Stórur fyrimunur fyri føroyskar fiskimenn

Tað skulu nógv færri útlendingar sleppa at verða við skipum, sum sleppa at fiska makrel undir Føroyum enn landsstýrið ætlaði.

Tað er niðurstøðan, nú vinnunevndin hjá Løgtinginum at kalla er liðug at viðgera makrellógirnar, sum skulu vera galdandi í ár.

Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini sigur, at Vinnunevndin hevur fund aftur í morgin.

- Viðgerðin hevur gingið væl og nú er ætlanin at leggja álitið fyri Løgtingið fríggjadagin og so kann tað verða endaliga avgreitt í næstu viku.

Nú vinnunevndin hevur viðgjørt málið, hevur eitt ótal av fólki verið í nevndini og sagt sína áskoðan.

Sjálvt fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, John Petersen, hevur verið boðsendur í nevndina at greiða frá sínum sjónarmiðjum.

- Hann er ikki partur í málinum og hevur givið okkum nøkur yvirskipað sjónarmið, sigur Alfred Olsen.

Ein stórt stríðsmál í samband við makrelin hevur verið, hvussu nógvir útlendskir fiskimenn skulu sleppa at vera við skipum, sum fiska makrel.

Landsstýrið ætlaði, at skip skulu kunna hava 80% av útlendskari manning, men fer tað upp um tað, skuldi skipið gjalda eitt avgjald uppá eina krónu fyri kilo.

Alfred Olsen sigur, at hendan reglan verður broytt, so at hon verður til fyrimun fyri føroyskar fiskimenn.

Men hvussu, hon verður broytt, kann hann ikki siga.

Hinvegin staðfestir hann, at tað sleppa ikki so nógvir útlendingar at vera við, sum landsstýrið ætlaði.

- Eg meiri enn tein triðingar av manningini útlendsk, kann makrelurin ikki seljast sum upprunaligur føroyskur.

Og tað skal hann. Tískil verður útlendska manningin við hvørjum skipi í øllum førum minni enn ein triðingur av manningini og manst tveir triðingar skulu vera føroyingar.

Í Løgtinginum hevur stór ósemja verið um makrelin, bæði innanhýsis í samgonguni og ikki minst ímillum samgongu og andstøðu.

Men Alfred Olsen sigur, at hann miðjar eftir, at fáa fulla semju í nevndini um tað, sum verður lagt fyri Løgtingið fríggjadagin.