Kiev, liggja nógv lík og sløðast í gøtunum, nú russisku herdeildirnar eru farnar. Myndugleikarnir siga, at út við 300 fólk eru jarðað í hópgravir í dag. - Vit hava longu jarðað 280 lík í hópgravir í býnum [...] Butsja eru fyltar við líkum. Ein tíðindamaður hjá AFP, sum er í býnum, sigur, at ein av deyðu monnunum hevði hendurnar bundnar saman við einum toypetti. - Tað er ikki greitt, hvussu menninir eru deyðir [...] kringseta høvuðsstaðin. Ukrainskir myndugleikar hava boðað frá, at umrøddi býur, Butsja, har líkini eru funnin og grivin í hópgravir, aftur er undir ukrainskum ræði.
Hóast ellivu dagar eru til grækarismessu, so hava vit fingið ársins fyrstu mynd av einum tjaldri. Myndin varð tikin í Kirkjubø á middegi í dag Tað er Lubomir Hasso í Havn, sum hevur sent okkum myndina [...] ein lítil kulla, ið kann verða fóðrað við smásteinum og skeljum. Eggini eru gulbrún við myrkabrúnum plettum og strikum, og tey eru umleið 57 x 40 mm til støddar. Ungarnir klekjast eftir 25 døgum. Tjaldrið [...] sínar. Tá bøgan ella steggin eitt nú hava fangað ein maðk, verður hann lagdur framman fyri ungan, sum so etur hann. Ungarnir halda ofta til í grýtutum lendi, og har eru kamoflasjulitirnir hjá ungunum tann
kommunu. Hetta eru 24 veljarar færri enn somu tíð á seinasta kommunuvali, tá 117 fólk høvdu greitt atkvøðu. Brævatkvøðurnar hesaferð eru 43 í tali, og á valinum seinast vóru tær 57. Taka vit tey, sum hava [...] fyrrapartin, men nú er luftin klárari, og tað er turt í veðrinum. Tveir listar eru til hetta kommunuvalið í Nes kommunu. Á listanum, sum gjørdur varð á almennum fundi í skúlanum, eru 10 valevni - og á [...] á kvinnulistanum, sum er hin listin, eru 11 valevni.
tingfundi kl. 13.30 í dag skulu tingnevndirnar eisini veljast. Tilsamans eru sjey nevndir, um vit telja landsstýrismálanevndina við. Tað eru í alt 45 nevndarlimir. Býtið verður 24 til samgonguna og 21 til andstøðuna [...] skrivað, og flokkarnir eru farnir at finna sínar landsstýrismenn. Í skrivandi stund vantar bert hetta í. Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin eru komnir ásamt um eitt [...] teir megna at semjast um málsøkini. Nú vanta bert at fáa landsstýrismenninar hjá flokkunum upp á pláss. Nógv verður gitt um, hvør verður settur út í Tinganes. Enn eru ikki allar súðir syftar í royndunum
ein hund við. Veðurforsøgnin hevur ikki verið pen fyrr í vikuni, men nú sær betur út. Vit vóna at fáa eina góða kapping. Øll eru vælkomin ein túr norð til Viðareiðis at hyggja. Norðoya Seyðahundafelag [...] fyri kappingini, og hon verður á heimavølli felagsins á Viðareiði. 17 hundar eru meldaðir til. Bestu hundarnir í Føroyum eru við aftur í ár. Tó verður Linn hjá Tummasi Jacobsen, ið var á 4. plássi seinasta [...] hundarnir fara at roynast. Øll seyðahundafeløgini uttan Vága seyðahundafelag eru umboað. Eysturoyar og Sundalags seyðahundafeløg eru best umboðað við ávikavist 6 og 4 hundum. Norðoya Seyðahundafelag hevur ein
vóna vit ikki hendir við hesum, sigur Sjúrður Hammer. Hann hevur kortini torført við at ímynda sær, at lógin ikki kemur nú, tí tað hevur aldrin verið størri tørvur á eini slíkari lóg enn júst nú. - Um [...] - Tað, sum hevur størsta týdning fyri okkum er, at vit fáa eina náttúrumargfeldislóg, ið líkist henni, ið varð løgd fyri tingið farnu tingsetu. Vit hava enn eina vón um, at hon verður samtykt, tí tað [...] samgonguskjal. Tað er tað, ið vit hava eftirlýst leingi, og tað er tað, ið ferðavinnan hevur eftirlýst í mun til at avmarka neiligu avleiðingarnar av ov nógvari ferðavinnu. Harumframt eru tað eisini nógvir aðrir
er so nýtt, at spurningurin um at eta grind ongantíð hevur verið uppi og vent. - Vit hava havt grind til døgurða, men nú er langt síðan, at nøkur grind hevur verið her. Tá ið grind kemur aftur, vænti eg [...] til døgurða, og tað kunnu vit ikki nokta teimum, sigur Elspa Lützen. Mørkin aktar Á røktarheiminum á Mørkini í Streymnesi fáa búfólkini ikki grind. - Sum útgangsstøði fylgja vit almennu tilráðinini, men [...] kki líka væl hendan mat, tí tey eru so gomul, og tí verður lítið etið teir dagarnar. Mamy Dahl Sørensen er leiðari fyri trý sambýli í Suðurstreymoy. - Á hesum heimum eta vit grind, men ikki so ofta. Fólkunum
føroyingar nú gjøgnum bakdyrnar skulu gjalda fyri vallyftini hjá fólkaflokkinum. Tað skal vera ókeypis at koyra einhvønn prís. Eitt er púra víst, tað kostar at útbyggja samfelagið. Tað skulu vit standa saman [...] saman um, og tí skulu vit hava samhaldsføst samferðslugjøld, sum eisini leggja upp fyri, at vit framhaldandi útbyggja samferðslukervið. Tá ið man ger loysnir, sum bert sæta nøkrum fáum, og letur øll fíggja [...] fíggja tað, ja, so hevur man valt nøkur frá. Vit mugu øll vera við at gjalda, og vit skulu øll hava ágóða av hesum. Suðuroyartunnilin hevur við hesum ongantíð verið longri burtur. Hvat við fólkunum á smáu
niðurflytingarstrikuni. - Hyggur tú at talvuni í dag, so vóru vit bert tvey stig frá beinleiðis uppflyting, so vit kunnu kanska iðra okkum um, at vit ikki komu ígongd eitt ella tvey umfør fyrr. Men partvíst [...] Sjálvsálitið er í topp í løtuni. Vit hava vunnið níggju dystir á rað, og tað er tað sama, sum gamla metið hjá felagnum er. Við øðrum orðum, so kunnu vit seta met, um vit vinna sunnudagin, og tað vildi – [...] Blackpool kanska roknast sum favorittur, men tað er nú ikki eitt heiti, sum Claus leggur nakað í. - Teir hava eitt gott lið, sum spælir góðan fótbólt og har menn eru væl fyri fysiskt. Tí ivist eg onga løtu í, at
Latið nú allar góðar kreftir í hesum londum og í Danmark sleppa at gera Norðurbryggjuna til tað fólksins mentanarhús, sum vit øll ynskja ? við støði í bæði amatør- og professionellari list. Vit mugu so [...] ið er at fylla henda karmin út, og tað verður so uppgávan hjá okkum øllum, sum eru góð við tað, sum er okkara og sum vit vilja menna og geva øðrum lut í eisini. Tað er vandi í hvørjari vælferð. Og ein [...] ikki verður tað fólksliga amboð og forum, sum vit ætla og vóna ? at tað verður eitt stað fyri ?fínkulturin? og ?elituna? um man so kann siga. Vónandi fara vit øll gera okkara til, at slíkt mentanarhús eisini