Enn hava læknarnir ikki fingið fleiri áheitanir um lungnatrupulleikar orsaka av øskuni.
Virkandi landslæknin, Troels Thomsen, hevur ringt runt til kommunulæknarnar og sjúkrahúsini í Føroyum.
Fyri fólk, ið ikki hava lungasjúku, er øskan úr íslendska gosinum Eyjafjallajøkli eingin heilsuvandi. Hóast at nógv fólk klagaðu um, at tey kendu seg turran í hálsi og góma í gjár, er hetta bara at harka vekk ella at drekka meira vatn.
- Tey, sum skulu verða varin, eru tey, ið hava lungasjúku, tí øskan í luftini kann gera, at teirra sjúka versnar, sigur Troels Thomsen.
Fyri tey, ið hava frísk lungu, er øskan í luftini at samanbera við ein dag á strondini, tá ein fær sand í munnin og lungu.
- Vit hosta tað upp uttan trupulleikar, sigur hann.
Tak smábørn inn
Børn undir eitt ár hava lítil og fín lungu, ið skulu verjast. Tí mælir landslæknin frá at lata tey sova úti, meðan so nógv øska er í luftini.
Fyri tey, ið nýta linsur, ræður landslæknin til at tey skifta tær út við brillur so leingi sum so nógv øska er í luftini.
- Tað er bara eitt praktiskt ráð, tí linsirnar verða skøvaðar av sandinum, sigur hann.
Í fráboðan kl 10 fríggjamorgunin mæltil landslæknin fólki til at:
• Persónar, sum hava trupulleikar við andaleiðini (astma og bronkitis), ið ikki hava sjúkueyðkenni, kunnu gott vera uttandura,
• Persónar við sjúkueyðkennum frá andaleiðini eiga framvegis at vera innandura,
• Tað er ikki hóskandi at lata, børn undir eitt ár, sova úti,
• Persónar, sum í nærmastu framtíð fáa sjúkueyðkenni í lungunum, eiga at seta seg í samband við lækna,
• Persónar, ið brúka kontaktlinsur, eiga at skifta til brillur, um tað verður turt í veðrinum










