Gott lag umborð á gomlu Ternu

Øll manningin umborð á gomlu Ternu eru avloysarar og veit sær ongan annan kjans hjá Strandferðsluni, nú teir eru leysir av stovninum í hesi vikuni

Seinasta ferðin

Tað var ikki jarðarferðarlag umborð á gomlu Ternu týsdagin fyrrapartin, tá ið vit høvdu skiparan, Róa Jacobsen úr Havn og stýrimannin, Sámal Petur í Grund úr Søldarfirði í telefonini.
- Jú, lagið er øgiliga gott. Vit hava havt rundstykkir í morgun, og seinnapartin verður wienarbreyð og kaffi á skránni. Vit hava vita av hesum leingi, og tí er tað líkasum bara at fáa hetta yvirstaðið.
Soleiðis søgdu bæði skipari og stýrimaður við ein munn, nú hendan seinasta dagin, gamla Terna siglir millum Skálafjørðin og Havnina.
Frá í dag verður eingin sigling, og Strandferðslan hevur víst til
bussarnar, sum koyra millum Eysturoynna og Havnina.

Allir avloysarar

5 mans hava verið við Ternuni, og teir eru allir avloysarar. Allir eru leysir av Strandferðsluni, tá ið hesin mánaðurin er úti í vikuni og sum er, vita teir sær ongan annan kjans hjá Strandferðsluni.
- Eingin av okkum hevur annan kjans í boði, siga skipari og stýrimaður.
Týsmorgunin var ikki endaliga avgjørt, hvar Ternan verður løgd,
men sum skilst, verður tað helst í Vestmanna.
- Hetta fáa vit at vita seinni í dag, sigur skiparin.
Sámal Petur fór umborð á Ternuna, 3. juli ár 2000. Var í landi,
meðan hann sat í landsstýrinum og fór síðan umborð aftur fyrst í juni 2002.
Rói er ungur í garði. Hann byrjaði at loysa av sum stýrimaður við Teistanum um Skopunarfjørð í fjør summar, og hevur síðan siglt í 5 mánaðir sum skipari við Ternuni.

Sum vanligt

- At Skálafjarðarleiðin fór at verða niðurløgd hava vit vita av í longri tíð. Spurningurin hevur bara verið um ? nær, og hetta er so seinasti dagurin hjá okkum, siga teir báðir, skipari og stýrimaður.
Ternan fór úr Havn seinasta túrin í gjár kl. 16.20.
- Vit sigla hendan túrin sum vanligt ? fyrst inn á Toftir og síðan yvir á Strendur. Síðan fáa vit at vita, hvar skipið verður lagt, siga Rói Jacobsen og Sámal Petur í Grund.