á stongina, men tað var VÍF, sum kom betur frá byrjan. Verjan stóð væl, og í málinum kom Eli Müller sera væl frá byrjan. Tað gjørdi Martin Hummeland eisini, og hann legði
nakað við tað. Vit skulu gerast dugnaligari og vera virknari longri, og vit skulu finna loysnir saman, tæna næstanum og tæna felagsskapinum. Onkur helt orðaðskiftið vera tamt, men heldur tað enn klandur [...] málinum um skúladepil í Marknagili. CHE-samgongan var smøl, og ávísur tingmaður vildi ikki atkvøða fyri, uttan at ávísur tunnil var grivin samstundis. Tá var høvi at fella landsstýrið, men heldur valdi eg [...] eisini gomlu mótstøðumenn mínir Johan Dahl og løgmaður skulu fáa rós frá mær fyri at hava lagt doyin á tað rætta, miðvísa og víðskygda farnu tíðina. Sjálvur verði eg ikki drúgvur á Tingi, men eg heiti á fólk
Hetta er sjálvsagt tað mest gjøgnumskygda, tá vit ongantíð frammanundan vita, hvørjar meirútreiðslur koma gjøgnum árið. Vit kunnu tí ikki mótrokna í meirnýtsluni í inniverandi ári. Tað gevur ikki røttu myndina [...] ræður um at villleiða heldur enn at vegleiða. Tað broytir tó einki uppá støðuna. Vit fingu nýggjan Føroyameistara – í rakstrarvøkstri og burturfrákláringum. Tí var neyðugt at fáa val útskrivað, áðrenn løgtingið [...] ingin til sethúsabygging fyri 50 mio kr ikki við. Tá hesin óbehagiligi veruleikin kom undan kavi, var neyðugt at pynta upp á úrslitið. Tí vóru m. a. samtykta eykajáttanin fyri mars og ætlaða fyri september
Seinasta ferðin Tað var ikki jarðarferðarlag umborð á gomlu Ternu týsdagin fyrrapartin, tá ið vit høvdu skiparan, Róa Jacobsen úr Havn og stýrimannin, Sámal Petur í Grund úr Søldarfirði í telefonini. - [...] hevur annan kjans í boði, siga skipari og stýrimaður. Týsmorgunin var ikki endaliga avgjørt, hvar Ternan verður løgd, men sum skilst, verður tað helst í Vestmanna. - Hetta fáa vit at vita seinni í dag, sigur [...] morgun, og seinnapartin verður wienarbreyð og kaffi á skránni. Vit hava vita av hesum leingi, og tí er tað líkasum bara at fáa hetta yvirstaðið. Soleiðis søgdu bæði skipari og stýrimaður við ein munn, nú hendan
mátar var tað ikki so heitt, sum tað mangan hevur verið fyrr, tá innanmenn og toftamenn eru farnir á vøllin at stríðast um Skálafjørðin. Gamaní, var eitt sindur av intensiteti í løtum, men tað var bara [...] av onkrum, hevði tað ikki verið serliga uppiborið, skuldi NSÍ komið soleiðis afturíaftur í evstu løtu. NSÍ hevði ikki tað allarminsta av nakrari gjøgnumbrotskraft ella hóttan, so lætt var hjá B68 at verja [...] FÓTBÓLTUR Tað var heitt við Løkin í gjár, tá NSÍ og B68 brustu saman í tí, sum av mongum verður sagt at vera harðasta og mest eirindaleysa grannauppgerð í landinum. Hitin kom frá sólini, ið stórar partar
2016-17-18 settu vit stór skeltir upp at halda seg til tað ovaru gøtuna, av tí at farleiðin fram við Leitisvatnið var blivin til eitt runudíki og heiðafuglur var rýmdur av reiðrinum, men onki hjálpti. Fólk traðkaðu [...] ymiskum málum. Tað hevur verið ført fram at danir ikki skulu gjalda, tí vit eru í ríkisfelagsskapi, men tá ið føroyingar fara til Ríkissjúkrahúsið, skal landskassin gjalda fyri tað. Tað er ókeypis fyri [...] nýggjum almennum stovni, sum so skal deila útaftur til 477 hagapartar. Tað verður eitt eljustríð og ein stór umsiting. Nú var tað sera harmuligt at eitt ferðafólk bleiv burtur úti á Trælanípu . Vit opna
Landssjúkrahúsinum. Kanningin er trý ára gomul, men hóast tað er einki av tilmælunum í frágreiðingini sett í verk. Brunatrygdin eftirbátur Tað var í 1996, at Brunaumsjón Landsins og leiðslan á Landssjúkrahúsinum [...] atgongd til bygningin. Tí er tað merkisvert, at trappan er ein snúðurtrappa. Tað er vert at hava í huga, at nógvir sjúklingar, sum skulu brúka trappuna, eru illa gongdir og tí er tað sera løgið, at ein snúðurtrappa [...] bygningi. Men Petur á Lava Olsen heldur, at onnur tiltøk kundu verið sett í verk ístaðin. ? Tað sigur seg sjálvt, at tað verður sera kostnaðarmikið at leggja sprinklaraskipan í ein gamlan bygning, men har eru
landsliðsleikarar hava verið í dysti. Og felags fyri tveir av teimum var, at teir komu á máltalvuna í fyrsta umfarinum av steypakappingini. Tað vóru teir báðir, René Shaki Joensen, og Brandur Hendriksson Olsen [...] spældu seg í dag víðari. ÍBV vann 4-2 á heimavølli móti Einherja, har Kaj Leo í Bartalsstovu byrjaði inni í álopinum fyri ÍBV. Málið hjá Brandi Hendriksson Olsen fyri FH í dag, ber til at síggja her.
í øllum dystinum í Livescore skipanini. Ein dystur var í gjár, har NSÍ vann 4-2 á Víkingi. Beinleiðs tekstfrásøgn frá Bertri deildini – Trýst HER Inni á Livescore skipanini kanst tú síggja beinleiðis frásøgn [...] Leinkjan til Livescore er: (www.in.fo/matches) FM1 á staðnum FM1 sigur frá tveimum dystum í dag. Tað er í Gundadali millum B36 og HB, á Argjum millum AB og Skála, og FM1 fylgir eisini gongdini í hinum
stóri frítíðarbáturin Vestfinnur, sum sakk við bryggju í Vestmanna í illveðri hin 19. desember í fjør. Tað er Vestmanna kommuna, sum hevur heitt á partarnar - eigara og tryggingarfelag - um at fáa bátin fluttan [...] mánaðir. Herfyri segði borgarstjórin í Vestmanna kommunu, Pauli T. Petersen, at kommunan hevði eitt inniligt ynski um, at báturin verður fluttur fyri bátastevnuna, sum verður í Vestmanna nú um vikuskiftið [...] bátastevnuni. Vestfinnur, sum er smíðaður í 1971 í Klaksvík úr furu og eik, er 12 BT stórur, og báturin var tryggjaður hjá P/F Trygd. Eigari er Kristin Johansen í Vestmanna. Myndirnar tók Birgir W. Høgnesen