Rakstrarvøksturin uppá 355 mio kr í eitt ár

Tá óbehagiligi veruleikin er í andsøgn við produseraðu sjálvsmyndina, er neyðugt at burturforklára

Í fíggjarlógini fyri 2007, sum Bárður Nielsen bar í tingið í fjør, vóru rakstrarútreiðslurnar 3 mia og 736 mio kr.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008, sum Magni Laksáfoss legði fyri tingið í heyst, vóru rakstrarútreiðslurnar 4 mia og 31 mio kr. Tvs. ein vøkstur uppá heilar 295 mio kr í eitt ár. Og tá er mvg-afturberingin til sethúsabygging fyri 50 mio kr ikki við.

Tá hesin óbehagiligi veruleikin kom undan kavi, var neyðugt at pynta upp á úrslitið. Tí vóru m. a. samtykta eykajáttanin fyri mars og ætlaða fyri september í ár mótroknaðar í uppgerðini. Soleiðis gjørdist roknistykkið brádliga meira præsentabult. Hokus, pokus, filiokus.

Í árunum frammanundan, hevur samanberingin altið verið millum samtyktu fíggjarlógina árið fyri og fíggjarlógaruppskotið.

Hetta er sjálvsagt tað mest gjøgnumskygda, tá vit ongantíð frammanundan vita, hvørjar meirútreiðslur koma gjøgnum árið. Vit kunnu tí ikki mótrokna í meirnýtsluni í inniverandi ári. Tað gevur ikki røttu myndina. Kann bert nýtast til gluggapynt.

 

Nýggjur Føroyameistari

Á hvørjum ári í desember korrigerar fíggjarmálaráðharrin sína fíggjarlóg. Og soleiðis var eisini í ár. Um mánaðarskiftið farna frætti fíggjarnevndin, at ætlandi fór raksturin at vaksa við um 60 mio kr afturat. Sosatt fór rakstrarvøksturin fra 2007 til 2008 at vera 355 mio kr ella 9,5%. Magni Laksáfoss gjørdist sostatt Føroyameistari í meirútreiðslum.

Men hví ikki bara vera erligur? Hví støkka undan ábyrgdini? ML hevur kallað fíggjarlógina tálmandi. Vit onnur eru púra ósamd. Vita, at veruleikin er eftirgjørdur, er eitt glansbílat.

Tá tú blandar fruktirnar saman, fæst hvørki súrepla- ella peru-, men bert vavgreytur burturúr. Tá veruleikin er so í andsøgn við produseraða sjálvsmyndina, so ræður um at villleiða heldur enn at vegleiða. Tað broytir tó einki uppá støðuna.

Vit fingu nýggjan Føroyameistara – í rakstrarvøkstri og burturfrákláringum. Tí var neyðugt at fáa val útskrivað, áðrenn løgtingið avdúkaði standin og dumpaði sveinastykkið.

Tølini omanfyri eru úr fíggjarlógini 2007 og uppskotinum fyri 2008. Longri er henda søgan ikki.