makrel undir Føroyum enn landsstýrið ætlaði. Tað er niðurstøðan, nú vinnunevndin hjá Løgtinginum at kalla er liðug at viðgera makrellógirnar, sum skulu vera galdandi í ár. Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini [...] málið, hevur eitt ótal av fólki verið í nevndini og sagt sína áskoðan. Sjálvt fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, John Petersen, hevur verið boðsendur í nevndina at greiða frá sínum sjónarmiðjum [...] við hvørjum skipi í øllum førum minni enn ein triðingur av manningini og manst tveir triðingar skulu vera føroyingar. Í Løgtinginum hevur stór ósemja verið um makrelin, bæði innanhýsis í samgonguni og ikki
Joensen er nú áhugaverdur fyri Danmark í olympiskum høpi, skrivar heimasíðan hjá DR. Niels Nygaard er formaður í danska ítróttarsambandinum. Hann hevur eygleitt Pál Joensen í longri tíð. - Vit vænta, at hann [...] hevur eisini prátað við Jón Bjarnason. Hann sigur, at Pál Joensen kann bara svimja í einum 25 metra hyli í Føroyum, og einki høli til styrkivenjingar er tøkt. - Tí mugu vit nýta hugflogið, sigur Jón Bjarnason [...] Danmark undir OL. Men eg veit, at ítróttarsambandið er áhuga í Páli. Vit samstarva væl við Pál, og fleiri danir stuðlaðu honum í finaluni í 1500 metra frísvimjing. Hann hevur staðið seg sera væl, og sjálvsagt
Pál Joensen kom í dag á mál sum nummar fimm í finaluni í 800m frí. - Pál gav alt sum hann átti, men tað var ikki so skjótt sum tað kundi verið. Høvdu vit havt ein frídag eyka at hvílt í, so høvdu vit nokk [...] sigur venjarin hjá Pál, Jón Bjarnason. Nógv hevur verið tosað um at Pál má venja í einum 25m hyli, um hann venur í Føroyum. Vit koma altíð aftur til tað æviga spurningin um venjingar umstøðurnar hjá Páli [...] ungi maðurin úr fjarskotnu oygginum í norðuratlanshavinum hevur staðið seg so væl í EM kappingini. - Meðan eg tosi við tykkum, standa eisini fjølmiðlar úr øllum heiminum í kø og vilja sleppa at tosa við okkum
báðum er nakað at ganga eftir, so verður konsertin í kvøld stuttlig og full av orku. Hetta er einasta konsertin hjá The Dreams í Føroyum í summar. Teir skulu í morgin avstað til Danmarkar aftur, har teir skulu [...] soleiðis kann støðan í studioinum hjá Rás 2 í Klaksvík lýsast fyri løtu síðan. Tí vertirnir, Eydna Skaale og Barbara Holm fingu nemliga vitjan av Hans Edwardi Andreasen, forsangara í The Dreams, og danska [...] málum, men soleiðis verður tað, tá The Dreams og Niarn fara á pallin í kvøld á Summar Festivalinum. - Vit fara at framføra á trimum málum í kvøld. Tað verður á føroyskum, donskum og enskum, sigur Hans Edward
sjúkrahúsini í Føroyum. Fyri fólk, ið ikki hava lungasjúku, er øskan úr íslendska gosinum Eyjafjallajøkli eingin heilsuvandi. Hóast at nógv fólk klagaðu um, at tey kendu seg turran í hálsi og góma í gjár, er [...] Persónar, sum í nærmastu framtíð fáa sjúkueyðkenni í lungunum, eiga at seta seg í samband við lækna, • Persónar, ið brúka kontaktlinsur, eiga at skifta til brillur, um tað verður turt í veðrinum [...] lungasjúku, tí øskan í luftini kann gera, at teirra sjúka versnar, sigur Troels Thomsen. Fyri tey, ið hava frísk lungu, er øskan í luftini at samanbera við ein dag á strondini, tá ein fær sand í munnin og lungu
at stýra ímóti sveigginum í búskapinum fyri at mótvirka fíggjarkreppuni, ið rakar um allan heimin, siga feløgini. Tey halda, at í Føroyum verður tað øvugta gjørt, tí tað sæst í fíggjarlógini 2010, og ábendingar [...] elag hava biðið um fund við leiðsluna í samgonguflokkunum fyri at umrøða, hvørjar ætlanir eru í samband við fíggjarlógarkarmin fyri 2011, sum skal leggjast fram í komandi viku. - Arbeiðarfeløgini og Føroya [...] arbeiðarar. - Tað eru starvsfólk í vinnulívinum, sum standa fyri at skapa tey virðir, sum skulu økja um peningarenslið í almenna kassanum. Tískil er tað tilskundan til meira virksemi í vinnulívinum, sum er leiðin
leikirnir verða í London í 2012. Og tað kann lata seg gera, uttan at hann skal ofra møguleikan fyri at umboða Føroyar í altjóða kappingum annars, hóast hann noyðist at svimja undir donskum flaggi í OL. Størsta [...] við Arbeitt hevur verið í eitt ár við at funnið eina loysn, ið loyvir skifti millum føroyska og danska landsliðið í svimjing uttan karantenu, og nógvir partar hava verið uppi í málinum, áðrenn semja fekst [...] svimjisambandið, FINA, verið uppi í málinum. Ætlanin hjá ÍSF er somuleiðis at víðka skipanina, so hon eisini letur upp fyri, at onnur føroyingar í øðrum ítróttargreinum kunnu kappast í olympiskum høpi, uttan at
karakterum í skúlanum eigur at verða broytt. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, við Skúlablaðið. Hann heldur, at vit eiga at fara burtur frá at geva næmingum eitt tal í karakteri, [...] ikki eru so stinnur í. Hetta er sama skipan, tey hava í USA. Frá at tosa um, at ein næmingur hevur eitt eitt miðaltal upp á eitt ella annað, kunnu tølini vísa, at hann er stinnur í teirri og teirri læ [...] útbúgva seg, er tað ikki neyðugt, at skipanin í Føroyum skal vera tann sama sum tann danska. Fólk koma úr øðrum skúlaskipanum, har próvtøl ikki verða brúkt, inn í donsku skúlaskipanina uttan trupulleikar,
skjótur at svara. Bogi Andrasen ivast ikki í, at talan er sum størsta listaverk í Føroyum, men Janus heldur, at kanska listin hjá William Heinesen í auluni í Finsen er størri, ella listaverkið, sum er [...] Janus á Húsagarði, málað ein nær um 30 fermetrar stóran málning, sum stendur í túninum uttan fyri Reinsaríið í Tórsgøtu í Havn. Málningurin er málaður á veggin, sum er millum túnið hjá Reinsarínum [...] um og túnið hjá Miðlahúsinum. Motivið er húsini undir Bryggjubakka í Vágsbotni. Har er eitt ávíst Nýhavn-huglag yvir umhvørvinum í Vágsbotni, og tað huglagið hevur Janus á Húsagarði frískað enn meira
øður. Bólkar byrja í heyst – nú eisini í Suðuroy Seinastu árini hava nógv børn og ung havt gleði av ókeypis bólkatilboðnum hjá Títt Rúm í hølunum í Tórshavn. Bólkarnir byrja aftur í heyst, og nú er ætlanin [...] hetta. Tí er navnið nú broytt til Títt Rúm . Tað skrivar Bláikrossur í morgun: Mett verður, at áleið 1200 børn og ung í Føroyum vaksa upp í heimum, har eitt foreldur hevur rústrupulleikar. Ein barndómur við [...] eisini at byrja bólkar í Suðuroynni. Møguleiki er at melda seg til við at skriva til tittrum@blakross.fo ella við at ringja til 77 07 09. Ein 15-ára gomul genta, ið hevur luttikið í bólki, sigur soleiðis