Saman við brævatkvøðunum høvdu tilsamans 24 fólk færri greitt atkvøðu í Nes kommunu á middegi í dag í mun til á seinasta bygdaráðsvali fyri fýra árum síðan Á middegi í dag høvdu tilsamans 93 fólk greitt atkvøðu í valhølunum í Nes kommunu. Hetta eru 24 veljarar færri enn somu tíð á seinasta kommunuvali, tá 117 fólk høvdu greitt atkvøðu.
Brævatkvøðurnar hesaferð eru 43 í tali, og á valinum seinast vóru tær 57.
Taka vit tey, sum hava verið inn á gólvinum fyrrapartin og greitt atkvøðu, er talið í morgun 50 í mun til 60 á valinum seinast.
Hesi fyrstu tølini kundu bent á, at áhugin fyri kommunuvalinum hesaferð er eitt sindur minni enn á seinasta vali.
Vert er tó at nevna, at tað fór at regna rættiliga illa eina løtu fyrrapartin, men nú er luftin klárari, og tað er turt í veðrinum.
Tveir listar eru til hetta kommunuvalið í Nes kommunu.
Á listanum, sum gjørdur varð á almennum fundi í skúlanum, eru 10 valevni - og á kvinnulistanum, sum er hin listin, eru 11 valevni.