Hóast ellivu dagar eru til grækarismessu, so hava vit fingið ársins fyrstu mynd av einum tjaldri. Myndin varð tikin í Kirkjubø á middegi í dag Tað er Lubomir Hasso í Havn, sum hevur sent okkum myndina av tjóðfugli okkara. Tjaldrið er at síggja alt summarið í Føroyum. Tey flestu tjøldrini eru í Wales um veturin, men nøkur flúgva heilt til Fraklands, og gamalt er, at tey koma aftur til Føroya á grækarismessu 12. mars, og sagt verður, at tey hava fult reiður tann 3. mai.
Eitt tjaldursreiður er ein lítil kulla, ið kann verða fóðrað við smásteinum og skeljum. Eggini eru gulbrún við myrkabrúnum plettum og strikum, og tey eru umleið 57 x 40 mm til støddar. Ungarnir klekjast eftir 25 døgum.
Tjaldrið er ein av teimum fáu vaðfuglunum, ið fóðrar ungar sínar. Tá bøgan ella steggin eitt nú hava fangað ein maðk, verður hann lagdur framman fyri ungan, sum so etur hann. Ungarnir halda ofta til í grýtutum lendi, og har eru kamoflasjulitirnir hjá ungunum tann besta verjan. Øll, ið nærkast reiðri og unga, verða harðliga útskeldað.