Stríð um málsøki

Ein samgonga er heilt nær, og samgonguskjalið er liðugt skrivað. Tað kann tó venda aftur

POLITIKKUR

Samgonguskjalið er liðugt skrivað, og flokkarnir eru farnir at finna sínar landsstýrismenn. Í skrivandi stund vantar bert hetta í.
Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin eru komnir ásamt um eitt samgonguskjal. Sostatt verður samgonga millum hesar flokkarnar veruleiki, um altso teir megna at semjast um málsøkini.
Nú vanta bert at fáa landsstýrismenninar hjá flokkunum upp á pláss. Nógv verður gitt um, hvør verður settur út í Tinganes.
Enn eru ikki allar súðir syftar í royndunum at skipa samgongu og serstakliga at manna nýggja landsstýrið. Dúgliga verður gitt, hvussu tann so kenda kabalin fer at ganga upp.
Eftir hvat skilst setur Tjóðveldisflokkurin harðari krøv enn seinast. Tjóðveldisflokkurin gjørdist størri enn Fólkaflokkurin á valinum 30. apríl. Eisini hevur Tjóðveldisflokkurin mist løgtingsformannin til Sambandsflokkin

24-21
Samgongan fær 24 nevndarsessir og andstøðan fær 21, tá tingið kemur saman seinni í dag.
Á tingfundi kl. 13.30 í dag skulu tingnevndirnar eisini veljast. Tilsamans eru sjey nevndir, um vit telja landsstýrismálanevndina við.
Tað eru í alt 45 nevndarlimir. Býtið verður 24 til samgonguna og 21 til andstøðuna.
Lutakast verður tvær ferðir, og væntandi fær andstøðan tveir nevndarformenn.